Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. januar 2023Nr. 3
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2023
Við heimild í § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1, 3 og 5, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í NEAFC-skipanarøkinum í 2023.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sum er fiskiveiðifelagsskapurin fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum.
2) NEAFC-sáttmálaøkið: Tað økið, ið er fevnt av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlandshavi frá 1980.
3) NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av NEAFC-sáttmálaøkinum, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum.
4) Djúphavsfiskur: Tey fiskasløg, ið eru nevnd í skjali 1.
5) Botnfiskiskapur: Fiskiskapur við reiðskapi, sum undir fiskiskapi vanliga nertur við havbotnin, harundir botntrol og botnlína.
Veiða eftir djúphavsfiski og rækjum
Djúphavsfiskur yvirhøvur
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2023 royna í mesta lagi 341 fiskidagar á teimum leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har botnfiskiskapur er loyvdur eftir teimum í skjali 1 nevndu fiskasløgum.
Stk. 2. Fiskiloyvi til veiði sambært stk. 1 verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2022 høvdu rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2023 hava rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.
Búrfiskur
§ 4. Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 skal samlaða veiðan av búrfiski hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi í NEAFC-skipanarøkinum ikki fara upp um 150 tons í 2023.
Stk. 2. Norðan fyri 48°00'00"N í NEAFC-skipanarøkinum er beinleiðis veiða eftir búrfiski bert loyvd vestan fyri eina linju drigna eftir 18°00'00"V.
Stk. 3. Rættindi at fiska búrfisk sambært stk. 1 verða latin eigara av fiskifari, sum í 2020 hevði loyvi til beinleiðis veiðu eftir búrfiski í NEAFC-skipanarøkinum, ella tí fiskifari hesi rættindi eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 4. Beinleiðis veiða eftir búrfiski kann bert fara fram, um eygleiðari er umborð. Eygleiðarin skal, eftir leiðbeining frá Havstovuni, gera mátingar av fongi, taka sýni o.tíl. Eygleiðarin skal vera komin umborð, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarin skal frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Hávur
§ 5. Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 er veiða av hávi, Squalus acantihias, í NEAFC-skipanarøkinum í 2023 avmarkað til 17.353 tons. Kvotan er felagskvota fyri allar NEAFC-sáttmálapartar.
Stk. 2. Loyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verða latin eigarum av fiskifari, sum í 2022 høvdu rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2023 hava rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.
Veiðibann fyri ávís fiskasløg
§ 6. Øll beinleiðis veiða eftir teimum í skjali 2 nevndu fiskasløgum er bannað.
Veiða eftir rækjum
§ 7. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2023 royna eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, sum er norðan fyri 62°00'00''N.
Stk. 2. Fiskiloyvi til veiði sambært stk. 1 verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2016 fingu fiskiloyvi við rættindum at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum, ella teimum fiskiførum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til.
Stk. 3. Tá roynt verður við troli eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 22 mm millum rimarnar. Loyvt er ikki at brúka ovara posan í samband við skiljiristina.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Ymiskar ásetingar
Tíðaravmarkað gýtingarfriðing
§ 9. Fyri at verja gýtingarleiðir hjá blálongu er allur fiskiskapur við botnreiðskapi bannaður frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°58'76 N, 27°27'32 V
2) 60°56'02 N, 27°31'16 V
3) 60°59'76 N, 27°43'48 V
4) 61°03'00 N, 27°39'41 V
5) 60°58'76 N, 27°27'32 V
Hýsuleiðir
§ 10. Fyri at verja hýsu er allur fiskiskapur, lína undantikin, bannaður á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 57°00'00 N, 15°00'00 V
2) 57°00'00 N, 14°00'00 V
3) 56°30'00 N, 14°00'00 V
4) 56°30'00 N, 15°00'00 V
5) 57°00'00 N, 15°00'00 V
Hávafjarðar
§ 11. Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjarðar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjarðar.
Leiðir, friðaðar fyri botnreiðskapi
§ 12. Fiskifør við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð hava bert loyvi at royna við botnreiðskapi í NEAFC-skipanarøkinum samsvarandi ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC.
Gørn
§ 13. Øll veiða við gørnum er bannað á leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har dýpið er meira enn 200 metrar.
Sýni
§ 14. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 15. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Eygleiðari
§ 16. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, sum fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Fráboðanir
§ 17. Fiskifør, sum fiska í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 3:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 18. Brot á § 4, stk. 2 og 4, § 7, stk. 3, § 8, stk. 2, §§ 9-13 og § 17 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 14 ella 15, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 16.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Fiskiveiðieftirlitið beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskimálaráðið, 17. januar 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)
Skjal 1
Fiskasløg, fevnd av skipanini í fiskiskapi eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi (NEAFC) við fiskidøgum
Føroyskt navn |
Enskt navn |
Latínskt navn |
Glámur, slætthøvd |
Bairds's smooth head |
Alepocehalus bairdii |
Risso's smoothhead |
Risso's smooth head |
Alepocephalus rostratus |
Rottutrónur |
Blue antimora |
Antimora rostrata |
Stinglaksur |
Black scabbard fish |
Aphanopus carbo |
Íslandshávur |
Iceland catshark |
Apristuris spp. |
Gulllaksur |
Greater silver smelt |
Argentina silus |
Alfonsinus |
Alfonsinus |
Beryx spp. |
Brosma |
Tusk |
Brosme brosme |
Skrubbhávur |
Leafscale gulper shark |
Centrophorus squamosus |
Gulper shark |
Gulper shark |
Centrophorus granulosus |
Svarthávur |
Black dogfish |
Centroscyllium fabricii |
Glíggjhávur |
Portuguese dogfish |
Centroscymnus coelolepis |
Langitrantur |
Longnose velvet dogfish |
Centroscymnus crepidater |
Krabbi |
Deep-water red crab |
Chacon (Geyron) affinis |
Havmús |
Rabbit fish |
Chimaera monstrosa |
Állahávur |
Frilled shark |
Chlamydoselachus anguineus |
Havállur |
Conger eel |
Conger conger |
Kubbuta langasporl |
Roundnose grenadier |
Coryphaenoides rupestris |
Høvuðlítli hávur |
Kitefin shark |
Dalatias licha |
Nevhávur |
Birdbeak dogfish |
Deania calceus |
Kikarafiskur |
Black cardinal fish |
Epigonus telescopus |
Døkkhávasløg |
Lantern sharks |
Etmopterus spp |
Døkkhávur |
Great lanternshark |
Etmopterus princeps |
Búksvarti hávur |
Velvet belly |
Etmopterus spinax |
Ringhávur |
Blackmouth dogfish |
Galeus melastomus |
Jensens hávur |
Mouse catshark |
Galeus murinus |
Kjaftsvarti kongafiskur |
Bluemouth redfish |
Helicolenus dactylopterus |
Sekstáknuhávur |
Bluntnose six-gilled shark |
Hexanchus griseus |
Búrfiskur |
Orange roughy |
Hoplostethus atlanticus |
Brynjubúrfiskur |
Silver roughy (pink) |
Hoplostethus mediterraneus |
Fjaðurfagra havmús |
Large-eyed rabbit fish (ratfish) |
Hydrolagus mirabilis |
Silvurstinglaksur |
Silver scabbard fish |
Lepidopus caudatus |
Eelpout |
Eelpout |
Zoarces viviparus |
Úlvfiskur |
Greater eelpout |
Lycodes esmarkii |
Rísna langasporl |
Roughhead grenadier |
Marcrourus berglax |
Blálonga |
Blue ling |
Molva dypterigia |
Longa |
Ling |
Molva molva |
Morafiskur |
Common mora |
Mora moro |
Hornhávur |
Sailfin roughshark (Sharpback shark) |
Oxynotus paradoxus |
Red sea bream |
Red sea bream |
Pagellus bogaraveo |
Lítlabrosmusløg |
Forkbeards |
Phycis spp. |
Lítlabrosma |
Greater forkbeard |
Phycis blennoides |
Rekfiskur |
Wreckfish |
Polyprion americanus |
Klingruskøta |
Round skate |
Raja fyllae |
Íshavsskøta |
Artic skate |
Raja hyperborea |
Svartaskøta |
Norwegian skate |
Raja nidarosiensis |
Svartkalvi |
Greenland halibut |
Reinhardtius hippoglossoides |
Tranthavmús |
Straightnose rabbitfish |
Rhinochimaera atlantica |
Knifetooth dogfish |
Knifetooth dogfish |
Scymnodon ringens |
Lítli kongafiskur |
Small redfish |
Sebastes viviparus |
Hákelling |
Greenland shark |
Somniosus microcephalus |
Spiny scorpionfish |
Spiny scorpionfish |
Trachyscorpia cristulata |
Trant langasporl |
Roughsnout grenadier |
Trachyrinchus scabrus |
Langasporlsløg |
Grenadiers |
Macrouridae |
Skjal 2
Øll beinleiðis veiða eftir hesum fiskasløgum er bannað:
Føroyskt navn |
Enskt navn |
Latínskt navn |
Hemari |
Porbeagle |
Lamna nasus |
Brugda |
Basking shark |
Cetorhinus maximus |
Skjal 3
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |