Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 25-01-2012
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 2 A frá 25. januar 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. januar 2012Nr. 3

 

Kunngerð um veðskuldarlán frá Húsalánsgrunninum til íbúðafeløg og íbúðastovnar

Við heimild í § 5 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011 verður ásett:

§ 1. Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til:

1)   keyp av grundstykki,

2)   keyp av bygningi,

3)   nýbygging og

4)   umvæling.

§ 2. Umsóknin skal vera skrivlig og við umsóknini skulu fylgja:

1)   tekningar,

2)   kostnaðarætlan,

3)   tilfar at meta um verkætlanina,

4)   viðtøkur og fíggjarætlan og

5)   onnur skjøl, sum grunnurin heldur vera neyðug.

Stk. 2. Umsøkjarin ber kostnaðin fyri meting og aðrar útreiðslur í sambandi við lánsveiting.

§ 3. Íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum fáa lán úr Húsalánsgrunninum, skulu hava viðtøkur, sum eru góðkendar av stýrinum fyri Húsalánsgrunnin.

Stk. 2. Viðtøkurnar skulu m.a. áseta, hvørt talan er um eigara-, luta- ella leiguíbúðir ella um talan er um eina samanseting av hesum, skal býti vera greitt.

Stk. 3. Viðtøkurnar skulu m.a. fevna um:

1)   reglugerð fyri roknskap,

2)   ársaðalfund,

3)   grannskoðan,

4)   nevnd ella stýrið og

5)   hvussu verður við ognunum hjá felagnum og ella stovninum um virksemið steðgar ella felagið og ella stovnurin verður tikin av.

§ 4. Húsalánsgrunnurin kann seta byggitøknilig krøv til byggjarí, krøv til orkunýtslu, stødd, dygd o.a.

§ 5. Húsalánsgrunnurin tekur avgerð um lániumsóknina við støði í eini meting um afturgjaldsevni og eftir einari heildarmeting.

§ 6. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin ásetir mestu upphædd á lánum, sum grunnurin veitir.

§ 7. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin ásetir útlánsrentuna og kostnaðin fyri lán hjá grunninum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna rentuásetingina.

§ 8. Afturgjaldstíðin fyri lánini kann vera upp í 30 ár.

Stk. 2. Renta verður roknað 4 ferðir árliga. Lánsgjøldini falla til gjaldingar mánaðarliga ella eftir avtalu.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 19. januar 2012

 

Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður

/ Atli Suni Leo (sign.)