10. januar 2018Nr. 3
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir grønlendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2018
(Hækkað svartkjaftakvota)
§ 1
Í kunngerð nr. 192 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin hjá skipum undir grønlendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2018 verður í § 2, stk. 1 “13.000 tons” broytt til: “16.000 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. januar 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)