Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. apríl 2012Nr. 32
Kunngerð um ískoyti til brillustell og brillugløs, sum broytt við kunngerð nr. 78 frá 24. mai 2018
Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1. 1) Heilsutrygd veitir árligt ískoyti sambært fylgiskjali 1 til keyp av einum brillum ella brillugløsum til børn undir 16 ár, til fólk, sum eru fylt 67 ár og til fyritíðarpensjónistar.
Stk. 2. Ískoyti til børn undir 16 ár kann tó verða veitt árliga til tvinnar brillur ella brillugløs, um tørvur er á broyttum stelli ella gløsum.
§ 2. Ískoyti er ikki treytað av ávísing frá lækna uttan so, at hetta er ásett í fylgiskjalinum.
§ 3. Ískoyti verður veitt móti kvittan, sum verður latin Heilsutrygd, ella sambært avtalu millum veitara og Heilsutrygd um beinleiðis avrokning.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2012.
Heilsumálaráðið, 12. apríl 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Fylgiskjal 1
Tabel yvir ískoyti við keyp av brillum hjá børnum og ungum undir 16 ár og persónum, eldri enn 67 ár.
|
|
|
Krónur | |
|
Brillustell |
|
360 | |
|
Brillugløs meniskengløs |
| ||
|
|
Sfærisk |
Frá plan til 4 |
250 |
|
|
Frá 4,25 til 10 |
300 | |
|
Frá 10,5 til 25 |
450 | ||
|
Torisk |
Frá plan til 4 sph. = 0,12 til 4 cyl. |
350 | |
|
|
Frá 4,25 til 10 sph. = 0,12 til 4 cyl. |
375 | |
|
Frá 10,5 til 25 sph. = 0,12 til 4 cyl. |
550 | ||
|
Frá plan til 4 sph. = 4,25 til 8 cyl. |
400 | ||
|
Frá 4,25 til 10 sph. = 4,25 til 8 cyl. |
450 | ||
|
Frá 10,5 til 25 sph. = 4,25 til 8 cyl. |
670 | ||
|
Brillugløs dupultfocusgløs |
| ||
|
|
Sfærisk |
Frá plan til 4 (avst.) |
300 |
|
|
Frá 4,25 til 10 (avst.) |
310 | |
|
Frá 10,5 til 20 (avst.) |
380 | ||
|
Torisk |
Frá plan til 4 sph. (avst.) = allar cyl. |
350 | |
|
|
Frá 4,25 til 10 sph. (avst.) = allar cyl. |
380 | |
|
Frá 10,5 til 20 sph. (avst.) = allar cyl. |
425 | ||
|
Annað ískoyti |
| ||
|
|
Prismuvirkningar allar styrkir og glastypur |
160 | |
|
Tónaði gløs, ávíst av lækna |
Menisken- og lentikulargløs |
80 | |
|
|
Dupultfocusgløs |
120 | |
|
Lentikulargløs |
Minus (konkav) styrkir yvir 10 |
80 | |
|
|
Plus (konveks) styrkir yvir 10 |
250 | |
|
Plus (konveks) lættvekt, styrkir yvir 10 |
300 | ||
|
Plus (konveks) asfærisk, lættvekt, styrkir yvir 10 |
325 | ||
|
Matteraði gløs |
120 | ||
|
Serlig sjónarhjálparráð |
| ||
|
|
Lupbrillugløs, aniseikonisk gløs |
490 | |
|
|
Kikarabrillur |
|
325 |