Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. apríl 2018Nr. 32
Kunngerð um at bjóða út rættindi til at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu í 2018
Við heimild í § 19, stk. 2 og 6-8 og § 20, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Kapittul 1
Almennar ásetingar
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð fevnir um uppboðssølu í 2018 av rættindum at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum sambært § 15 í løgtingslógini.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Uppboðssølugjald: Gjald til uppboðssøluhaldaran fyri uppboðssøluna.
2) Seria: Partur av kvotu, ið verður boðin út í senn.
3) Sølulinja: Partur av einu seriu, sum verður boðin út fyri seg.
4) Sølukvota: Nøgd av heildarkvotu, sum verður boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt ár í senn, miðallong rættindi fyri 3 ár í senn ella langtíðar rættindi fyri 8 ár í senn.
Atgongd til at bjóða upp á rættindi á uppboði
§ 3. Rættindi at veiða kunnu bjóðast persóni ella felag, sum lýkur treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal lýsa við uppboðssøluni í minsta lagi 5 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Lýst verður alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Stk. 3. Persónur ella felag, ið ætlar at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skal lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn. Millum annað skal skjalprógvast, at persónar ella feløg lúka treytirnar í § 5, stk. 1, og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri víkja frá freistunum í stk. 2 og 3.
Stk. 5. Góðkenning, sambært § 5, stk. 1 í løgtingslógini, verður latin teimum, sum reka ella hava ætlan um at reka virksemi innan fiskivinnu. Vørn tekur avgerð um góðkenning sambært § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
Fiskiloyvi
§ 4. Fiskiskapur av rættindum, keypt á uppboði sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum undir føroyskum flaggi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi.
Stk. 3. Keypt rættindi verða latin sum egin árskvota.
Stk. 4. Fyri 3 og 8 ára rættindi fylgir tann nøgd í tonsum, sum er keypt á uppboðssølu, lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í sølukvotuni í tonsum árini aftaná 2018. Rættindi til atgongd uttan fyri føroyskan sjógv fylgja lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í tonsum í samlaðu atgongdini at veiða einstøku fiskasløgini uttan fyri føroyskan sjógv.
Trygd
§ 5. Uppboðssøluhaldarin skal tryggja, at keypari hevur veitt trygd fyri, at gjaldið fyri rættindi at veiða, keypt á uppboði, verður goldið.
Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin skal tryggja, at trygd er fyri uppboðssølugjaldinum til uppboðssøluhaldaran.
Stk. 3. Trygdin skal vera veitt, tá boð verður latið og skal vera galdandi, til rindað er.
Stk. 4. Fyri 3 og 8 ára rættindi skal trygd setast á hvørjum ári. Trygdin skal, árini 2019 og fram, setast svarandi til gjaldið árið fyri. Trygdin skal vera veitt, áðrenn fiskiloyvið verður útskrivað, og trygdin skal vera galdandi, til rindað er.
Stk. 5. Keypari kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn ta trygd hann, sambært stk. 1, hevur veitt.
Stk. 6. Um rættindi, keypt á uppboðssølu, seinni verða avhendað, er trygdin hjá seljara galdandi í árinum, rættindini verða avhendað. Trygdin er galdandi, til rindað er. Fyri 3 og 8 ára rættindi veitir keyparin trygd fyri árini aftaná tað árið, rættindini eru avhendað. Vørn skal tryggja, at keyparin veitir trygd fyri, at gjald fyri rættindi at veiða verða goldin, áðrenn nýtt fiskiloyvi verður skrivað út.
Áseting av gjaldi fyri rættindi at veiða
§ 6. Fyri rættindi, keypt á uppboði, verður gjaldið fyri 2018 ásett á uppboðssølu sambært kapittul 2 og 3.
Stk. 2. Fyri 3 og 8 ára rættindi verður gjaldið fyri árini aftaná 2018 ásett sum goldna upphæddin í 2018 í krónum fyri kilo, faldað við lutfallinum millum miðal avreiðingarprísin í 2018 og miðal avreiðingarprísin í árinum, gjaldast skal fyri, fyri hvørt fiskaslag sær.
Stk. 3. Miðal avreiðingarprísurin verður uppgjørdur grundað á avreiðingarprísir frá Vørn, í rundari vekt, fyri hvørt fiskaslag sær, sum kunnu fáast til vega, tá gjaldið skal gerast upp.
Innkrevjing
§ 7. Vørn sendir persóni ella felag, sum á uppboði hevur keypt rættindini at veiða í 2018, rokning fyri gjaldið fyri rættindini. Rokning verður send, tá uppboðssølan er hildin. Upphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2018. Gjaldast skal, hóast avreitt ikki verður.
Stk. 2. Fyri 3 og 8 ára rættindi sendir Vørn rokning fyri gjald fyri hvørt ár aftaná 2018, tá árið er lokið, fyri tey í árinum tillutaðu rættindi. Rokning verður send til persón ella felag, sum eigur rættindini 1. januar í tí ári, rokning verður send fyri. Gjaldið fellur til gjaldingar 20. í mánaðanum aftaná, at rokning er send. Gjaldið skal rindast, hóast avreitt ikki verður.
Stk. 3. Verður gjald ikki goldið rættstundis, kann Vørn innloysa trygdina, sum er veitt fyri gjaldið.
Stk. 4. Er trygd, sambært § 5, sett í reiðum peningi, kann keypari lata uppboðssølugjald og síðani gjald fyri rættindi at veiða, keypt á uppboði, mótrokna beinanvegin, tá keypt er. Møgulig restskuld fellur til gjaldingar eftir reglunum í hesi grein.
Kapittul 2
Opin uppboðssøla
§ 8. Opin uppboðssøla merkir, at øll, ið bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða, og bjóðað verður, til ongin longur bjóðar yvir. Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina til prísin, ið svarar til boðið, samanber tó § 11, stk. 3.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur skyldu at taka við hægsta boði ella havna teimum øllum og boða øllum teimum, sum hava boðið, frá hesum. Verða øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í hesi kunngerð.
§ 9. Vørn er uppboðssøluhaldari av opnari uppboðssølu. Vørn kann gera avtalu við privatan uppboðssøluhaldara at halda opna uppboðssølu.
Stk. 2. Tilmelding, til at luttaka í opnari uppboðssølu, fer fram hjá uppboðssøluhaldara.
Stk. 3. Tað áliggur einum og hvørjum, ið luttekur í opnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og tær treytir, sum eru galdandi fyri at bjóða upp á rættindi at veiða.
Uppboðssølan í 2018
§ 10. Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum um tíðarætlanina fyri opnari uppboðssølu av til samans hesum nøgdum av eitt ára rættindum:
1) 50.000 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
2) 5.000 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
Stk. 2. Rættindini av veiða svartkjaft og norðhavssild verða seld í upp til tvær seriur fyri hvørt fiskaslag.
§ 11. Hvør seria verður seld í sølulinjum. Landsstýrismaðurin ásetir tal og stødd á sølulinjum á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Stk. 2. Hvør sølulinja verður seld til hægstbjóðandi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av uppboðssøluhaldara, tá sølan fer í gongd.
Stk. 4. Keyparin kann velja bert at keypa part av sølulinju. Uppboðssøluhaldari kann áseta minstamark fyri keypi av parti av sølulinju. Ikki seldir partar av sølulinju verða síðani seldir í nýggjari sølulinju, til alt er selt. Støddin á hesum sølulinjum verður ásett av uppboðssøluhaldara og fráboðað so hvørt, meðan selt verður.
Stk. 5. Uppboðssølugjaldið er 10.000 kr. fyri hvørja seriu. Gjaldið verður býtt á vinnandi boðini lutfalsliga eftir nøgd. Uppboðssølugjaldið fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið. Uppboðssølugjaldið fer til uppboðssøluhaldaran. Uppboðssøluhaldarin krevur gjaldið inn.
Stk. 6. Um Vørn ger avtalu við privatan uppboðssøluhaldara sambært § 9, stk. 2, kann gjaldið verða eitt annað enn ásett í stk. 5.
Kapittul 3
Afturlatin uppboðssøla
§ 12. Afturlatin uppboðssøla merkir, at bjóðað verður innan ásetta freist í brævbjálva. Upphædd og nøgd, ið persónur ella felag, sambært § 3, bjóðar, skal vera loynilig, til uppboðssølan er avgreidd og allir keyparar funnir.
§ 13. Selt verður í serium.
Stk. 2. Hvørt boð skal tilskila, hvørja nøgd bjóðari er áhugaður í at keypa og hvønn prís í krónum og oyrum, hann er til reiðar at gjalda fyri hesa nøgd, kr/kg.
Stk. 3. Innkomin boð verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst og síðani lækkandi, til útbodna nøgdin er rokkin. Boðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum boðum, sum koma upp í part, ásetir eindarprísin, ið øll skulu rinda.
Stk. 4. Boðgevi kann lata upp til 5 boð inn fyri hvørja seriu.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av uppboðssøluhaldara, eftir at boðini eru latin inn, men áðrenn tey verða latin upp.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin hevur skyldu at taka við hægstu boðunum, sambært stk. 2, ella havna teimum øllum og boða luttakarunum frá hesum. Verða øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í hesi kunngerð.
§ 14. Um tann, sum gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, sum hann hevur bjóðað uppá, tí samlaða útbodna nøgdin er rokkin, kann hann lata alla sína nøgd innaftur. Nøgdin verður tá bjóðað honum við hægsta vinnandi eindarprísi. Letur hesin eisini nøgdina innaftur, verður hon bjóðað honum við næsthægsta vinnandi eindarprísi. Soleiðis verður farið fram víðari, til nøgdin er avhendað. Eru fleiri við sama boði, verður nøgdin boðin teimum lutfalsliga í mun til tonsatal.
Stk. 2. Hava fleiri givið boð við sama eindarprísi, ið er komið upp í part seinast, tá útbodna nøgdin er rokkin, verður nøgdin lutað út millum hesi lutfalsliga í mun til tonsatalið, um tey ikki fáa alla nøgdina, ið tey hava bjóðað uppá. Um tann, sum gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, sum hann hevur bjóðað uppá, tí útbodna nøgdin er rokkin, kann hann lata alla nøgdina innaftur. Farið verður fram eftir reglunum í stk. 1.
Stk. 3. Keypir ongin av vinnandi boðgevunum nøgd, ið verður latin innaftur sambært stk. 1 og 2, ger landsstýrismaðurin av, um nøgdin verður seld í opnari uppboðssølu ella enn einaferð í afturlatnari uppboðssølu sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 15. Vørn er uppboðssøluhaldari av afturlatnari uppboðssølu.
Stk. 2. Tað áliggur einum og hvørjum, ið letur boð í afturlatnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og kunna seg um tær treytir, sum eru galdandi fyri at kunna bjóða upp á rættindi at veiða.
§ 16. Uppboðssølugjaldið er 10.000 kr. fyri hvørja seriu. Gjaldið verður býtt á vinnandi boðini eftir nøgd. Uppboðssølugjaldið fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið. Uppboðssølugjaldið fer til uppboðssøluhaldaran. Uppboðssøluhaldarin krevur inn gjaldið.
Uppboðssølan 2018
§ 17. Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum um tíðarætlanina fyri afturlatnari uppboðssølu av til samans hesum nøgdum av eitt ára rættindum:
1) 18.169 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
2) 5.150 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
3) 4.226 tons av makreli í føroyskum og ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
4) 4.057 tons av makreli í føroyskum og norskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
5) 874 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N.
6) 2.655 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
7) 336 tons av botnfiski við Svalbard.
Stk. 2. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 5, eru 632 tons av toski, 147 tons av hýsu, 68 tons av upsa og 27 tons av øðrum botnfiski. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 6, eru 2.302 tons av toski, 230 tons av hýsu og 123 tons av hvassaspreki. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 7, eru 271 tons av toski og 65 tons av øðrum botnfiski.
Stk. 3. Botnfiskur verður boðin út í hvørjari seriu við sama lutfalli millum fiskasløgini, sum nevnd í stk. 2.
§ 18. Rætturin at veiða 18.169 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 2. Rætturin at veiða 5.150 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 3. Rætturin at veiða 4.226 tons av makreli í føroyskum og ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 4. Rætturin at veiða 4.057 tons av makreli í føroyskum og norskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 5. Rætturin at veiða 874 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
Stk. 6. Rætturin at veiða 2.655 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
Stk. 7. Rætturin at veiða 336 tons av botnfiski við Svalbard verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
§ 19. Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum um tíðarætlanina fyri afturlatnari uppboðssølu av til samans hesum nøgdum av 3 ára rættindum:
1) 7.000 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
2) 780 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
3) 873 tons av makreli í føroyskum og norskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
4) 227 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 4, eru 196 tons av toski, 20 tons av hýsu og 11 tons av hvassaspreki.
§ 20. Rætturin at veiða 7.000 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 2. Rætturin at veiða 780 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 3. Rætturin at veiða 873 tons av makreli í føroyskum og norskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 4. Rætturin at veiða 227 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
§ 21. Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum um tíðarætlanina fyri afturlatnari uppboðssølu av til samans hesum nøgdum av 8 ára rættindum:
1) 14.000 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
2) 1.560 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
3) 1.760 tons av makreli í føroyskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
4) 224 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N.
5) 453 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 4, eru 161 tons av toski, 38 tons av hýsu, 18 tons av upsa og 7 tons av øðrum. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 5, eru 393 tons av toski, 39 tons av hýsu og 21 tons av hvassaspreki.
§ 22. Rætturin at veiða 14.000 tons av svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til trimum serium.
Stk. 2. Rætturin at veiða 1.560 tons av norðhavssild í føroyskum og íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 3. Rætturin at veiða 1.760 tons av makreli í føroyskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til fimm serium.
Stk. 4. Rætturin at veiða 224 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
Stk. 5. Rætturin at veiða 453 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
Kapittul 4
Samskifti og kunngering av upplýsingum
§ 23. Upplýsingar viðvíkjandi opnari uppboðssølu, her uppi í dagfesting, tal av serium og stødd á sølulinjum, vera atkomuligar á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldarum.
§ 24. Upplýsingar viðvíkjandi afturlatnari uppboðssølu, her uppi í dagfesting og stødd av serium, vera atkomuligar á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldarum.
§ 25. Áðrenn og meðan ein søla í opnari uppboðssølu er í gongd, verður ikki upplýst, hvør er tilmeldaður, hvussu nógv eru tilmeldað ella nøvnini á teimum, ið eiga einstøku boðini.
Stk. 2. Tá ein søla hevur verið, kunnger uppboðssøluhaldari á síni heimasíðu hesar upplýsingar:
1) Tal av teimum, ið hava luttikið í uppboðnum.
2) Navn á tí, sum hevur vinnandi boðið.
3) Upphæddin, ið rindast skal.
§ 26. Tá sølan í opnari og afturlatnari uppboðssølu er liðug, almannakunnger landsstýrismaðurin og uppboðssøluhaldarin tær upphæddir á vinnandi boðunum og navnið á teimum, ið hava vunnið uppboðssøluna.
§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 17. apríl 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)