Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. januar 2025Nr. 3
Kunngerð um stuðul til film
Við heimild í § 1, stk. 4 og § 2, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014 og løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015, verður ásett:
Endamál og umsiting
§ 1. Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm við teirri játtan, ið er til endamálið á fíggjarlógini.
Stk. 2. Mentanargrunnur Landsins umsitur stuðulsjáttanina á fíggjarlógini til film, sbr. § 1, stk. 4 og § 2, stk. 4 í løgtingslógini.
Stk. 3. Mentanargrunnur Landsins ger av, hvør kann fáa stuðul til film, og hevur eftirlit við, at stuðulin til film verður nýttur til ætlað endamál.
Filmsráðgevar
§ 2. At meta um umsóknir og gera tilmæli til Mentanargrunn Landsins setir Mentanargrunnur Landsins tveir filmsráðgevar og tvey varafólk eftir tilmæli frá eini faknevnd fyri film, sbr. § 3.
Stk. 2. Filmsráðgevarnir og varafólk teirra skulu hava formligar førleikar og viðkomandi fakligar royndir til tess at meta um stuðulsumsóknir um film og ikki hava fíggjarlig ella persónlig áhugamál í umsóknunum. Varafólk kemur í staðin, um filmsráðgevi er ógegnigur ella fær forfall.
Stk. 3. Filmsráðgevar kunnu i mesta lagi sita í 3 ár á rað. Aftaná 18 mánaðir. skal ein nýggjur filmsráðgevi setast, soleiðis at somu filmsráðgevar í mesta lagi arbeiða saman í 18 mánaðir.
Faknevnd fyri film
§ 3. Mentanargrunnur Landsins setir faknevndina fyri film eftir tilmæli frá Felagnum Føroyskt Filmsfólk og Filmshúsinum, ið mæla til hvør sín lim.
Stk. 2. Faknevndin fyri film eftirmetir hvørt umsóknarumfar saman við filmsráðgevunum og Mentanargrunni Landsins.
Stuðul
§ 4. Stuðul verður latin eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins. Mentanargrunnur Landsins lýsir alment eftir filmsumsóknum við einari umsóknarfreist upp á í minsta lagi 6 vikur.
Stk. 2. Fýra árligar umsóknarfreistir eru: 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november.
Stk. 3. Umsókn, ið er móttikin, eftir at umsóknarfreistin er úti, kann ikki væntast viðgjørd. Mentanargrunnur Landsins kann tó í serligum førum víkja frá freistunum í stk. 2.
Treytir fyri stuðli
§ 5. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgumenning og hugskotsmenning, handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.
Stk. 2. Stuðul verður ikki latin almennum stovnum ella almennum partafeløgum, grunnum o.tíl.
Stk. 3. Filmsráðgevarnir skulu í hvørjum einstøkum føri meta um, hvørt ein umsókn er fevnd av avmarkingini í stk. 2.
Umsóknir
§ 6. Umsóknin verður skrivað á oyðublað hjá heimasíðu Mentanargrunni Landsins, sum er gjørt til endamálið, og skal í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar:
1) Navn á ábyrgdara, møguligt framleiðslufelag, p-tal ella v-tal, bústað, peningastovn og kontonummar,
2) lýsing av verkætlan, verkætlanartátti og slag av verkætlan, tíðarætlan,
3) fíggjarætlan, útgreinaðar útreiðslur og inntøkur, um fleiri fíggingarkeldur eru ella kunnu væntast, skulu hesar upplýsast,
4) upphædd søkt verður um, og
5) aðrar upplýsingar av týdningi fyri viðgerðina
Játtanir
§ 7. Játtanir yvir 150.000 kr. verða einans latnar filmsframleiðslufeløgum.
Stk. 2. Umsøkjari, ið hevur fingið stuðul til filmsframleiðslu áður, kann fáa stuðul til nýggja verkætlan. Tó verður hesin ikki goldin, áðrenn áður játtaða verkætlanin er liðug. Mentanargrunnur Landsins kann lata framleiðslufeløgum, ið eru knýtt at fleiri verkætlanum, undantak frá 1. og 2. pkt.
Stk. 3. Um søkt verður umaftur til sama tátt í verkætlanini, skal tilskilast, hvør orsøkin er til at søkja av nýggjum, og hvørji framstig eru gjørd til tess at grundgeva fyri, at stuðulin verður latin umaftur til sama tátt í verkætlanini.
Stk. 4. Stuðul verður ikki latin umaftur til hugskotsmenning, handritsmenning og útbreiðslu innan somu verkætlan.
Útgjald
§ 8. Stuðulin verður goldin út sambært ásetingunum í § 15, stk. 1 í kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 um roknskaparverk landsins o.t.,
Stk. 2. Stuðul til filmsframleiðslu verður útgoldin soleiðis:
1) Tríggir fjórðingar av upphæddini, tá ið framleiðslan byrjar, og
2) seinasti fjórðingurin, tá ið framleiðslan er liðug, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Stuðul til undanframleiðslu verður viðgjørdur fyri seg, og tátturin verður mettur at vera liðugur, tá ið undanframleiðslan er liðug. Sama er galdandi fyri framleiðslu og eftirframleiðslu.
Stk. 4. Stuðul til søgumenning, hugskotsmenning og handritsmenning verður útgoldin í einum við verkætlanarbyrjan.
Roknskapur og eftirlit
§ 9. Roknskapur við skjalprógvum fyri tær útreiðslur, ið stuðulin er latin til, skal latast Mentanargrunni Landsins í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at verkætlanin er liðug.
Stk. 2. Roknskapir, har játtanin er 100.000 kr. ella meir, skulu verða grannskoðaðir.
Stk. 3. Roknskapir, har játtanin er 50.000 kr. og upp til 100.000 kr., skulu hava átekning.
Stk. 4. Stuðulsmóttakari skal upplýsa øll viðurskifti, sum kunnu elva til, at stuðulsgrundarlagið eigur at verða lækkað.
Stk. 5. Mentanargrunnur Landsins kann krevja stuðulsgrundarlagið nágreiniligari lýst og krevja innlit í skjøl hesum viðvíkjandi.
Stk. 6. Útgoldin stuðul, ið ikki er nýttur til endamálið, kann krevjast aftur.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og mentamálaráðið, 6. januar 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)