4. mars 2003Nr. 29
Kunngerð um broyting í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 17. desember 2002 um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein verður gjørd henda broyting:
Í § 11 verður sett sum stk. 2:
“Stk. 2. Fiskifør, sum eru fevnd av kunngerðini, skulu hava ta í § 3, stk. 1 nevndu útgerð ísetta og virkna í seinasta lagi 20. mars 2003.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. mars 2003.
Fiskimálaráðið, 4. mars 2003
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)