Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mars 2023Nr. 29
Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin)
(Nýggj bólking av lúsaklippum, áløgd eyka klipp, nágreinan av eftirlitsheimildum)
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016, kunngerð nr. 106 frá 15. juli 2019 og kunngerð nr. 93 frá 3. juni 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 10 verður sett:
“§ 10 a. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við og tekur avgerðir fyri at fremja ásetingarnar í kunngerðini og kann heruppií geva boð og áseta forboð.”
2. § 11 verður orðað soleiðis:
“§ 11. Avgerðir, tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.”
3. § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum:
1) brýtur reglurnar í § 3, stk. 1, 2, 4 og 5, § 4, stk. 3, § 5, stk. 1 og 3-6, § 6, §§ 9 og 10, ella
2) ikki ger eftir boðum eftir § 3, stk. 3, § 5, stk. 7-9, § 7, stk. 1 og 2 og § 8, stk. 1.”
4. Skjal 1 í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2023.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 2. mars 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Bólking av alibrúkum
Sambært § 8 hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan heimild at avgera, at smolttalið í einum alibrúki ikki skal verða hækkað ella skal verða lækkað í mun til seinastu útsetu, um eitt alibrúk ofta hevur lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, hevur nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella hevur ófullfíggjaðar viðgerðir.
Fyri at meta um, hvar eitt ávíst alibrúk, í mun til nevndu parametur, er í mun til alibrúk í Føroyum annars, verða nýttar hesar vegleiðandi reglur til at bólka einstøku alibrúkini:
Bólkingin verður gjørd út frá sokallaðum “klippum”, sum eru grundað á tal av viðgerðum og hvussu ofta – og í hvønn mun – farið er upp um markvirðið í hvørjari setu.
Fyri viðgerðir við heilivági telur hvør viðgerð av øllum alibrúkinum sum tvey klipp fyri hvørt slagið av heilivági, t.e. at ein kombiviðgerð við t.d. Alpha Max og Salmosan telur sum fýra klipp. Verður einans partur av alibrúkinum viðgjørdur, telur viðgerðin sum klipp í lutfallinum, sum er viðgjørt. T.e. um tríggir av 12 ringum verða viðgjørdir, telur hetta sum 0,5 klipp.
Teljingar, sum fara upp um ásetta markvirðið, og heilivágsviðgerðir verða taldar sum “klipp”. Fyri teljingar, sum fara upp um markvirðið, telur hvør teljing lutfalsliga sum eitt klipp í tann mun, farið er upp um markvirðið, t.e. 1,5 vaksin kvennlús telur sum eitt klipp, tríggjar vaksnar kvennlýs telja sum tvey klipp, 4,5 vaksnar kvennlýs telja sum trý klipp o.s.fr. Skipanin við klippum verður lagað til galdandi lúsamark, t.e. at tá lúsamarkið er 1,0, verður ein teljing upp á tríggjar vaksnar kvennlýs tald sum trý klipp, og tá markvirðið fer niður á 0,5, verður ein teljing upp á tríggjar vaksnar kvennlýs tald sum seks klipp.
Við grundarlagi í talinum av klippum verða alistøðirnar býttar sundur í tríggjar bólkar, alt eftir hvussu nógv klipp hava verið í útsetingartíðarskeiðinum.
Alibrúk, sum vera áløgd at slakta fiskin sambært § 7, stk. 2, verða sett í bólk trý.
Bólkur 1
Alistøðir við færri enn 7 klippum.
Bólkur 2
Alistøðir við 7 klippum ella fleiri, men færri enn 13 klippum.
Bólkur 3
Alistøðir við 13 klippum ella fleiri.
Talva 1. Dømi, tá markvirðið er 1,0 vaksin kvennlús:
Miðaltal av vaksnum kvennlúsum: |
Tal av klippum: |
0-0,99 |
0 |
1,00-1,99 |
1 |
2,00-2,99 |
2 |
3,00-3,99 |
3 |
4,00-4,99 |
4 |
o.s.fr. |
|
Talva 2. Dømi, tá markvirðið er 0,5 vaksin kvennlús:
Miðaltal av vaksnum kvennlúsum: |
Tal av klippum: |
0-0,49 |
0 |
0,50-0,99 |
1 |
1,00-1,49 |
2 |
1,50-1,99 |
3 |
2,00-2,49 |
4 |
2,50-2,99 |
5 |
o.s.fr. |
|
”