Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2001Nr. 34
Kunngerð um endurrindan av útreiðslum í sambandi við kolvetnisvirksemi
Við heimild í § 32, stk. 4, í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, verur ásett:
§ 1. Loyvishavarar, ið hava fingið loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, skulu endurrinda útreiðslur myndugleikin hevur í sambandi við viðgerð av málum um loyvi og góðkenning v.m., og av eftirlitinum við at lógin og reglur og treytir settar sambært lógini, verða hildnar.
Stk. 2. Loyvishavarar skulu endurrinda útreiðslur myndugleikin hevur av kanningum, ráðgevaraveitingum, heruppí tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum v.m.
§ 2. Gjaldið, ið skal rindast myndugleikanum eftir § 1, stk. 1, verður ásett við støði í einari uppgerð yvir tímatalið, ið nýtt er til viðgerðina og eftirlitið. Tímagjaldið er 740 krónur.
Stk. 2. Útreiðslur, sum myndugleikin hevur eftir § 1, stk. 2, skulu endurrindast eftir rokning.
§ 3. Oljumálastýrið fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum.
Stk. 2. Gjøldini skulu rindast í seinasta lagi tann 25. í mánaðinum eftir, at tey eru uppkravd.
Stk. 3. Verða uppkravd gjøld ikki goldin rættstundis, verður renta roknað samsvarandi ta til hvørja tíð galdandi rentu sambært § 5 í rentulógini.
§ 4. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálastýrið, 8. mars 2001
Eyðun Elttør (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)