15. januar 1990Nr. 3
Kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum á landsins serforsorgarstovnum
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tænastumenn í størvum upp til 20. lønarflokk á landsins serforsorgarstovnum verða settir í starv av Almannastovuni.
§ 2. Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum verða loystir úr starvi á Almannastovuni, tó kann bert landsstýrið loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.
§ 3. Kunngerðin fær gildi frá 1. januar 1988.