9. februar 2006Nr. 3
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons
§ 1
Í kunngerð nr. 2 frá 10. januar 2006 um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons verður í § 1 ”1. januar 2002” broytt til ”31. august 2002”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 9. februar 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrsmaður
/ Rógvi Reinert (sign.)