Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. apríl 2009Nr. 29
Kunngerð um merking av sjógvalistøðum og sigling nærhendis v.m.
Við heimild í § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um øll sjógvalibrúk í Føroyum. Eitt sjógvalibrúk fevnir um aliringar, fóðurflakar, fóðurslangur, akker, akkersboyur, línur, standarar og annan útbúnað.
Merking
§ 2. Øll sjógvalibrúk skulu vera merkt við ljósum sambært tilráðingini hjá IALA (International Association of Marine Aids to Navigation and Lighthouse Authorities). Ljósini skulu vera minst 2 metrar yvir sjónum. Eitt ljós skal vera á hvørjum enda á ytsta punkti, ið vendir út ímóti siglingarrennuni, sí fylgiskjal 1. Eru sjógvalibrúkini longri enn 100 metrar, skulu eyka ljós vera á ytsta punkti, ið vendir ímóti siglingarrennuni, soleiðis at tað eru í mesta lagi 100 metrar millum ljósini.
Stk. 2. Ljósini skulu hava fylgjandi fýrkarakterir:
1) Ljós, sum inngangandi før skulu hava um stýriborð: Fl.Y. 5s (0,5+4,5)
2) Ljós, sum inngangandi før skulu hava um bakborð: Fl(4).Y.10s (0,5+0,5+0,5+0,5+0,5+0,5+0,5+6,5)
Ljósini skulu síggjast í minsta lagi 2 fjórðingar.
Stk. 3. Rætningurin fyri inngangandi í føroyskum sjógvi er vístur í fylgiskjali "Føroyar inngangandi".
Stk. 4. Á hvørjum enda á ytsta punkti, ið vendir ímóti siglingarrennuni, skulu sjógvalibrúkini hava radarreflektor, ið er minst 2 metrar yvir sjónum.
Stk. 5. Hvør aliringur skal hava í minsta lagi 5 endurskin, 20x40 cm stór, sum skulu venda í ymiskar rætningar. Endurskinini skulu vera fest minst 1 metur yvir sjónum. Harafturat skulu fóðurslangur og akkersboyur merkjast við endurskinum, so vavið á alistøðini kemur fram, tá ið lýst verður á hana.
Sigling nærhendis sjógvalistøðum
§ 3. Tað er ikki loyvt óviðkomandi skipum og bátum at sigla nærri enn 50 metrar at sjógvalistøðum.
§ 4. Brot á §§ 2 og 3 í kunngerðini verður revsað við bót eftir § 49, stk. 2 í lóg um trygd á sjónum.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 102 frá 29. august 2003 um merking av sjógvalistøðum og sigling nærhendis v.m.
Vinnumálaráðið, 2. apríl 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)