Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mars 2026Nr. 29
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026
(Dagførd kvotutøl og ófiskað kvota í 2025 flutt til 2026)
§ 1
Í kunngerð nr. 238 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður “200.000 tons” broytt til: “302.483 tons”.
2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 14.700 tons av svartkjafti, ið ikki vórðu fiskað í 2025, flutt til at verða fiskað í 2026.”
3. Í § 3, stk. 1 verður “200.000 tons” broytt til: “231.783 tons”.
4. Í § 3, stk. 2 verður “183.000 tons” broytt til: “200.822 tons”.
5. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “137.250 tons” broytt til: “150.617 tons”.
6. Í § 4, stk. 4 verður “137.500 tonsini” broytt til: “150.617 tonsini”.
7. Í § 5, stk. 1, 1. pkt. verður “18.666 tons” broytt til: “20.484 tons”.
8. Í § 6, stk. 1, 1. pkt. verður “17.000 tons” broytt til: “26.961 tons”.
9. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. verður “27.084 tons” broytt til: “29.722 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 11. mars 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)