Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mars 2025Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um kelduvatn og natúrligt mineralvatn
(Broytt heimildaráseting, fylgibroytingar til heilsufrøðiligu kunngerðina, kæra o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 74 frá 26. mai 2020 um kelduvatn og natúrligt mineralvatn, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í innganginum verður aftan á “§ 43, stk. 2 og 3” sett: “, § 56, stk. 1”.
2. Í § 3, stk. 5 verður “kunngerð um innaneftirlit” broytt til: “§ 6, stk. 1 og 2 í kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu”.
3. Í § 10, 4. pkt. verður “kunngerð um innaneftirlit” broytt til: “kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu”.
4. Aftan á § 16 verður sett:
“Kæra
§ 16 a. Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað.”
5. Í skjali 5 verður nr. 6 orðað soleiðis:
“6) 5) Aluminium, Al”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 19. mars 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)