Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2020Nr. 31
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir heystgýtandi sild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020
Við heimild í § 22, stk. 1, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4, 6 og 9 og stk. 3, § 38, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020.
§ 2. Heildarkvotan av heystgýtandi sild til føroysk skip í 2020 verður sett til 11.750 tons.
Stk. 2. Kvotan, sambært stk. 1, verður latin teimum persónum ella feløgum, sum í 2019 høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska av egnari árskvotu av heystgýtandi sild á føroysku landleiðunum. Kvotuparturin hjá hvørjum rættindahavara er, tá henda kunngerð fær gildi, samanløgdu egnu kvotupartarnir í hvørjum fiskiloyvi, sambært 1. pkt., sum viðkomandi hevði rætt til í 2019. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 3. Fiskiskapur eftir heystgýtandi sild, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Umsókn um fiskiloyvi skal sendast Vørn.
Leiðir og reiðskapur
§ 4. Fiskiskapur av kvotunum sambært § 2, stk. 1 kann bara fara fram við uppsjóvartroli ella við nót. Loyvt er bert at fiska á leiðum uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum sunnan fyri 62°30' N.
Stk. 2. Grundlinjurnar, sambært stk. 1, eru tær, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterretoriet ved Færøerne.
§ 5. Hóast ásetingina í § 4 er veiða við uppsjóvartroli ikki loyvd á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður:
1) 62°30.000' N, 008°18.000' V
2) 62°17.923' N, 008°45.035' V
3) 62°12.051' N, 008°46.020' V
4) 61°49.202' N, 008°41.782' V
5) 61°32.835' N, 008°20.627' V
6) 61°27.762' N, 008°06.833' V
7) 61°21.794' N, 007°50.775' V
8) 61°17.148' N, 007°19.971' V
9) 60°41.011' N, 006°46.459' V
10) 60°35.009' N, 006°37.340' V
11) 60°34.959' N, 006°08.948' V
12) 60°58.284' N, 005°33.527' V
13) 61°09.478' N, 005°23.391' V
14) 61°21.514' N, 005°03.171' V
15) 62°13.116' N, 004°07.157' V
16) 62°30.000' N, 004°58.000' V
17) 62°30.000' N, 008°18.000' V
§ 6. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki, ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi, og § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.
Partroling
§ 7. Fiskifar við fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild kann partrola saman við fiskifari, sum eisini hevur fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Tað er bara loyvt at skifta fiskifar, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum fiskifari, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Landing
§ 8. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
§ 9. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, ið er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum fiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, ið er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing.
§ 10. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur skal fyri hvørja avreiðing ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meiri enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 11. Í beinleiðis veiðu eftir heystgýtandi sild skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meiri enn 10% í tali. Heystgýtandi sild, ið er minni enn 25 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá Vørn biður um tað.
§ 12. Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 13. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Heystgýtandi sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
§ 14. Tá heystgýtandi sild verður veidd við uppsjóvartroli, skulu meskarnir ikki vera minni enn 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir heystgýtandi sild.
§ 15. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri heystgýtandi sild:
1) Kruvd, við høvdi: 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað: 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,00.
4) Flak uttan skræðu, við beinum: 2,00.
5) Flak uttan skræðu og bein: 2,00.
6) Fiskamjøl: 5,11.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 16. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meira enn 15 mm í tvørmát.
§ 17. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 18. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 19. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Verður veiðan fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Virking umborð
§ 20. Í 2020 er loyvt at virka veiðu umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir.
Stk. 2. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Eygleiðari
§ 21. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Vørn krevur gjald fyri eygleiðara frá fiskifarinum. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Fráboðanir
§ 22. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið byrjar fiskiskap.
2) Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 føroyska tíð, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Skipið skal boða frá, tá tað gevst at fiska. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið gevst at fiska.
§ 23. Brot á § 4, stk. 1, §§ 5-8, § 9, stk. 2, § 10, § 11, stk. 2, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1, §§ 15-17, § 18, 2. pkt., § 19 og §§ 21 og 22 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum sambært § 18, 1. pkt., ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 20, stk. 1.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 26. mars 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapurin byrjar.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin, áðrenn kl. 12 føroyska tíð.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið gevst at fiska.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |