Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mars 2025Nr. 33
Kunngerð um heilsufrøðiligt eftirlit og almannakunngering av eftirlitsúrslitum
Við heimild í § 54 og § 58, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger heilsufrøðiligt eftirlit og almannakunnger eftirlitsúrslit frá matstovum o.tíl., nevnd í stk. 2, við tí endamáli at kunna brúkarar um viðurskifti, sum hava týdning fyri matvørutrygd o.a.
Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri støð, har matvøra verður seld brúkarum, undir hesum handlar, út-við-veiting, matstovur o.tíl., og sum er løggildað ella skrásett eftir reglum í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.
Standardiserað frágreiðing t.e. brámynd
§ 2. Tá ið Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur eftirlit á støðum, nevnd í § 1, stk. 2, verður, við støði í eftirlitsfrágreiðingini, eisini gjørd ein standardiserað frágreiðing, nevnd brámynd, sum á einfaldan hátt gevur brúkarum viðkomandi kunning um matvørutrygd, íroknað reinføri, merking o.a.
Stk. 2. Brámyndin vísir við einføldum symboli og teksti, sbr. skjal 1, úrslitið av eftirlitsfrágreiðingini.
Stk. 3. Saman við brámyndini skal vera stutt kunning um tað, sum er kannað og staðfest.
Almannakunngering
§ 3. Brámyndin skal heingjast upp, beinanvegin Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur útflýggjað hana, og skal hanga á sjónligum stað beint við inngongdina, so brúkarar lættliga kunnu kunna seg um eftirlitsúrslitið.
Stk. 2. Um virkið ikki hevur egna inngongd, skal brámyndin heingjast soleiðis, at brúkarar lættliga fáa kunnað seg um eftirlitsúrslitið.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at broyta, rætta, strika ella skoyta upp í tað, sum stendur á brámyndini.
Stk. 4. Brámyndin skal heingjast upp, hóast virkið hevur kært úrslitið ella hevur biðið um nýtt eftirlit sambært § 6.
§ 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal almannakunngera eftirlitsúrslitini á heimasíðu síni innan fimm yrkadagar aftaná, at eftirlitið er framt.
Eftirlit
§ 5. Eftirlitið, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur, fer fram sambært reglum, ið eru ásettar við heimild í løgtingslógini, og fevnir tað m.a. um at kanna mannagongdir og leiðslu, høli og útgerð, handfaring av mati og matgerð, sporføri og merking.
Nýtt eftirlit
§ 6. Tá ið virkið hevur rættað brot, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest, og hevur boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá tí, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan skjótast gjørligt fremja nýtt eftirlit.
Stk. 2. Nýggja eftirlitið kann, alt eftir slagi og vavi á staðfestum brotum, fremjast við eftirliti á staðnum ella við talgildum skjalaeftirliti. Virkið skal sambært § 52, stk. 1, í løgtingslógini geva Heilsufrøðiligu starvsstovuni atgongd til øll viðkomandi skjøl.
Stk. 3. Fyri nýtt eftirlit verður gjald kravt sambært § 30, stk. 2 og 3, í kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu.
Eigaraskifti o.a.
§ 7. Tá eigaraskifti er fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sambært § 16 í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan brámyndina hjá undanfarna eigara burtur. Heilsufrøðiliga starvsstovan útflýggjar nýggja brámynd, tá nýtt eftirlit er framt. Heilsufrøðiliga starvsstovan leggur hereftir nýggju eftirlitsfrágreiðingina á heimasíðu stovnsins.
§ 8. Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður revsað við sekt fyri brot á § 3.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persóni sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 19. mars 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Í eftirlitsfrágreiðingini sambært § 2, stk. 2 og 3, verða úrslitini sett upp soleiðis, sum víst er niðanfyri.
Ein brámynd verður givin fyri hvørt eftirlit. Eftirlitið verður gjørt sambært viðkomandi reglum, ið eru ásettar við heimild í løgtingslógini. Eftirlitið fevnir um stýring av heilsufrøðiligum viðurskiftum, m.a. innan hesi øki: framleiðslu, temperaturi, reinføri, merking o.a.
Sama um eitt ella fleiri øki verða kannað, verður bara ein brámynd givin.
Verður bara eittans øki kannað, verður brámyndin eyðvitað givin fyri tað kanningarúrslitið. Verða fleiri øki kannað, verður brámyndin givin fyri tað lakasta úrslitið. Hetta merkir, at hóast Heilsufrøðiliga starvsstovan ongar viðmerkingar hevur til t.d. trý øki, men staðfestir frávik á einum øki, verður endaliga brámyndin givin við støði í hesum seinasta kanningarúrsliti. Brámyndin verður tá annaðhvørt strangt brá ella misnøgt brá.
Í skjalið verða eisini sett symbolini frá trimum teimum seinastu eftirlitinum, um eftirlit hevur verið.
Symbolini eru hesi:
Fegið brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ongar viðmerkingar. Úrslitið verður víst við hesum symboli:
Strangt brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávik frá reglunum og hevur t.d. givið boð, sett forboð ella sett tiltøk í verk. Úrslitið verður víst við hesum symboli:
Misnøgt brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik frá reglunum ella staðfest afturvendandi brot á reglurnar. Úrslitið verður víst við hesum symboli: