12. apríl 1996Nr. 30
Kunngerð um forboð fyri innflutningi og sølu av ávísum matvørum úr Stórabretlandi, sum broytt við kunngerð nr. 37 frá 17. apríl 1996
Við heimild í § 12, jbr. § 8 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tað er forboðið at innflyta ella selja neyta- og seyðakjøt, seyðarhøvd og aðrar matvørur av neyti og seyði, sum hava uppruna í Stórabretlandi.
§ 2. Brot á hesa kunngerð verður revsað sambært ásetingunum í lógini.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.