19. mars 2019Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir í ávísum økjum í 2019
(Økt kvota av norðhavssild)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 7. februar 2019 um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir í ávísum økjum í 2019 verður í § 2, nr. 3 “4.695 tons” broytt til: “4.896 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 19. mars 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)