Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mars 2026Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026
(Dagførd kvotutøl og ófiskað kvota í 2025 flutt til 2026)
§ 1
Í kunngerð nr. 236 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður “25.000 tons” broytt til: “35.881 tons”.
2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 2.523 tons av makreli, ið ikki vórðu fiskað í 2025, flutt til at verða fiskað í 2026.”
3. Í § 3, stk. 1 verður “14.535 tons” broytt til: “30.225 tons”.
4. Í § 3, stk. 2 verður “12.410 tons” broytt til: “26.961 tons”.
5. Í § 4, 1. pkt. verður “5.626 tons” broytt til: “12.222 tons”.
6. Í § 5, 1. pkt. verður “1.191 tons” broytt til: “2.588 tons”.
7. Í § 6, 1. pkt. verður “299 tons” broytt til: “649 tons”.
8. Í § 7, 1. pkt. verður “299 tons” broytt til: “649 tons”.
9. Í § 8, 1. pkt. verður “2.068 tons” broytt til: “4.493 tons”.
10. Í § 9, 1. pkt. verður “608 tons” broytt til: “1.321 tons”.
11. Í § 10, 1. pkt. verður “213 tons” broytt til: “462 tons”.
12. Í § 11, 1. pkt. verður “202 tons” broytt til: “440 tons”.
13. Í § 12, stk. 1 verður “42 tons” broytt til: “92 tons”.
14. Í § 12, stk. 2 verður “44 tonsini” broytt til: “92 tonsini”.
15. Í § 14, stk. 1 verður “782 tons” broytt til: “1.699 tons”.
16. Í § 15, stk. 1, 1. pkt. verður “2.125 tons” broytt til: “3.264 tons”.
17. Í § 16, stk. 1 verður “1.080 tons” broytt til: “2.346 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 11. mars 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)