Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mars 2000Nr. 31
Kunngerð um rættin hjá donskum løntakarum at verða fevndir av danskari arbeiðsloysistrygging
Við heimild í § 31, stk. 2, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verður ásett:
§ 1. Persónur, sum móttekur a-inntøku í Føroyum, har arbeiðið ikki ætlast at vara longri enn 6 mánaðir, kann velja, um hann vil vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging.
§ 2. Persónur, ið velur at vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging sambært § 1, er undantikin gjaldsskyldu sambært § 7 í lógini.
§ 3. Persónur, ið velur at vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging, skal, áðrenn arbeiðið verður byrjað, senda umsókn til Arbeiðsloysisskipanina um at vera frítikin gjaldsskyldu.
Stk. 2. Saman við umsóknini eftir stk. 1, skal sendast váttan frá arbeiðsgevara, um ætlaða arbeiðstíðarskeiðið í Føroyum og limaskjalsváttan frá donskum a-kassa.
§ 4. Arbeiðsloysisskipanin metir og ger av, um persónur lýkur treytirnar fyri at sleppa undan gjaldsskyldu, og boðar Toll- og Skattstovu Føroya frá, um umsóknin verður gingin á møti.
Stk. 2. Í fráboðanini eftir stk. 1 skal skilliga vera ásett, hvat tíðarskeið frítøkan fyri gjaldsskyldu til Arbeiðsloysisskipanina fevnir um.
§ 5. Um arbeiðið í Føroyum, sum upprunaliga ikki var ætlað at vara longri enn 6 mánaðir, seinni vísir seg at vara longri enn 6 mánaðir, hevur persónur gjaldsskyldu til Arbeiðsloysisskipanina, eftir at hava verið í arbeiði í 6 mánaðir.
§ 6. Varir arbeiðið væntandi longri enn 6 mánaðir, hevur persónur gjaldsskyldu til Arbeiðsloysisskipanina frá tí degi, viðkomandi byrjar at arbeiða í Føroyum.
§ 7. Um lønarútgjalding er farin fram, og gjald til Arbeiðsloysisskipanina er kravt, áðrenn Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið støðu til gjaldsskylduna, og tað seinni vísir seg at persónurin, tá lønarútgjalding fór fram, leyk treytirnar fyri at verða frítíkin gjaldsskyldu, endurrindar Arbeiðsloysisskipanin persóninum kravdu upphæddina fyri avvarðandi tíðarskeið. Arbeiðsloysisskipanin skal geva Toll- og Skattstovu Føroya fráboðan um slíkar broytingar.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 181 frá 28. desember 1993 um rættin hjá donskum løntakarum at vera fevndir av donsku arbeiðsloysistryggingini í sambandi við arbeiði í Føroyum, sum ikki roknast at vara longri enn 6 mánaðir.
Vinnumálastýrið, 14. mars 2000
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)