Nr. 31 15. apríl 2016
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging
(Broyttur inngangur og áseting av gjaldi fyri 2016-2017)
§ 1
Í kunngerð nr. 63 frá 16. september 2004 um sjálvbodna trygging, sum seinast broytt við kunngerð nr. 18 frá 23. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 15, stk. 2 og § 21 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. verður ásett:”
2. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tryggingargjaldið til sjálvbodnu tryggingina sambært § 21 í dagpeningalógini fyri tíðarskeiðið 1. juni 2016 til 31. mai 2017 er 7.024,00 kr.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 15. apríl 2016
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)