Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mars 2025Nr. 31
Kunngerð um broyting í kunngerð um tillutan av aliloyvum
(Aling á landi og nýtt skjal 3)
§ 1
Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 26. juni 2019 og kunngerð nr. 77 frá 8. juli 2024 verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Loyvi verður ikki givið til aling uttan fyri teir alifirðir, sum nevndir eru í skjali 1 og 2.
Stk. 2. Aling á landi kann loyvast á økjum, nevnd í skjali 3, treytað av, at aling ikki er á sjónum, og økið ikki er skilmarkað sum alifjørður.
Stk. 3. Nýggj aliloyvi á teimum í skjali 1 og 2 nevndu alifirðum og nýggj aliloyvi á landi, sbrt. skjali 3, verða latin í útbjóðingarumførum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. Aliumsitingin bjóðar aliloyvi út í almennari lýsing.”
2. Skjal 1 verður sett sum skjal 3 í kunngerð nr. 82. frá 14. juni frá 2019 um tillutan av aliloyvum.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 19. mars 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 3
Aling á landi
1) Skálavík
2) Viðareiði”