Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. apríl 2026Nr. 31
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026
(Fiskiskapur eftir toski)
§ 1
Í kunngerð nr. 230 frá 30. desember 2025 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 2 verður sum kapittul 1 a sett:
“Kapittul 1 a
Fiskiskapur eftir toski
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2 a. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu frá 1. apríl til og við 31. desember 2026 fiska í mesta lagi 3.433 tons av toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap.
Stk. 2. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu fram til 15. apríl 2026 fiska í mesta lagi 80,80 tons av toski í NAFO-deildarøki 3L.
Stk. 4. Heildarkvotan sambært stk. 3 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota.
Fiskiloyvi
§ 2 b. Fiskiskapur eftir toski í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 2 c. Tá fiskað verður eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, skal skiparin taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt á toski eftir leiðbeining frá Havstovuni.”
2. Í § 24, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Brot á § 2 c, § 7, stk. 2, §§ 9-14, § 15, 2. pkt., § 16, § 17, stk. 1, 1. pkt., § 18, § 19, stk. 2 og 3 og §§ 20-23 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 1. apríl 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)