14. mars 2000Nr. 32
Kunngerð um rætt til útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini hjá persónum, sum hava havt arbeiði í Danmark
Við heimild í § 31, stk. 2, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verður ásett:
§ 1. Persónur, sum hevur havt arbeiði og a-inntøku í Danmark, og hevur verið limur í donskum arbeiðsloysiskassa, kann írokna skjalprógvaða arbeiðsloysistryggjaða a-inntøku og skjalprógvað tryggingar- og arbeiðstíðarskeið í Danmark til tess at lúka treytirnar um útgjald av arbeiðsloysisstuðli í lógini.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 180 frá 28. oktober 1993 um rætt til útgjald frá arbeiðsloysistryggingini hjá persónum, sum hava havt arbeiði ella uppihald í Danmark.
Vinnumálastýrið, 14. mars 2000
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)