Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. mai 2006Nr. 31
Kunngerð um fakliga nevnd til børn við serligum tørvi
Við heimild í § 32 d, stk. 3 í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg, jf. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg”, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005 verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin setur eina óhefta nevnd at gera tilmæli í teimum førum, tá ið ivamál er, um barn er fevnt av dagstovnalógini ella av forsorgarlógini.
Stk. 2. Í førum har ein kommuna ikki metir seg vera føra fyri at játta ansingarpláss til eitt barn, tí barnið hevur ein heilt serligan tørv, skal kommunan, áðrenn avgerð er tikin, sambært dagstovnalógini beina málið víðari til Almannastovuna. Um Almannastovan í tílíkum førum ikki metir, at barnið skal hava tilboð sambært forsorgarlógini, skal Almannastovan leggja málið fyri nevndina.
Stk. 3. Øll mál, ið semja ikki er um millum kommununa og Almannastovuna, skulu leggjast fyri nevndina.
§ 2. Landsstýrismaðurin velur 3 serfrøðingar til ávikavist limir og varalimir í nevndina.
Stk. 2. Limir og varalimir verða valdir fyri 4 ár í senn.
Stk. 3. Nevndin verður mannað við 3 serfrøðingum, sum t.d. barnalækna, barnapsykiatara, sálarfrøðingi, heilsufrøðingi, námsfrøðingi, fysioterapeuti e.l.
Stk. 4. Starvsfólk hjá Almannastovuni ella umsitingini hjá teimum einkultu kommununum, kunnu ikki taka sæti í nevndini.
Stk. 5. Fundarsamsýningar, ferðaútreiðslur, dag- og tímapeningur til nevndarlimir verður goldin í samsvari við rundskriv um nevndarsamsýningar.
§ 3. Í sambandi við virksemið hjá nevndini, hava Almannastovan og kommunan skyldu til at lýsa málið fyri nevndini.
Stk. 2. Nevndin metir um barnið er fevnt av dagstovnalógini ella um barnið hevur ein so serligan tørv, at barnið er fevnt av forsorgarlógini.
Stk. 3. Nevndin kann ráðføra seg við aðrar serfrøðingar um nevndin metir tað er neyðugt.
Stk. 4. Nevndin miðar eftir at koma ásamt um tilmæli í tí einkulta málinum. Um nevndin er ósamd, er vanligur atkvøðumeiriluti galdandi.
§ 4. Áðrenn nevndin ger tilmæli, skulu foreldur ella verji hjá barninum hoyrast.
Stk. 2. Nevndin ger tilmæli innan 4 vikur eftir, at nevndin er kallað saman.
Stk. 3. Almannastovan tekur avgerð eftir tilmæli frá nevndini.
§ 5. Avgerðin hjá Almannastovuni kann kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 1. mai 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria á Dul (sign.)