Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mars 2004Nr. 3
Kunngerð um samsýning til fosturforeldur
Við heimild í § 18 stk. 4 í lov for Færøerne om børneforsorg, sbr. lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 12. mars 2002, verður ásett:
§ 1. Fosturforeldur fáa eina samsýning, sum er eitt fast gjald um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
Stk. 2. Eisini verður rindað eitt fast gjald um samdøgrið fyri vistarhald og klæði, umframt ein ávís upphædd til lummapening um vikuna.
Stk. 3. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum.
Stk. 4. Upphæddirnar eru ásettar í hjáhefta skjali.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin javnar upphæddirnar eina ferð um árið.
Stk. 6. Í førum har barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru upphæddirnar fyri samsýning, lummapening og stovnan og útbúnað í Danmark galdandi.
§ 2. Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir ásettu samsýningina sambært § 1, stk. 1.
Stk. 2. Um talan er um eitt barn, sum er óvanliga trupult, og sum tessvegna krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu hesi samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningina sambært § 1, stk. 1.
Stk. 3. Um talan er um eitt pinkubarn undir 1 ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningina sambært § 1, stk. 1.
Stk. 4. Samsýning sambært hesi grein kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal meting gerast, har mett verður, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk.2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 79 frá 9. septembur 2002 um samsýning til fosturforeldur.
Almanna- og heilsumálaráðið, 3. mars 2004
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)
SKJAL
|
Gjald til fosturforeldur: |
|
|
|
|
|
Kr. um | ||
|
|
|
|
|
|
|
|
samdøgrið | |
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
Samsýning pr. barn |
|
|
|
|
|
96,00 | ||
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
Vistarhald og klæði: |
|
|
|
|
|
| ||
|
1. - 2. Barnið í somu fosturfamilju: |
|
|
|
| ||||
|
|
Børn undir 10 ár |
|
|
|
|
127,00 | ||
|
|
Børn 10 ár og eldri |
|
|
|
|
134,00 | ||
|
Fleiri enn 2 børn í somu fosturfamilju: |
|
|
|
118,00 | ||||
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
Lummapeningur: |
|
|
|
|
|
Kr. um | ||
|
|
|
|
|
|
|
|
vikuna | |
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
3-10 ár |
|
|
|
|
|
|
19,00 | |
|
11-13 ár |
|
|
|
|
|
|
45,00 | |
|
14-15 ár |
|
|
|
|
|
|
91,00 | |
|
16 ár og eldri |
|
|
|
|
|
182,00 | ||
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
Stovnan og útbúnaður: |
|
|
|
|
6.650,00 | |||