Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. apríl 2019Nr. 33
Kunngerð um tónleikaútflutningsstovu
Við heimild í § 2, stk. 2 og § 3 í løgtingslóg nr. 185 frá 21. desember 2018 um tónleikaútflutningsstovu verður ásett:
Endamál og uppgávur
§ 1. Tónleikaútflutningsstovan skal virka fyri útflutningi av føroyskum tónleiki og skal:
1) Marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og veita ráðgeving um tónleikaútflutning.
2) Veita ráðgeving til útlendskar fyritøkur og tónleikarar, ið leita sær føroyskar samstarvspartar.
3) Virka fyri at hækka førleikastøðið innan tónleikaútflutning og tónleikavinnu í Føroyum.
Stýrið
§ 2. Leiðslan í tónleikaútflutningsstovuni er hjá einum stýri við fýra limum, sum landsstýrismaðurin setur, har av ein eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum og tveir eftir tilmæli frá tónleikavinnuni.
Stk. 2. Tilmælandi partarnir fyri tónleikavinnuna eru:
1) Føroya tónleikarafelag,
2) Felagið føroysk tónaskøld,
3) Einleikarafelagið,
4) G! Festivalurin og
5) TUTL.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin velur formannin millum teir fýra stýrislimirnar.
Dagligur leiðari
§ 3. Stýrið setur dagligan leiðara, sum skal taka sær av vegleiðing, ráðgeving, marknaðarføring o.ø. uppgávum hjá tónleikaútflutningsstovuni. Dagligi leiðarin útinnir sítt virksemi eftir fulltrú frá stýrinum. Stýrið kann eisini seta onnur starvsfólk.
Góðkenning av leigumáli
§ 4. Landsstýrismaðurin skal góðkenna staðseting av og leigumál hjá tónleikaútflutningsstovuni.
Fundarsamsýning
§ 5. Stýrið fær fundarsamsýning sum ásett av Fíggjarmálaráðnum. Formaðurin fær dupulta samsýning.
Skrivstovuhald
§ 6. Skrivstovuhaldið er hjá Vinnuframa, sum m.a. skal taka sær av bókhaldsviðurskiftunum og roknskaparviðurskiftunum hjá tónleikaútflutningsstovuni. Stýrið gevur skrivstovuni nærri boð um skrivstovuhaldið.
Fígging og roknskapur
§ 7. Tónleikaútflutningsstovan hevur sjálvstøðuga játtan á løgtingsfíggjarlógini, og kann eisini hava inntøkur í sambandi við virksemið.
Stk. 2. Tónleikaútflutningsstovan fylgir játtanarreglum og roknskaparreglum landsins undir hesum Búskaparskipan landsins.
Kæra
§ 8. Fyrisitingarligar avgerðir, sum tónleikaútflutningsstovan hevur tikið, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 2. apríl 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)