7. januar 2022Nr. 3
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Ábyrgd av koppsetingum)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021, kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021, kunngerð nr. 80 frá 13. mai 2021, kunngerð nr. 122 frá 3. august 2021, kunngerð nr. 123 frá 12. august 2021, kunngerð nr. 160 frá 13. desember 2021 og kunngerð nr. 164 frá 15. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingunum.”
2. § 3, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 2 og 3.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 7. januar 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)