Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. apríl 2006Nr. 28
Kunngerð um útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum til Evropeiska Samveldið (ES)1)
Við heimild í § 17, § 39, stk. 1 og § 48, stk. 2-3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
§ 1. Kunngerðin ásetur reglur fyri veterinert eftirlit við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, sum ætlanin er at útflyta til ES.
§ 2. Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu verða viðgjørd á ein av fylgjandi hættum:
1) turkað,
2) turr- ella vátsaltað í minsta lagi í 14 dagar, áðrenn tey verða send,
3) saltað í 7 dagar í havsalti, har 2% natriumcarbonat er tilsett, ella
4) turkað í 42 dagar við í minsta lagi 20o C.
Stk. 2. Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu ikki stava frá:
1) seyði ella neytum, sum hava klinisk tekin um sjúku, ið kann smitta dýr ella menniskju,
2) seyði ella neytum, sum eru slátrað í sambandi við niðurberjing av epizootiskari sjúku,
3) seyði, sum stavar frá garði ella hagaparti, har klinisk tekin hava verið um ridluskriða (scrapie) seinastu 3 árini, ella
4) neytum, sum stava frá garði ella fenaði, har klinisk tekin hava verið um neytaøði (BSE) seinastu 3 árini.
Stk. 3. Undir og eftir viðgerðina í stk. 1 skulu viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir verða goymd í læstum høli ella bingju, so samband við livandi dýr ikki er møguligt.
§ 3. Tá viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir verða latin góðkendari skinnmóttøku, ella tá sending við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum verður innsiglað, skal eigarin undirskriva eina eigaraváttan sambært fylgiskjali 1.
Stk. 2. Skinnmóttøkan skal goyma eigaraváttanina, nevnd er í stk. 1, í 3 ár.
§ 4. Skinnmóttøkan skal halda skil á seyðaskinnum og neytahúðum, sum tikið verður ímóti, hvaðani tey koma, hvat slag talan er um, og hvussu nógvum skinnum ella húðum tikið verður ímóti.
Stk. 2. Í sambandi við útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum skal skinnmóttøkan geva eina útflutningsváttan sambært fylgiskjali 2 fyri hvørja sending.
Stk. 3. Skinnmóttøkan skal goyma útflutningsváttanina, nevnd er í stk. 2, í 3 ár.
§ 5. Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu verða goymd í læstari bingju, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan skal innsigla.
Stk. 2. Tíðarfreistirnar í § 2, stk. 1, nr. 2-4 eru galdandi frá tí degi, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur innsiglað bingjuna.
Stk. 3. Innsiglað bingja skal í fyrsta lagi verða send av landinum 21 dagar eftir, at hon er innsiglað. Tó kann flutningstíðin úr Føroyum til viðkomandi ES-land verða roknað við í teir 21 dagarnar, um so er, at flutningsfelagið hevur boðað frá, hvussu long flutningstíðin verður.
§ 6. Í sambandi við innsigling av bingjum við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava eftirlit við, at samsvar er millum kravdu eigaraváttanina í § 3, stk. 1 og útflutningsváttanina í § 4, stk. 2.
§ 7. Grundað á kravdu eigaraváttanina í § 3, stk. 1 og útflutningsváttanina í § 4, stk. 2 skal Heilsufrøðiliga starvsstovan geva eina almenna váttan sambært fylgiskjali 3 til hvørja sending við viðgjørdum seyðaskinnum ella neytahúðum, sum verður útflutt til ES.
Stk. 2. Almenna váttanin (official declaration) skal vera skrivað á enskum, sbr. fylgiskjali 3, ella á tí máli, sum verður nýtt í ES-landinum, har seyðaskinnini ella neytahúðirnar verða send.
Stk. 3. Almenna váttanin skal fylgja við sendingini við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, tá hon verður útflutt úr Føroyum.
Stk. 4. Eitt avrit av almennu váttanini skal verða goymt á skinnmóttøkuni í 3 ár.
Stk. 5. Eitt avrit av almennu váttanini við tilhoyrandi útflutningsváttan og eigaraváttan skal verða goymt á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 3 ár.
§ 8. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava eftirlit við heilsufrøðiligum viðurskiftum á skinnmóttøkum.
§ 9. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja eitt gjald, sum dekkar veruligu útreiðslurnar í sambandi við eftirlit við skinnmóttøku, og fyri at almennar váttanir verða givnar í sambandi við útflutning av seyðaskinnum og neytahúðum.
§ 10. Við bót verður tann revsaður, sum brýtur reglarnar í §§ 2-4, § 5, stk. 1 og 3 og § 7, stk. 3-4.
Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 11. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 119 frá 18. november 2005 um útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum til evropeiska samveldið (ES).
Vinnumálaráðið 24. apríl 2006
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
_________
1) Kunngerðin gjøgnumførir ásetingar í Article 6(1)(k), Annex VIII Chapter VI A(2) og C(6)(c)(iii) og Annex X Chapter 5(C) í REGULATION OF THE EUROPEAN PARLIAMENT AND OF THE COUNCIL (EC) No 1774/2002 of 3 October 2002 laying down health rules concerning animal by-products not intended for human consumption. (OJ No. L 273, 10.10.2002, p. 1), sum broytt við COMMISSION REGULATION (EC) No 668/2004 of 10 March 2004 amending certain Annexes to Regulation (EC) No 1774/2002 of the European Parliament and of the Council, as regards the importation from third countries of animal by-products. (OJ No. L 112, 19.04.2004, p. 1).
Fylgiskjal 1
Eigaraváttan
í sambandi við at seyðaskinn og neytahúðir verða latin skinnmóttøku ella í sambandi við innsigling av sending (sbr. § 3, stk. 1)
Verður útfylt av skinnmóttøkuni
| Nummar á eigaraváttan: |
|
Verður útfylt av seyða- og neytaeigara
| Upprunaskipan (besætning): |
|
| navn, bústaður og telefonnummar eigarans:
|
|
| matrikkulnummar á garðinum:
|
|
| navn á hagapartinum (bert um talan er um seyðaskinn):
|
|
| Nøgd av skinnum og húðum: |
|
| nøgd av seyðaskinnum: |
|
| nøgd av neytahúðum: |
|
| Hvussu eru skinnini og húðirnar viðgjørd? (set kross): |
|
| turkað: |
|
| turr- ella vátsaltað: |
|
| saltað í havsalti við 2 % natriumcarbonat: |
|
| turkað í minsta lagi í 20oC: |
|
| Dato, tá viðgerin byrjaði: |
|
Undirritaði eigari av áðurnevndu seyðaskinnum og neytahúðum vátti við hesum:
1) at skinnini og húðirnar stava frá áðurnevnda garði, skipan, flokki ella hagaparti,
2) at skinnini og húðirnar eru viðgjørd, sum áður nevnt,
3) at skinnini og húðirnar, eftir at viðgerin byrjaði, hava verið goymd, har dýr ikki sleppa framat,
4) at skinnini og húðirnar ikki stava frá seyði ella neytum, sum, tá tey vóru slátrað, høvdu tekin um kliniska sjúku, sum kann smitta dýr ella menniskju,
5) at skinnini og húðirnar ikki stava frá seyði ella neytum, sum eru slátrað í sambandi við niðurberjing av epizootiskari sjúku,
6) at klinisk tekin um ridluskriða (scrapie) í áðurnevndu seyðaskipan eller hagaparti ikki eru ávíst seinastu 3 árini, og
7) at klinisk tekin um neytaøði (BSE) ikki eru ávíst á áðurnevnda garði ella neytahaldi seinastu 3 árini.
| Staður |
| Dato |
| Undirskrift eigarans |
Fylgiskjal 2
Útflutningsváttan
í sambandi við viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES-land (sbr. § 4, stk. 2)
Verður útfylt av Heilsufrøðiligu starvsstovuni
| Tilvísingarnummar á almennu útflutningsváttanini: |
|
| Nummar á innsigli: |
|
Verður útfylt av skinnmóttakara
| Seyðaskinn |
| Neytahúðir |
| ||
| Nummar á eigaraváttan: | Tal av seyðaskinnum: |
| Nummar á eigaraváttan: | Tal av neytahúðum: |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
| Íalt: |
|
| Íalt: |
|
|
| Staður |
| Dato |
| Undirskrift og stempul skinnmóttøkunnar |
Fylgiskjal 3
Almenn váttan
í sambandi við viðgerð av skinnum og húðum av jóturdýrum, sum verða send ES-landi, og sum hava verið goymd fyri seg í 21 dagar ella hava verið undir flutningi alla tíðina í 21 dagar áðrenn innflutning (sbr. § 7, stk. 1-2)
Official declaration
for treated hides and skins of ruminants intended for dispatch to the European Community and that have been kept separate for 21 days or have undergo transport for 21 days before importation (cf. § 7, stk. 1-2)
Viðmerking til inn- og útflytara: endamálið við hesi váttan er bert heilsufrøðiligt, og skal váttanin fylgja við sendingini, til hon kemur til marknaeftirlitið.
Note for importer and exporter: this certificate is only for veterinary purposes and has to accompany the consignment until it reaches the border inspections post.
| 1.
| Sendari (fult navn og bústaður): Consignor (name and address in full): | Almenn váttan fyri viðgjørd skinn og húðir av jóturdýrum, sum ætlandi verða send Evropeiska Samveldinum, og sum hava verið goymd fyri seg sjálvan í 21 dagar ella hava verið undir flutningi alla tíðina í 21 dagar áðrenn innflutning (Annex X, Chapter 5(C) of Regulation (EC) No 1774/2002) Official declaration for treated hides and skins of ruminants intended for dispatch to the European Community and that have been kept separate for 21 days or have undergo transport for 21 uninterrupted days before importation (Annex X, Chapter 5(C) of Regulation (EC) No 1774/2002) |
| ||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
| 2. | Móttakari (fult navn og bústaður): Consignee (name and address in full): | ||||||||||||
|
|
| ||||||||||||
|
|
| Tilvísingar- (referansu) nummar (1): Reference number (1): |
| ORIGINAL |
| ||||||||
|
|
| 3. | Uppruni á skinnum og húðum Origin of the hides and skins |
| |||||||||
|
|
| 3.1 | Land: Country: | Føroyar Faroe Islands |
| ||||||||
| 5. | Hvar skinnini og húðirnar ætlandi skulu Destination of hides and skins | 3.2 | Landakoda: Code of territory: | FO
|
| ||||||||
| 5.1 | Navn á ES-limalandinum: EU Member State: | 4. | Ábyrgdandi myndugleikar Competent Authorities |
| |||||||||
|
|
| 4.1 | Ábyrgdandi ráð: Responsible Ministry: |
| |||||||||
|
|
|
| Vinnumálaráðið Ministry of Trade and Industry |
| |||||||||
| 5.2 | Navn og adressa á ætlanarstaðnum: Name and address of the destination: | 4.2 | Áteknandi myndugleiki: Certifying Department: |
| |||||||||
|
|
|
| Heilsufrøðiliga starvsstovan Food, Veterinary and Environmental Agency |
| |||||||||
|
|
| 6. | Hvar lastað verður til útflutning: Place of loading for exportation: |
| |||||||||
|
|
|
|
|
| |||||||||
|
|
|
|
|
| |||||||||
| 7. | Eyðmerking av flutningsfari og bingju (2) Means of transport and consignment identification (2) |
| |||||||||||
| 7.1 | Lastbilur, skip ella flogfar (3): Lorry, ship or aircraft (3): | 7.4 | Slag av pakkitilfari: Nature of packing: |
| |||||||||
|
|
|
|
|
| |||||||||
| 7.2 | Innsiglingarnummar (um nýtiligt): Number of seal (if applicable): | 7.5 | Tal á pakkum: Number of packages: |
| |||||||||
|
|
|
|
|
| |||||||||
|
|
| 7.6 | Nettovekt: Net weight: |
| |||||||||
| 7.3 | Skrásetingarnummar, skipanummar ella nummar á flogfari: Registration number(s), ship name or flight number: |
|
|
| |||||||||
| 7.7 | Innsiglingarnummar á bingju, akfari ella pakkitilfari: Numbers of the seal(s) on container(s), road vehicle(s) or bale(s): | ||||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
|
|
|
|
| |||||||||
|
|
|
|
|
| |||||||||
| 8. | Uppruni á skinnum og húðum Identification of hides and skins |
| |||||||||||
| 8.1 | Skinn og húðir av: Hides and skins of: |
| (dýraslag) (animal species) |
| |||||||||
| 8.2 | Adressan, har virkið liggur og veterinera skrásetingarnummarið hjá virkinum: Address and veterinary control number of the establishment: |
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
| 9. | Heilsuváttan Health attestation |
| |||||||||||
|
| Undirritaði embætisdjóralækni vátti við hesum, at eg havi lisið og skilt Regulation (EC) No 1774/2002, (4) og at áðurnevndu skinn og húðir: I, the undersigned official veterinarian, declare that I have read and understood Regulation (EC) No 1774/2002 (4) and certify that the hides and skins described above: |
| |||||||||||
| 9.1 | stava frá dýrum, sum: have been obtained from animals that: |
| |||||||||||
|
| (a) | ikki hava tekin um kliniska sjúku, sum kann smitta menniskju ella dýr, og did not show any clinical signs of any disease communicable to humans or animals, and |
| ||||||||||
|
| (b) | ikki eru slátrað fyri at berja niður nakra epizooti, were not killed to eradicate any epizootic disease, |
| ||||||||||
| 9.2 | eru: have been: |
| |||||||||||
|
| antin (3) either (3) | turkað, dried, |
| ||||||||||
|
| ella (3) or (3) | turr- ella vátsaltað í minsta lagi í 14 dagar, áðrenn tey vóru send, dry-salted or wet-salted for at least 14 days prior to dispatch, |
| ||||||||||
|
| ella (3) or (3) | saltað í 7 dagar í havsalti tilsett 2 % natriumkarbonat, salted for 7 days in sea salt with addition of 2% sodium carbonate, |
| ||||||||||
|
| ella (3) or (3) | turkað í 42 dagar í minsta lagi í 20o C, dried for 42 days at temperature of at least 20o C, |
| ||||||||||
| 9.3 | ikki hava havt samband við aðra animalska vøru ella livandi dýr, sum eru ein vandi fyri spjaðing av smittandi sjúku, have not been in contact with other animal products or with live animals presenting a risk of spreading a serious transmissible disease, |
| |||||||||||
| 9.4 | antin (3) either (3) | beint undan at tey verða send, hava verið goymd undir almennum eftirliti fyri seg (separat) í 21 dagar eftir viðgerðina, nevnd er undir pkt. 9.2, have been kept separate immediately before dispatch for 21 days under official supervision after the treatment described under point 9.2, |
| ||||||||||
|
| ella (3) or (3) | eftir váttan frá flutningsfelagnum vilja verða undir flutningi í minsta lagi í 21 dagar. following the declaration of the transporter, the duration of transport period is foreseen to be at least 21 days. |
| ||||||||||
|
| Almenn stempul og undirskriftir Official stamp and signature |
| |||||||||||
|
|
|
| |||||||||||
|
| Skrivað: Done at: |
| hin: on: |
|
| ||||||||
|
|
| (stað) (place) |
| (dato) (date) |
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
|
|
|
|
| (undirskrift embedsdjóralæknans) (5) (signature of the official veterinarian) (5) |
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
|
|
| (stempul) (5) (stamp) (5) |
| (navn, tittul og starv við spjaldrastavum) (5) (name, qualifications and title, in capital letters) (5) |
| ||||||||
|
|
|
|
|
|
| ||||||||
| |||||||||||||
| Viðmerkingar Notes | |
| (1) | Givið av ábyrgdandi myndugleika. Issued by the competent authority |
| (2) | Er talan um flutningsakfar, skal skrásetingarnummar verða givið. Er talan um bingju, skal bingjunummar og innsiglinummar (um tað er nýtiligt) verða givið. For godds vehicles the registration number should be given. For bulk containers, the container number and seal number (if applicable) should be included. |
| (3) | Strikað tað, sum ikki er galdandi. Delete as appropriate. |
| (4) | OJ L273, 10.10.2002. |
| (5) | Undirskrift og stempul skulu vera í einum øðrum liti enn prentiliturin. The signature and the stamps must be in a different colour to that of the printing. |