Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. februar 2000Nr. 3
Kunngerð um ferðastuðul til verkætlanir
Við heimild í §12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, verður ásett:
Kapittul 1
Treytir fyri ferðastuðli til verkætlanir
§ 1. Ferðastuðul til verkætlanir verður bert veittur eftir umsókn, sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2. Fyri at fáa ferðastuðul til verkætlanir eftir hesi skipan skal umsøkjarin:
1) Búgva í Føroyum ella hava búð í Føroyum í minsta lagi 2 ár, beint undan lestrarbyrjan ella hava búð í Føroyum, áðrenn hann/hon hevur fylt 6 ár og ikki hava búð uttanfyri Føroyar í meira enn 10 ár eftir at hann/hon hevur fylt 6 ár.
2) Ganga á eini góðkendari hægri fulltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri.
3) Vera lestrarvirkin smb. stk. 2.
4) Onga fasta løn fáa frá útbúgvingarstaðnum smb. stk. 3.
5) Ongan arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almannastuðul fáa smb. stk. 4.
Stk. 2. Umsøkjari er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligu royndirnar, uttan at lestrartíðin verður longd munandi.
Stk. 3. Umsøkjari í partvís løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður, um meira enn ½ av samlaða útbúgvingartíðarskeiðnum er lønt.
Stk. 4. Umsøkjari, ið fær arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almannastuðul er ikki stuðulsheimilaður um viðkomandi verður stuðlaður meira enn ½ av stuðulsárinum.
§ 3. Við eina verkætlan skilst:
1) størri uppgáva í sambandi við lesna t.d. høvuðsuppgáva ella
2) starvsvenjing ella
3) uppihald á øðrum lærustovni.
Stk. 2. Tann einstaki hevur í mesta lagi møguleika at fáa ferðastuðul til verkætlanir tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíð síni.
Stk. 3. Ferðastuðul til verkætlanir verður bert veittur til ferðing millum lond.
Stk. 4. Verkætlanin skal vera partur av útbúgvingini.
Stk. 5. Verkætlanin skal góðkennast av útbúgvingarstaðnum.
Kapittul 2
Upphæddir
§ 5. Stuðulsstovnurin ásetir upphæddina fyri ferðastuðulinum til verkætlanir. Landsstýrismaðurin góðkennir ásetingina.
Kapittul 3
Aðrar ásetingar og gildiskoma
§ 6. Umsóknarfreistin til ferðastuðul til verkætlanir verður ásett av Stuðulsstovninum.
§ 7. Stuðulsstovnurin ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ferðastuðul til verkætlanir.
§ 8. Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevnd Stuðulsstovnsins áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð Kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 2. februar 2000
Signar á Brúnni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)