Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2020Nr. 30
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi í 2020
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2, 4 og 9 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir kongafiski í NEAFC-skipanarøkinum í ICES-økjunum I og II í 2020.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sambært Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980.
2) NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av økinum, sum er umfataður av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980, og sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum.
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska kongafisk í NEAFC-skipanarøkinum í ICES-økjunum I og II. Fiskiskapurin skal steðga, tá fráboðanir til NEAFC vísa, at fiskifør hjá sáttmálapørtunum samanlagt hava fiskað 13.686 tons í økinum.
Stk. 2. Loyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið persóni ella felag, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska kongafisk í NEAFC-skipanarøkinum í ICES-økjunum I og II. Kvotan verður latin fiskiførunum sum felagskvota.
Stk. 3. Rættindahavari, sambært stk. 2, kann luttaka í fiskiskapinum við sama tali av fiskiførum, sum viðkomandi hevði rætt at fáa fiskiloyvi til í 2019.
§ 4. Fiskiskapur, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap frá Vørn.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 5. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri kongafisk fiskaður sambært hesi kunngerð:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,70.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,70.
3) Japan-skorin: 1,70.
4) Flak, við skræðu og beinum: 4,77.
5) Flak, uttan skræðu, við beinum: 4,77.
6) Flak, uttan skræðu og bein: 4,77.
§ 6. Loyvt er ikki at brúka trol við meskastødd minni enn 100 mm.
Sýni
§ 7. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, kann verða álagt at taka sýni, gera mátingar av fongi o.tíl. eftir leiðbeining frá Havstovuni.
§ 8. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Vørn krevur gjald fyri eygleiðara frá fiskifarinum. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
§ 9. Fiskifar, sum fiskar í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
2) Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 føroyska tíð, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
§ 10. Brot á § 4, stk. 2, §§ 5, 6 og 9 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóggávu. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum eftir § 3, stk. 1, 2. pkt. og §§ 7 og 8.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2020 og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 26. mars 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |