12. januar 2021Nr. 3
Kunngerð um broyting í kunngerð um inntøkutrygd
(Treytir at melda heimafólk til skipanina um inntøkutrygd)
§ 1
Við undirtøku frá Stýrinum verða í kunngerð nr. 164 frá 20. desember 2017 um inntøkutrygd í § 6 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 7. Fiskifar, ið rør út við línu, kann tilmelda heimafólk, knýtt at fiskifarinum, til minstaforvinning.
Stk. 8. Uppgávan hjá heimafólkinum fevnir um at útvega agn, skera agn, egna, rekja línu um og at koyra línu og agn umborð til nýggjan túr.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 12. januar 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)