12. apríl 1996Nr. 33
Kunngerð um ellisakfør
Við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 13. juni 1995 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og sum er skrásett sum ellisakfar.
§ 2. Ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning.
§ 3. Ellisakfar skal í mesta lagi koyra 5000 km. um árið.
§ 4. Ellisakfar skal sýnast á hvørjum árið. Bileftirlitið skal eisini vátta, at akfarið hevur uprunaskap, og at akfarið ikki hevur koyrt meira enn 5000 km. síðani seinasta sýn.
§ 5. Ellisakfar fær fráboðan um at koma til sýn fyrstu ferð ein dag í summarhálvuni. Eftir hetta verður ikki send fráboðan um sýn, men verður eigarin sjálvur at síggja til, at bilurin verður sýnaður aftur, tá eitt ár er gingið +/- 1 mánað.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur gildi frá 1. juli 1995.