Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2010Nr. 31
Kunngerð um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju, sum seinast broytt við kunngerð nr. 28 frá 1. mars 2023
Við heimild í §§ 6, 7 og 8, í løgtingslóg nr. 177 frá 22. desember 2009 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. verður ásett:
§ 1. 1) Hendan kunngerðin er galdandi fyri verjumál fyri ómyndug og fyri fíggjarlig viðurskifti fevnd av øðrum verjumáli fyri vaksin eftir kapittul 1 og 2 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.
Kapittul 1.
Hvar skal ogn setast
§ 2. Reglurnar í hesum kapitlinum eru galdandi fyri
1) ogn, sum skal umsitast í eini góðkendari umsitingardeild, sbr. § 2, stk. 1 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a., og
2) ogn, sum verður umsitin av verjanum, sbr. § 2, stk. 2, nr. 2 í løgtingslógini
§ 3. Ogn, sum ikki er sett inn sum kontant innistandandi, skal setast í virðir eftir niðanfyristandandi reglum.
§ 4. Setast kann í rentuberandi lánsbrøv, um hesi vera handlaði á einum skipaðum marknaði, sbr. stk. 2, og eru útgivnin í eini peningaeind hjá einum av teimum í stk. 2 nevndu londunum.
Stk. 2. Er marknaðurin í einum EU/EØS-landi, skal marknaðurin lúka treytirnar, nevndar í artikul 4, nr. 14 í “direktiv om markeder for finansielle instrumenter”. Er marknaðurin uttan fyri eitt ES/EØS-land, skal marknaðurin vera limur av The World Federation of Exchanges og vera í einum landi, sum er fullur limur í Felagsskapinum fyri Fíggjarligum Samarbeiði og Menning (OECD).
Stk. 3. Setast kann ikki í premiulánsbrøv.
Stk. 4. Reglurnar í § 10, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2 vera brúktar samsvarandi, tá sett verður í vinnulánsbrøv og konvertibul lánsbrøv.
§ 5. Lánsbrøv kunnu ikki keypast fyri ein prís, sum fer upp um áljóðandi virðið. Lánsbrøv, sum verða útdrigin við einum ískoyti upp á eitt ávíst prosenttal av áljóðandi virðinum, kunnu tó keypast fyri ein prís, sum ikki fer upp um útdragingarupphæddina.
§ 6. 1) Í mesta lagi helvtin av ognini, sbr. tó § 7, stk. 2, § 9, stk. 3, og § 11, kann setast í
1) vinnulánsbrøv og konvertibul lánsbrøv,
2) íløgufeløg ella deildir hjá slíkum,
3) sparikassaskjøl fyri ábyrgdarkapital og lutakassaskjøl fyri lutakapital, og
4) partabrøv.
§ 7. 1) Setast kan í partar av íløgufeløgum ella deildir hjá slíkum, um hesar koma undir “lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.” ella samsvarandi ES/EØS-lóggávu. Tað er ein treyt, at tað í viðtøkunum hjá íløgufelagnum ikki er áseting um
1) at felagið kann geva árligan stuðul av ognini til humaniterar ella almenngagnligar felagsskapir,
2) at felagið kann luta út av síni ogn tey ár, tá vinningurin av íløgum ikki samsvarar við tørvin fyri inntøku, ella
3) at útloysing ikki kann vera gjørd í einum frammanundan ásettum tíðarskeiði.
Stk. 2. Øll ogn kann, uttan mun til markið í § 6, verða sett í partar av íløgufeløgum ella deildir hjá slíkum, um felagið ella deildin sambært viðtøkum sínum einans kann gera íløgur í lánsbrøv, sum lúka krøvini í § 4, stk. 1 og 2, og um tað sambært viðtøkunum í mesta lagi kann setast 50 prosent í vinnulánsbrøv, og um tað ikki kann verða sett í premiulánsbrøv og konvertibul lánsbrøv. Tað er eisini ein treyt, at viðtøkurnar hjá íløgufelagnum ikki hava ásetingar, som nevnt í stk. 1, 2. pkt., nr. 1-3.
§ 8. Tað kann vera sett í sparikassaskjøl fyri ábyrgdarkapital ella lutakassaskjøl fyri lutakapital, um skjølini sambært viðtøkum sparikassans ella lutakassans eru umsetilig.
Stk. 2. Reglurnar í § 10, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2 verða brúktar samsvarandi.
§ 9. Tað kann verða sett í partabrøv, um hesi verða handlaði á einum skipaðum marknaði, sbr. stk. 2, og eru útgivin í eini peningaeind hjá einum av teimum í stk. 2 nevndu londunum.
Stk. 2. Er marknaðurin í einum EU/EØS-landi, skal marknaðurin lúka treytirnar, nevndar í artikul 4, nr. 14 í “direktiv om markeder for finansielle instrumenter”. Er marknaðurin uttan fyri eitt ES/EØS-land, skal marknaðurin vera limur av The World Federation of Exchanges og vera í einum landi, sum er fullur limur í Felagsskapinum fyri Fíggjarligum Samarbeiði og Menning (OECD).
Stk. 3. Við víðkan av partabrøvum kann tekningarrætturin, sum er knýttur til partabrøvini, verða brúktur, hóast farið verður út um markið, sum er ásett í § 6, og hóast partabrøvini ikki lúka treytirnar í stk. 1 og 2. Tað sama er galdandi við móttøku av frípartabrøvum (fondsaktier).
§ 10. Í einum felagi kunnu í mesta lagi keypast partabrøv svarandi til 15 prosent av partapeningi felagsins. Harafturat kunnu einans keypast partabrøv, sum sambært avgerð, tikin á seinasta vanliga aðalfundi felagsins, hava givið vinning, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Í mesta lagi 15 prosent av ognini kann setast í partabrøv í einum felagi.
Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 verða ikki brúktar upp á frípartabrøv (fondsaktier) ella partabrøv, sum við víðkan av partabrøvum verða fingin við at brúka tekningarrættin, sum er knýttur til partabrøvini.
Stk. 4. 1) Við umskipan av sparikassum og lutakassum til partafeløg eftir §§ 207-213 i bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed kunnu sparikassaskjøl fyri ábyrgdarkapital og lutakassaskjøl fyri lutakapital, uttan mun til stk. 1, 2. pkt. verða umbýtt við partabrøv eftir § 208, stk. 2 í nevndu lóg. Verður tað við umskipanini gjørt eitt holdingfelag, sum skal halda fram við sparikassapartafelagnum ella lutakassapartafelagnum, kunnu skjølini, uttan mun til stk. 1, 2. pkt. verða umbýtt við partabrøv í holdingfelagnum.
§ 11. Upphæddir, sum verða fingnar við avhending af ognum, sum nevnt í § 6, kunnu aftur verða settar í samsvarandi ognir, hóast farið verður út um markið, sum er ásett í § 6.
§ 12. Við keyp av ogn verður útrokningin av mørkunum í § 6 og § 10, stk. 2 gjørd grundað á kursvirðið á teimum ognum, sum verða umsitnar av eini umsitingardeild um tað mundið, tá fleiri ognir verða fingnar. Um ongin almenn kursáseting er, verður skjalprógvaða handilsvirðið lagt til grund.
Stk. 2. Umsitur verjin ogn eftir § 2, stk. 2, nr. 2 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a., verður virðið av hesum ognum um tað mundið, tá fleiri ognir verða fingnar, lagt til grund fyri útrokningini eftir stk. 1.
§ 13. Ogn kann setast í í fastogn aftur fyri tinglýst veð í ognini, um veðbrævið saman við frammanfyristandandi prioritetum umroknaðir til kontantvirðið, hevur eina trygd, sum er innan fyri 80 prosent av virðismetingini, og um ognin hevur hóskandi brunatrygd.
Stk. 2. Veðbrævið kann ikki verða keypt fyri ein prís, sum er hægri enn restskuldin.
§ 14. 2) Ogn, sum aftur fyri veð, verður sett í fastogn, sum verjin eigur, skal góðkennast av Familjufyrisitingini.
Stk. 2. 2) Ogn, sum aftur fyri veð, verður sett í fastogn, sum varandi heilt ella partvíst er innrættað og ætlað til serligt vinnuvirksemi, skal góðkennast av Familjufyrisitingini.
§ 15. 2) Familjufyrisitingin kann geva loyvi til, at ogn verður sett í á annan hátt enn ásett í hesum kapitlinum, um serligar umstøður tala fyri hesum.
Kapittul 2.
Umsiting
§ 16. Ogn, sum er 75.000 kr. ella hægri, skal umsitast í eini góðkendari umsitingardeild, sbr. løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. § 2, stk. 1.
Stk. 2. Ogn, sum er minni enn 75.000 kr., skal umsitast í eini umsitingardeild, um hendan frammanundan umsitur ogn, ella um tað verður roknað við, at ognin seinni fer upp um 75.000 kr.
Stk. 3. Um ognin seinni fer undir 75.000 kr., og tað ikki kann roknast við, at ognin aftur gerst 75.000 kr. ella hægri, letur umsitingardeildin eftir áheitan verjanum ognina.
Stk. 4. Er ognin heilt ella partvís eitt krav mótvegis verjanum, skal ognin altíð umsitast í eini umsitingardeild.
§ 17. 3) Verjin umsitur ogn, sum ikki sambært løgtingslógini um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. § 2, stk. 1, skal umsitast í eini umsitingardeild. Familjufyrisitingin kann tó, um serligar grundir eru fyri hesum, gera av, at ognin, sum verður umsitin av verjanum, skal umsitast í eini umsitingardeild.
§ 18. Ogn, sum skal umsitast í eini umsitingardeild, kann ikki verða umsitin í fleiri umsitingardeildum.
Stk. 2. Verjin avger í hvørjari umsitingardeild, ognin skal verða umsitin. Umsitingardeildin skal við 3 mánaðar ávaring flyta ognina til umsiting í eini aðrari umsitingardeild, um verjin biður um tað.
Stk. 3. 2) Reglan í stk. 2 er ikki galdandi, um tað í testamenti ella við gávubrævi er avgjørt, at ognin skal umsitast í eini ávísari umsitingardeild. Hevur ein arvaleggjari ella ein gávugevari tikið slíka avgerð, kan verjin einans krevja at fáa ognina flutta í eina aðra umsitingardeild, um Familjufyrisitingin játtar hesum.
Stk. 4. 2) Ein umsitingardeild, sum hevur fingið ogn at umsita, kann einans við játtan frá Familjufyrisitingini uppsiga umsitingina.
§ 19. Av inntøkunum kann verjin, uttan mun til um ein møgulig ogn verður umsitin av verjanum ella av eini umsitingardeild, lata eina upphædd upp á í mesta lagi 20.000 kr., ella tað, sum harumframt má roknast at vera neyðugt til framhaldandi útreiðslur, standa á eini serligari kontu í einum peningastovni hjá tí, sum er undir verju. Verjin skal geva kontuni átekning um, at hon er fevnd av umsiting verjans.
Stk. 2. Verjin kan harafturat, hóast reglurnar í kapittul 2, hava hjá sær reiðan pening upp til 1.500 kr, um hetta má roknast at vera neyðugt.
Latan av ogn til eina umsitingardeild
§ 20. 3) Almennir myndugleikar, tryggingarfeløg, pensjónskassar og peningastovnar, sum gjalda út framhaldandi veitingar til verjan, skulu boða frá hesum. Fráboðan skal altíð gevast Familjufyrisitingini. Fráboðanin skal eisini gevast til umsitingardeildina, um hendan umsitur ogn fyri tann, sum er undir verju. Fráboðanin skal upplýsa navn og bústað hjá verjanum, og navn, bústað og p-tal hjá tí, sum er undir verju, umframt støddina á mánaðarligu bruttoveitingini um tað mundið, tá boðað verður frá.
Stk. 2. 1) Tað skal ikki gevast fráboðan um pensjónsveitingar, sum verða útgoldnar sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
§ 21. Frammanundan ella samstundis sum ogn verður latin eini góðkendari umsitingardeild at umsita, skal tann, sum rindar inn ognina, lata inn eina umsitingarfráboðan til umsitingardeildina. Avrit av møguligum testamenti, búsuppgerð, gávubrævi ella annað skjalprógv skal leggjast við. Eisini skal hjáleggjast dóps- ella føðiváttan og skjalprógv fyri p-talinum hjá tí, sum er undir verju. Er verjin tilnevndur, skal verjutilnevningin hjáleggjast.
§ 22. Umsitingarfráboðanin skal upplýsa
1) navn, bústað og p-tal hjá tí, sum er undir verju,
2) navn, bústað og p-tal hjá verjanum,
3) hvaðani ognin stavar frá,
4) møguligar serligar ásetingar í umsitingargrundarlagnum um útgjald av rentum og vinningsbýti og um útgjald av ognini,
5) støddin og samansetingin av ognini, og
6) um kontohavari fær pensjón.
Stk. 2. Um ogn, sum er fevnd av verjumálinum, er bundin, skal umsitingarfráboðanin upplýsa, sum ásett í stk. 1, umframt upplýsa um
1) navn arvaleggjarans og bústaðin við deyða og deyðsdagin,
2) hvussu búgvið er uppgjørt,
3) longd á ognarbindingini, og
4) í hvønn mun kapitalurin er tvingsilsarvur, men einans um frávik við testamenti er gjørt frá vanligu reglunum um umsiting av bundnum arvi.
§ 23. 2) Umsitingardeildin skal hava teldutilfar um stovnaðar kontur tøkt til Familjufyrisitingina, tá biðið verður um tað. Tilfarið skal fyri hvørja kontu sær innihalda upplýsing um
1) p-tal hjá tí, sum er undir verju,
2) kontunummar í umsitingardeildini,
3) dagfesting tá kontan varð stovnað,
4) støddin og samansetingin av ognini, gjørt upp á lánsbrøv, partabrøv, reiðuupphædd og annað,
5) um ognin er bundin, fyri rentunjótingarkapital eisini upplýsing um, um tann, sum er undir verju, er kapitaleigari ella rentunjótari, og
6) um verjin er roknskaparskyldugur
Stk. 2. 2) 1) Teldutilfarið skal latast í einum excel-fíli og sendast Familjufyrisitingini elektroniskt.
§ 24. Umsitingardeildin skal ansa eftir, at ognin, sum sambært umsitingarfráboðanini skal latast inn til umsitingardeildina, verður latin inn.
Stk. 2. Tvingsilsinnheinting av ogn kann vanliga einans verða framd við samtykki verjans.
§ 25. Umsitur umsitingardeildin ogn, skal deildin gera ta skráseting, notering og tinglýsing, sum er nevnd í § 4 í Bekendtgørelse for Færøerne om værgemål, fyri ta ogn, sum verður umsitin í umsitingardeildini við tilskilan um, at ognin er undir umsiting v.m. hjá umsitingardeildini.
Stk. 2. Fyri hvørt verjumál sær skal umsitingardeildin árliga gera eitt yvirlit yvir ognirnar, sum deildin umsitur. Yvirlitið skal eisini vísa tilgongd og frágongd í árinum. Yvirlitið skal fylgja álmanakkaárinum.
Umsiting hjá umsitingardeildini
§ 26. Umsitingardeildin skal innseta reiðan pening á uppsøgn til hægstu vanligu innlánsrentu ella eftir áheitan frá verjanum setast á anfordring. Tá ein upphædd verður fingin við útdraging, innfrían ella á annan hátt, skal umsitingardeildin boða verjanum frá hesum við umbøn um at upplýsa, hvussu ognin skal setast, um tað ikki er gjørd serlig avtala um hetta.
Stk. 2. Fer upphæddin, sum stendur á anfordring, upp um 75.000 kr., skal umsitingardeildin skrivliga kunna verjan um hetta og biðja verjan avgera, hvussu upphæddin skal setast. Verjin skal samstundis fáa fráboðan um, at um umsitingardeildin ikki innan 2 mánaðir hevur fingið áheitan um ávísa setan, so verður innistandandi reiðupeningurin settur á uppsøgn til hægstu vanligu innlánsrentu.
Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 verða ikki brúktar, um umsitingardeildin veit, at upphæddin um stutta tíð aftur fer niður um 75.000 kr.
§ 27. Umsitingardeildin skal ansa eftir, at setan aftur (“genanbringelse”) verður gjørd samsvarandi § 3 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. og kapittul 2 í hesi kunngerð.
§ 28. Umsitingardeildin kann vanliga einans við samtykki frá verjanum selja ogn, uppsiga veðbrøv og skuldarbrøv, brúka ella selja tekningarrættindi ella partabrævarættindi og seta reiðan pening í. Slík gerð kann fremjast uttan samtykki verjans, um tað ikki ber til at fáa váttan frá verjanum, ella gerðin er neyðug fyri at varðveita kapitalin.
Stk. 2. 3) Áheitan um rættarlig stig grundað á umsitin virðisbrøv, kann vanliga einans verða innlatin við samtykki frá verjanum. Er verjin skuldnari sambært virðisbrævinum, kann slík áheitan einans verða latin inn við góðkenning frá Familjufyrisitingini.
§ 29. Umsitingardeildin skal góðkenna broyting í trygdini um ella í skyldunum sambært virðisbrøvum, heruppií skuldaryvirtøku. Avgerðin krevur vanliga samtykki frá verjanum.
Stk. 2. 3) Er verjin skuldnari sambært virðisbrævinum, krevja broytingar eftir stk. 1 góðkenning frá Familjufyrisitingini.
Stk. 3. Undirskrift hjá umsitingardeildini kemur í staðin fyri undirskrift verjans við umsitnum ognum.
§ 30. 2) Gevur verjin ikki samtykki eftir reglunum í § 24, stk. 2, § 28, stk. 1 og 2, og § 29, stk. 1, og heldur umsitingardeildin, at hetta ikki er í samsvari við áhugamálini hjá tí, sum er undir verju, skal spurningurin leggjast fyri Familjufyrisitingina. Tað sama er galdandi, um umsitingardeilin annars heldur avgerðir verjans ikki vera í samsvari við áhugamálini hjá tí, sum er undir verju.
§ 31. Umsitingardeildin skal í umsitingini av veðbrøvum og øðrum virðisbrøvum, sum eru útgivin sambært “bekendtgørelse om ydelse af henstand med udbetaling af umyndige livsarvingers arv” ansa eftir, at treytir í virðisbrævinum um rindan av rentu og aðrar serligar treytir verða hildnar.
§ 32. Atkvøðurættin sambært umsitnum ognum hevur verjin, um ikki annað er avgjørt. Umsitingardeildin skal taka sær atkvøðurættin, um umsitingardeildin gerst varug við, at tað er neyðugt fyri at varðveita ognina ella fyri at tryggja framtíðar vinning av ognini.
Stk. 2. Fellur vinningurin til ein annan enn kapitaleigaran, fellur atkvøðurætturin altíð til umsitingardeildina, um ikki annað er avgjørt.
§ 33. Umsitingardeilin skal annars ansa eftir, at ognin verður umsiting á tryggjandi hátt, heruppií at virðisbrøv ikki fyrnast.
§ 34. 3) 1) Umsitingardeildin skal ansa eftir, at útgjalding av ogn ella partar av henni einans verður gjørd við góðkenning frá Familjufyrisitingini, sbr. § 39 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.
Stk. 2. 3) Letur verjin inn umsókn til umsitingardeildina um frígeving av ogn, skal umsitingardeildin senda umsóknina víðari til Familjufyrisitingina við upplýsing um stødd og samanseting av ognini og møguligar aðrar upplýsingar.
§ 35. Falnar rentur verða eftir áheitan útgoldnar til verjan inntil 12 mánaðir aftaná forfallstíð, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 3) Umsitingardeildin kann við góðkenning frá Familjufyrisitingini avgera, at einans partur av rentunum verður útgoldin, um samlaða inntøkan ivaleyst má metast at fara upp um tað, sum tann, sum er undir verju, tørvar.
§ 36. 3) Um umsitingardeildin flýggjar út ogn til verjan sambært § 16, stk. 3, skal umsitingardeildin boða Familjufyrisitingini frá hesum.
§ 37. Tá verjumálið heldur uppat, skal ognin uttan uppsøgn vera tøk hjá tí, sum var undir verju, ella deyðsbúgvi hansara. Bundin ogn verður framhaldandi umsitin í samsvari við ásetingarnar í testamenti, gávubrævi o.l.
Kapittul 3.
Eftirlit við umsitingardeildunum og kæra
§ 38. Starvsfólk í umsitingardeildunum hava tagnarskyldu um tað, sum tey fáa kunnleika um viðvíkjandi umsiting av ogn.
§ 39. Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við umsitingardeildunum. Tryggingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar frá umsitingardeildunum, sum eru neyðugar fyri eitt fullgott eftirlit.
§ 40. 2) 1) Avgerðir hjá umsitingardeildum og avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya kærustovn.
§ 41. 2) 1) Grundað á eina tímauppgerð sendir Tryggingareftirlitið árliga uppgerð yvir kostnaðin av eftirliti sambært § 39 til landsstýrismannin.
Stk. 2. 2) 1) Ein upphædd at nýta til eftirlit skal hvørt ár verða avtalað frammanundan við landsstýrismannin. Metir Tryggingareftirlitið í árinum, at avtalaða upphæddin ikki kemur at røkka, skal Tryggingareftirlitið sum skjótast boða landsstýrismanninum frá hesum.
Kapittul 4.
Gildiskoma
§ 42. Hendan kunngerð kemur í gildi 1. mai 2010
Innlendismálaráðið, 27. apríl 2010
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)