Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2011Nr. 30
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 24 frá 6. apríl 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
Landsstýrismenninir eru:
Í fíggjarmálum: Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Í mentamálum: Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Í innlendismálum, teir partar sum viðvíkja kommunuviðurskiftum: Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Í vinnumálum: Johan Dahl Sambandsflokkurin, Vágur.
Í fiskivinnumálum: Johan Dahl Sambandsflokkurin, Vágur.
Í almannamálum: Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin, Sandavágur.
Í heilsumálum: John Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Í innlendismálum, tó ikki teir partar sum viðvíkja kommunuviðurskiftum: John Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.“
2) Í § 7 a ganga út orðini „, fiskivinnumálum og innlendismálum“.
3) Sum nýtt pkt. 3 a verður sett inn í § 32:
„3 a) L. nr. 170 af 18. mai 1937 for Færøerne om Grandestævne m.m., sbr. ræðislógini § 2.“
§ 2
Fráboðanin fær gildi 4. mai 2011.
Løgmansskrivstovan, 4. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)