3. april 2009Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
§ 1
Í kunngerð nr. 62 frá 17. september 2004 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1, nr. 1, litra a, verður eftir 1. pkt. sett inn: “Dýpdaravmarkingin fevnir tó ikki um fiskiskap eftir havtasku á Ytsta Banka og á tí partinum av Ytra Banka, sum er vestan fyri 10°11' V og sunnan fyri 60°38' N.”
2) Í § 2, stk.1 verður eftir 1. pkt. sett inn: “Hetta er tó ikki galdandi fyri fiskiskap við gørnum á leiðum norðan fyri 62°39’N og vestan fyri 8°V.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 3. apríl 2009
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)