Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2015Nr. 3
Kunngerð um býtislykil millum tryggingarfeløgini viðvíkjandi tryggingargjaldi og skaða á persón í sambandi við mishald av tryggingarskylduni
Við heimild í § 17, stk. 1 og § 21, stk. 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. maj 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða verður ásett:
§ 1. Tey í § 17, stk. 1 í lógini nevndu tryggingargjøld verða býtt millum tryggingarfeløg, sum tekna tryggingar móti arbeiðsskaðum í Føroyum, samsvarandi útrokningarháttinum í § 3, stk. 2.
§ 2. Ávegis goldið skaðaendurgjald sambært § 56, stk. 3 í lógini, verður fyri hvørt álmanakkaár býtt millum tryggingarfeløg, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, samsvarandi útrokningarháttinum í § 3, stk. 2.
§ 3. Útgoldið endurgjald viðvíkjandi vanlukkutilburðum, sum eru fevndir av § 21 í lógini, verður býtt lutfalsliga millum tryggingarfeløg, sum tekna tryggingar móti arbeiðsskaðum í Føroyum.
Stk. 2. Lutfalsligi parturin hjá tí einstaka tryggingarfelagnum verður í einum álmanakkaári uppgjørdur til eina upphædd, sum svarar til lutfalsliga partin av endurgjaldsútreiðslunum hjá viðkomandi tryggingarfelag í mun til samlaðu endurgjaldsútreiðslurnar í viðkomandi kalendaraári hjá øllum tryggingarfeløgum í Føroyum til mein og mistan vinnuførleika.
Stk. 3. Í útrokningini av útreiðslunum eftir stk. 2 verður sæð burtur frá skaðatilburðum, sum ikki eru tryggingarskyldugir sambært § 11, stk. 2 í lógini.
§ 4. I mars mánaði roknar Vanlukkutryggingarráðið tað endaliga býti millum tryggingarfeløgini við støði í samlaðu endurgjaldsútreiðslunum í undanfarna álmanakkaári. Gjaldið verður býtt eftir reglunum í § 3, stk. 2.
Stk. 2. Fráboðan um ávegis goldnar upphæddir, samlað útgoldið endurgjald, endaliga gjaldið og partin hjá einstaka tryggingarfelagnum, umframt áløgdu rentuupphæddina, sendir Vanlukkutrygginarráðið tryggingarfeløgunum áðrenn endan av mars mánaði. Gjaldið skal rindast seinast 14 dagar eftir dagfestingina á fráboðanini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 13. januar 2015
Johan Dahl (sign.)
landsstyrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)