Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. januar 2019Nr. 3
Kunngerð um skeið og endurnýggingarskeið í at handfara skjóttgangandi bjargingarbát FRB
Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, nr. 3 og § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir krøvini til at skriva út prógv fyri skeið og endurnýggingarskeið í at handfara skjóttgangandi bjargingarbát FRB, fast rescue boat, umframt krøvini til viðlíkahalda førleikar til at taka sær av uppgávum, skyldum og ábyrgd, sbr. A-kotuni, stykki A-VI/2, grein 7-12, talva A-VI/2-2, í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald, 1978, við seinni broytingum, STCW-sáttmálin, sum lýst er í skjali 1.
Mál
§ 2. Málið fyri skeiðið og endurnýggingarskeiðið er, at luttakarin skal ogna sær vitan, fatan og førleikar í at handfara skjóttgangandi bjargingarbátar FRB, soleiðis at luttakarin lýkur krøvini um venjing sambært skjali 1.
Upptøka
§ 3. Upptøka til skeið í at handfara skjóttgangandi bjargingarbát FRB er treytað av, at umsøkjarin hevur:
1) Galdandi prógv í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, og
2) galdandi heilsuváttan fyri sjófólk.
Stk. 2. Umsøkjari til endurnýggjan av skeiðnum skal harumframt hava eitt galdandi prógv í at handfara skjóttgangandi bjargingarbátar FRB.
Skeiðsveitarar
§ 4. Landsstýrismaðurin góðkennir skeiðsveitarar sambært kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum.
Stk. 2. Skeiðsveitarar skulu, við støði í teimum førleikamálum, sum ásett eru í skjali 1, gera eina ætlan fyri skeiðini, undir hesum longdina av skeiðunum, við atliti at fyritreytunum hjá skeiðstakaranum.
Stk. 3. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at umsøkjari lýkur fyritreytirnar fyri upptøku sambært § 3.
Útgerð
§ 5. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at viðkomandi útgerð er tøk til verkligar royndir og framvísing undir allari skeiðsgongdini, heruppií:
1) Skjóttgangandi bjargingarbátur.
2) Krana til at seta út skjóttgangandi bjargingarbát.
3) Navigatiónsútgerð og trygdarútgerð, sum vanliga er í skjóttgangandi bjargingarbáti.
4) Bjargingarbúna.
5) Samskiftisútgerð og signaleringsútgerð til samskifti millum skjóttgangandi bjargingarbátin og skip og tyrlu.
Førleikakrøv
§ 6. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at lærarar hava neyðugu førleikarnar til undirvísing á skeiðnum. Hetta fevnir um bæði fakligar førleikar og førleikar at skipa fyri undirvísing og útbúgving.
Um at røkja førleikar
§ 7. Til tess at varðveita førleikastøðið, sum kravt er sambært A-kotuni, stykki A-VI/2-12 í STCW-sáttmálanum, kann venjing gerast umborð innan hesi øki:
1) Taka leiðsluna á einum skjóttgangandi bjargingabáti, tá hann verður settur út og eftir, at hann er settur út.
2) Hava eftirlit við einum skjóttgangandi bjargingarbáti, tá hann verður settur út og tikin inn aftur á tryggan hátt.
3) Handfara ein skjóttgangandi bjargingarbát undir givnu umstøðunum við veðri og sjógvi.
4) Nýta samskiftisútgerð og signaleringsútgerð millum tann skjóttgangandi bjargingarbátin og eina tyrlu og eitt skip.
5) Nýta ta neyðútgerð, sum er umborð.
6) Standa fyri leiting við atliti at umstøðunum.
Stk. 2. Førleikarnir, sum nevndir eru í stk. 1, verða mettir at vera røktir, um sjófólk í minsta lagi í 12 mánaðir seinastu 5 árini, hava havt uppgávur, har prógv í at handfara skjóttgangandi bjargingarbáti hevur verið krav.
Veitarar av endurnýggingarskeiði í brandleiðslu umborð á skipi
§ 8. Landsstýrismaðurin góðkennir veitaran av skeiði í endurnýggjan sambært kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum.
Stk. 2. Við støði í teimum førleikamálum, sum ásett eru í skjali 1, skulu skeiðsveitarar leggja skeiðið til rættis og áseta longdina av skeiðnum. Skeiðið skal skipast við atliti at fyritreytunum hjá luttakaranum og tryggja, at luttakarin framhaldandi hevur neyðugu førleikarnar sambært málunum í skjali 1.
Stk. 3. Skeiðsveitari skal tryggja, at endurnýggingarskeið lýkur galdandi krøv um útgerð og førleikar hjá lærara fyri skeið í brandleiðslu umborð á skipi.
Skeiðsváttan
§ 9. Skeiðsveitari skal skriva út váttan til luttakarar, sum, í einum skeiði í at handfara skjóttgangandi bjargingarbát, hava víst førleikar sambært skjali 1. Skeiðið er galdandi frá tí degi tað er staðið.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 7. januar 2019
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Minstukrøv til førleikar við skjóttgangandi bjargingabáti
Talva A-VI/2-2
Førleiki |
Vitan, fatan og dugnaskapur |
Mátar til framvísing av førleikum |
Støði fyri meting av førleikum |
Skilja bygging, røkt, umvæling og útgerð í einum skjóttgangandi bjargingarbáti.
Taka leiðsluna fyri verandi útgerð, tá ið skjóttgangandi bjargingarbátur skal setast út og takast inn aftur.
|
Bygging og útgerð, og teir einstøku lutirnar í útgerðini.
Kunnleika til røkt og neyðumvælingar av skjóttgangandi bjargingarbáti umframt at blása upp og tøma skjóttgangandi bjargingarbátar, sum eru til at blása upp.
Meting av, um útgerð til útseting og øðrum útbúnaði, sum hoyrir til ein skjóttgangandi bjargingarbát, eru klár til at seta út og nýtslu.
Skilja virknaðarháttin og avmarkingarnar við vanligum spølum, bremsum, taljureipum, fanglínum, mótvektum og aðrari útgerð.
Trygdarfyriskipanir, tá ið skjóttgangandi bjargingarbátur verður settur út og tikin inn aftur.
At seta út og taka inn skjóttgangandi bjargingarbát við givnum og ólagaligum umstøðum av veðrið og sjógvi.
|
Meting av prógvum, sum fingin eru við praktiskum instruktiónum.
Meting av prógvum, sum fingin eru við praktiskari sýning av evnunum til at hava tamarhald á einari tryggari útseting og inntøku av skjóttgangandi bjargingarbáti við tí útgerð, sum sett er til endamálið. |
Tann háttur, sum nýttur verður til viðlíkahald og neyðumvælingar, sum framdar verða við jøvnum millumbili.
Eyðmerking av komponentum og kravdari útgerð umborð á skjóttgangandi bjargingarbáti.
Evnir til at fyrireika og taka leiðsluna fyri útgerð og øðrum útbúnaði við útseting og taka inn skjóttgangandi bjargingarbát.
|
Taka leiðsluna fyri einum vanligum skjóttgangandi bjargingarbáti, tá ið hesin skal setast út og takast inn. |
Meting av, um skjótgangandi bjargingarbátur og øll útgerð, sum hoyrir til, eru klár til at seta bátin út í skundi.
Trygdartiltøk, tá ið skjóttgangandi bjargingarbátur skal setast út og takast inn.
At seta út og taka inn skjóttgangandi bjargingarbát við givnum og ólagaligum umstøðum av veðri og sjógvi.
|
Meting av prógvum, sum fingin eru við praktiskari sýning av evnunum til at fremja eina trygga útseting og inntøku av skjóttgangandi bjargingarbáti, við tí útgerð, sum sett er til endamálið. |
Evnir til at taka leiðsluna fyri útseting og inntøku av skjóttgangandi bjargingarbáti. |
Taka leiðsluna fyri einum skjóttgangandi bjargingarbáti eftir at hesin er settur út. |
Serligu eyðkennini, hentleikarnir og avmarkingarnar við einum skjóttgangandi bjargingarbáti.
Mannagongdir fyri, hvussu ein hvølvdur skjóttgangandi bjargingarbátur kann fáast aftur á rættskjøl.
Hvussu ein skjóttgangandi bjargingarbátur skal handfarast undir givnum umstøðum og við ólagaligum umstøðum av veðri og sjógvi.
Navigatións- og trygdarútgerðina í einum skjóttgangandi bjargingarbáti.
Leitingar og umhvørvi, sum kunnu gera sína ávirkan galdandi.
|
Meting av prógvum, sum fingin eru við praktiskari sýning av evnunum til:
. 1 at fáa ein hvølvdan skjóttgangandi bjargingarbát aftur á rættkjøl;
. 2 at handfara ein skjóttgangandi bjargingarbát við givnum og ólagaligum umstøðum av veðri og sjógvi;
. 3 at svimja ílatin serstaka útgerð;
. 4 at nýta samskiftis- og signaleringsútgerð millum skjóttgangandi bjargingarbátin og eina tyrlu og eitt skip;
. 5 at nýta neyðútgerðina, sum er umborð;
. 6 at bjarga einum skaddum persóni úr sjónum, og at flyta ein skaddan persón til eina bjargingartyrlu, til eitt skip ella til eitt trygt stað;
. 7 at fremja leiting við atliti at umstøðunum.
|
Sýna fram, hvussu ein skjóttgangandi bjargingarbátur skal nýtast við tí avmarkaðu útgerð báturin hevur, við atliti at givnum veður umstøðum. |
Handfara motorin í einum skjóttgangandi bjargingarbáti. |
Mannagongdir fyri at tendra og handfara motorin og tilhoyrandi útgerð í einum skjóttgangandi bjargingarbáti.
|
Meting av prógvum, sum fingin eru við praktiskum sýningum av evnunum til at tendra og handfara motorin í einum skjóttgangandi bjargingarbáti.
|
Tendra og handfara motorin, sum krevst fyri mannerering. |