Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2019Nr. 31
Kunngerð um flutning av persónupplýsingum til útlond
Við heimild í § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004, og eftir ummæli frá Dátueftirlitinum, verður ásett:
Persónupplýsingar, sum eru viðkvæmar
§ 1. Persónupplýsingar, sum eru viðkvæmar, kunnu bert við loyvi frá Dátueftirlitinum flytast til tey útlond, sum nevnd í skjali 1.
Stk. 2. Viðkvæmar persónupplýsingar, sum eru fevndar av kunngerð um fráboðanarskyldu og undantøk frá reglunum um viðgerðarloyvi, kunnu uttan loyvi frá Dátueftirlitinum flytast til tey útlond, sum nevnd í skjali 1. Tó skal flutningurin fráboðast Dátueftirlitinum.
Persónupplýsingar, sum ikki eru viðkvæmar
§ 2. Persónupplýsingar, sum ikki eru viðkvæmar, kunnu uttan loyvi frá Dátueftirlitinum flytast til tey útlond, sum nevnd í skjali 1. Tó skal flutningurin fráboðast Dátueftirlitinum.
Gildiskoma
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer kunngerð nr. 33 frá 11. apríl 2005 um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum úr gildi.
Løgmansskrivstovan, 21. mars 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rúni Rasmussen (sign.)
Skjal 1
1) Andorra
2) Argentina
3) Belgia
4) Bulgaria
5) Danmark
6) Estland
7) Eysturríki
8) Finnland
9) Frankaríki
10) Gibraltar
11) Grikkaland
12) Guernsey
13) Isle of Man
14) Italia
15) Írland
16) Ísland
17) Ísrael
18) Jersey
19) Lettland
20) Liktinstein
21) Litava
22) Luksemborg
23) Kanada, tó bert um flutningurin er til vinnuligar fyritøkur
24) Kekkia
25) Kroatia
26) Kýpros
27) Malta
28) Niðurlond
29) Noreg
30) Ný Sæland
31) Pólland
32) Portugal
33) Rumenia
34) Slovakia
35) Slovenia
36) Spania
37) Sameinda Kongsríkið, t.e. Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland
38) Svøríki
39) Sveis
40) Týskland
41) Ungarn
42) Uruguai