Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2020Nr. 3
Kunngerð um skeinkiloyvi, hissiniloyvi og virksemi Loyvisnevndarinnar
Við heimild í § 6, stk. 5, § 8, stk. 2, § 14, stk. 3 og § 23, stk. 4 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (matstovulógin) verður ásett:
Skeinkiloyvi
§ 1. Loyvisnevndin kann eftir umsókn veita persónum og feløgum, ið reka virksemi, nevnt í § 1, stk. 3, nr. 1-6 og í § 12, stk. 4 í løgtingslógini skeinkiloyvi.
Stk. 2. Saman við umsóknini, ið skal skrivast á serligt oyðublað, sum fæst frá Loyvisnevndini, skulu leggjast m.a. upplýsingar um aldur, bústað, handilsligan førleika, fíggjarviðurskifti, staðseting o.tíl.
§ 2. Loyvisnevndin ger av, eftir eina samlaða og ítøkiliga meting av umstøðunum í hvørjum einstøkum føri, um loyvi kann verða veitt ella ikki.
Stk. 2. Í loyvinum kunnu ásetast tær treytir, sum Loyvisnevndin í hvørjum einstøkum føri metir neyðugar til tess at fremja ítøkilig fráhaldslig og onnur at hesum knýtt sosial og skilhaldslig sjónarmið.
Stk. 3. Fyri hvørt skeinkiloyvi verður latið gjald, kr. 10.000, sum fer í landskassan.
Stk. 4. Sama gjald verður goldið, tá loyvi verða endurnýggjað.
§ 3. Áðrenn skeinkiloyvi verður veitt, skal ummæli verða fingið til vega frá politinum og kommunalu myndugleikunum á staðnum.
Stk. 2. Skeinkiloyvi kann ikki verða veitt, fyrr enn hølisviðurskiftini og aðrar umstøður lúka tær treytir, ið m.a. eru ásettar í byggilóggávuni, brunalóggávuni, matvørulóggávuni og politiviðtøkunum.
§ 4. Er skeinkiloyvið veitt einum persóni ella einum felag, og skal loyvishavarin ikki sjálvur leiða virksemið, skal navnið á leiðaranum, sbr. § 12, stk. 2 í løgtingslógini, vera tilskilað í loyvinum.
§ 5. Søkjast skal um endurnýggjan av skeinkiloyvinum í seinasta lagi 3 mánaðir fyri, at loyvið fer úr gildi. Virksemið kann halda fram sum vant, meðan umsóknin verður viðgjørd.
Stk. 2. Søkjast skal um nýtt skeinkiloyvi, tá munandi umbyggingar eru gjørdar, tá hølini hava verið brúkt til annað endamál enn tað, sum loyvið varð veitt til, og tá virksemið verður yvirtikið og rikið av øðrum enn upprunaliga loyvishavaranum.
Stk. 3. Meðan umsóknir eftir stk. 2 verða viðgjørdar, er gamla loyvið galdandi, tó ikki longri enn 3 mánaðir.
§ 6. Í skeinkiloyvinum skal í hvørjum einstøkum føri verða tilskilað, hvar skeinkiloyvið er galdandi, hvussu leingi skeinkiloyvið er galdandi og nær loyvt er at skeinkja.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann loyva loyvishavara at skeinkja uttandura á matrikklinum ella beint upp at skeinkingarstaðnum við teimum treytum, sum kommunan setur.
Stk. 3. Loyvishavari hevur skyldu til at ansa eftir, at rúsdrekka ikki verður latið út úr húsunum, sbr. tó stk. 2, og at rúsdrekka bara verður flýggjað gestunum í íløtum at drekka úr á staðnum.
Hissiniloyvi
§ 7. Til støk tiltøk, har almenningurin hevur atgongd, kann Loyvisnevndin veita hissiniloyvi til skeinking. Hissiniloyvi er ikki treytað av, at borðreitt verður við mati. Umsókn um hissiniloyvi skal vera Loyvisnevndini í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar fyri, at tiltakið verður hildið.
Stk. 2. Um loyvishavari, t.e. ein sum hevur skeinkiloyvi frammanundan, stendur fyri skeinkingini, kunnu øll sløg av rúsdrekka skeinkjast.
Stk. 3. Loyvisnevndin kann loyva persóni, sum hevur fylt 25 ár, og sum ikki er revsaður fyri brot á revsilógina, at standa fyri skeinkingini, um skeinkingin er avmarkað til øl ella cider við í mesta lagi 5,8 rúmprosentum av alkoholi og borðvín við í mesta lagi 15 rúmprosentum av alkoholi.
Stk. 4. Loyvisnevndin kunnar politiið um tiltøk eftir stk. 1-3.
Loyvisnevndin
§ 8. Loyvisnevndin veitir skeinkiloyvi og hissiniloyvi og endurnýggjar skeinkiloyvi. Loyvisnevndin kann taka aftur skeinkiloyvi eftir § 16 í løgtingslógini.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann útvega sær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. Nevndarlimir fáa samsýning eftir galdandi reglum.
§ 9. Formaðurin boðar til fundar við hóskandi freist og dagsskrá, tá tørvur er á tí, ella tá tveir av limunum krevja tað.
Stk. 2. Loyvisnevndin er viðtøkufør, tá meirilutin av nevndarlimunum er á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 3. Fundarfrágreiðing verður skrivað frá hvørjum fundi. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í fundarfrágreiðingina. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av teimum limunum, sum vóru á fundi.
Stk. 4. Formaðurin skal ansa eftir, at avgerðir hjá nevndini verða framdar. Avgerðir nevndarinnar skulu undirskrivast av formanninum ella øðrum, sum fær heimild til tess.
Revsing
§ 10. Brot á treytir í loyvum, givin við heimild í hesi kunngerð, verða revsað við sekt.
Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 4 mánaðir, um brotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella tá talan er um endurtøku.
Gildiskoma o.a.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi og kunngerð nr. 61 frá 7. mai 1992 um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 13. januar 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)