Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 14-04-1983
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. apríl 1983Nr. 34

Kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 57 frá 11. mai 2012

Sambært § 11, 1., 2., 3., 4., 5. og 6. stk., § 13, 3. stk., § 14, 3. stk., § 39, 3. stk., § 55, 3. stk., § 58, 1. stk., § 65, 1. stk., § 66, 1. og 2. stk. og § 69 í lóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu vð seinni broytingum skipar landsstýrið fyri:

1. kapittul.

Almennar ásetingar.

Skrásetingarskyldug akfør.

§ 1.1) Øll motorakfør og allir traktorar uttan tey, sum nevnd eru í § 12 í ferðslulógini og lendisakfør, sbr. § 2, III, D í ferðslulógini, skulu vera skrásett og hava nummarspjaldur (-spjøldur), áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Sama er galdandi fyri viðfestar vognar, legu- og síðuvognar til skrásetingarskyldug akfør, húsvognar og onnur viðfest amboð, sum verða nýtt uppi í motorakfari, og sum eru soleiðis bygd, at tey hava meiri ferð enn 30 km um tíman.

Stk. 2. 2) Motoramboð, ið er gjørt og verður nýtt til flutning av farmi, ið ikki er neyðugur fyri, at motoramboðið skal virka, skal skrásetast og hava nummarspjaldur, áðrenn tað verður tikið í nýtslu á øki, sum ferðslulógin fevnir um.  Slíkt motoramboð kann tó uttan skráseting verða nýtt á privatum øki, heruppií privatum vegi, ið ikki er at meta sum privatur felagsvegur, og kann eisini í lítlan mun verða nýtt á privatum felagsvegi og almennum vegi, t.d. fara tvørtur um veg.

Stk. 3. 2) Ásetingin í stk. 2, 1. pkt. er ikki galdandi fyri:

1)   Eitt motoramboð, ið er ætlað at vera ført av persóni til gongu.

2)   Ein gaffiltrukk. Ein gaffiltrukkur er eitt lastberandi og lastlyftandi akfar, hvørs eginvekt virkar sum mótvekt hjá lastini.

Myndugleikar o.a.

§ 2.3) Skráseting fer fram hjá bileftirlitinum (akfaraskránni). Akfør verða skrásett í felagsskrá fyri alt landið; í hesi skrá skulu vera upplýsingar um hvørt akfar sær og um ognarviðurskifti.

2. stk. Bileftirlitið skoðar akfør.

3. stk. Meginfloksgóðkenningar og floksgóðkenningar verða skrivaðar á Bileftirlitinum.

§ 3. 3) Bileftirlitið tekur avgerð um, hvussu ásetingarnar í § 5, 3. kapitli og 5.-11. kapittul skulu fremjast og fyrisitast.

2. stk. Bileftirlitið kann sleppa akfari undan at verða skrásett, um tað í stóran mun verður nýtt uttan fyri almennan veg. Samtíðis verður víst á øki, har akfarið kann verða nýtt, og eisini kunnu aðrar treytir verða settar um útbúnað og nýtslu.

§ 4. 3) 4) Avgerðir bileftirlitsins kunnu kærast til landsstýrismannin.

Fráboðanarblað.

§ 5. Tá ið akfør eru til skoðanar ella verða fráboðað til skrásetingar, skal góðkent fráboðanarblað nýtast. Fráboðanarblaðið skal alt tað ber til verða skrivað við maskinu ella spjaldrastavum, skrivaðum við blekki, kúlupenni ella tílíkum. Er fráboðanarblaðið ótýðiliga, skeivt ella ófullfíggjað útfylt, ella er fráboðanin í aðrar mátar ófullkomin, verður fráboðanin afturvíst, uttan so at hon lættliga kann gerast fullfíggjað.

2. stk. Fráboðanarblaðið verður undirskrivað annaðhvørt av tí, sum eigur (nýtir) akfarið persónliga, ella hansara/hennara vegna sambært skrivligari fulltrú, ið skal fylgja við fráboðanarblaðnum. Á fráboðanarblaðnum og fulltrúnni verður skrivað fulla navn eigarans (nýtarans), bústaður og føðingardagur. Sum bústaður verður skrivaður tann staður, har sum eigarin (nýtarin) býr ella hevur fast tilhald. Verður akfarið varandi nýtt á einum vinnustað, verður tað upplýst í staðin.

3. stk. Tá ið eigari og nýtari av akfari ikki eru ein og sami persónur, verða navn og bústaður hjá báðum skrásett. Tann, sum varandi ræður á akfarinum, verður mettur at vera nýtari, sbr. § 4, 2. stk. í ferðslulógini.

2. kapittul.

Meginfloksgóðkenning, floksgóðkenning og góðkenningarváttan.

Felagsreglur.

§ 6. Meginfloksgóðkenning er fyri fleiri eins smíðað akfør, sum eru búgvin at taka í nýtslu. Floksgóðkenning er fyri fleiri eins botngrindir. Góðkenningarváttan er fyri einstaka botngrind, sbr. tó § 12, 2. stk.

2. stk. Hesi sløg av góðkenningum kunnu verða givin:

1)   meginfloksgóðkenning,

2)   uppískoyti til meginfloksgóðkenning.

3)   floksgóðkenning,

4)   uppískoyti til floksgóðkenning,

5)   góðkenningarváttan.

§ 7. Akfar, ið kann verða meginfloksgóðkent, floksgóðkent ella góðkent við góðkenningarváttan, skal hava eina av hesum nevndu góðkenningum, fyrstu ferð tað verður skrásett her á landi.

§ 8. Umsókn um góðkenning verður send Bileftirlitinum. Við umsóknini skulu fylgja fullfíggjaðar upplýsingar um akfarið, neyðugar tekningar av tí og váttan frá verksmiðjuni, har akfarið varð gjørt. Kravt kann verða, at akfarið (botngrindin) verður latið Bileftirlitinum til kanningar, møguliga laðið. Eisini kann verða kravt, at partar av akfarinum verða kannaðir á starvsstovu ella royndarstøð, sum Bileftirlitið vísir á. Umsøkjarin ber útreiðslurnar av kanningini.

§ 9. Góðkenningin er bert galdandi, meðan akfarið (botngrindin) er smíðað og útbúgvið í neyvum samsvari við hana. Bileftirlitið skal tí góðkenna allar broytingar – bæði stórar og smáar – í smíði og útbúnaði, møguliga við nýggjari góðkenning, áðrenn broytta akfarið (botngrindin) kann verða skrásett.

Meginfloksgóðkenning.

§ 10. Hesi akfør kunnu fáa meginfloksgóðkenning:

1)   persónbilar,

2)   vørubilar,

3)   lastbilar,

4)   motorsúkklur,

5)   traktorar,

6)   viðfestir vognar til bilar, um teir viðfestu vognarnir hava atkomubremsur ella ikki hava bremsur,

7)   húsvognar, sum hava atkomubremsur ella ikki hava bremsur, og

8)   onnur skrásetingarskyldug viðfest amboð til bilar, sum hava atkomubremsur ella ikki hava bremsur.

2. stk. Treyt fyri meginfloksgóðkenning er, at akførini sum heild eru raðframleidd.

Floksgóðkenning og góðkenningarváttan.

§ 11.5) 1 Hesi akfør skulu hava floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, um tey ikki fáa meginfloksgóðkenning:

1)   persónbilar til fleiri enn 9 persónar, bilførarin íroknaður,

2)   vørubilar,

3)   lastbilar,

4)   viðfestir vognar til bilar,

5)   leguvognar,

6)   prutl,

7)   motoramboð, og

8)   lendisakfør.

 

§ 12. Motorsúkklur og húsvognar skulu hava góðkenningarváttan, um ikki meginfloksgóðkenning verður givin.

2. stk. Kravt kann verða, at motorsúkklur skulu vera latnar til skoðanar heilt liðugt smíðaðar. Um so er, verður møgulig góðkenning eisini skrivað á vanligt fráboðanarblað, ið tá kann vera grundarlag undir fráboðan til skrásetingar.

Stk. 3. 5) Um ikki floksgóðkenning verður givin, skal prutl hava galdandi góðkenningarváttan, ið skjalprógvar eina konstruktivt ásetta ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t.

Stk. 4. 5) Framleiðarin, innflytarin ella umboðsmaður hansara kunnu bert útflýggja prutl, hvørs tilgerð og útgerð er í samsvari við floksgóðkenningina ella fráboðaðu góðkenningarváttanina, og sum eftir at verða tilriggað lýkur galdandi krøv um tilgerð av prutli og útgerð tess.

§ 13. Brúkt akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi, kunnu tó verða skoðað og skrásett uttan góðkenningarváttan, um akfarið í øllum lutum samsvarar við áður givna meginfloksgóðkenning ella floksgóðkenning.

3. kapittul.

Skoðanar- og skrásetingarskylda.

A. Akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi.

§ 14. Øll skrásetingarskyldug akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi, skulu fara til skoðanar og góðkenningar, og síðan fráboðast til skrásetingar, áðrenn akfarið verður tikið í nýtslu.

B. Akfør, ið áður hava verið skrásett her á landi og akfør strikað av skránni.

§ 15. Akfar, ið er strikað av skránni, skal verða skoðað og góðkent og síðan skrásett, áðrenn tað aftur verður tikið í nýtslu.

2. stk. Eru ikki neyðugar broytingar gjørdar, ið høvdu havt við sær skoðanarskyldu fyri skrásett akfar, sbr. §§ 17-18, skal akfar, ið hevur verið strikað av skránni styttri enn 1 ár, tó ikki skoðast í hesum førum:

1)   tá ið akfarið er fyrstu ferð skrásett fyri styttri enn ári síðan,

2)   tá ið akfarið er skoðað og góðkent fyri styttri enn 1/2 ári síðan.

3. stk. Uttan mun til ásetingarnar í 2. stk. krevst tó skoðan, um akfarið er strikað av skránni av tí, at nummarspjøldrini eru tikin av tí vegna brek, av tí at akfarið hevur ikki fingið góðkenning við skoðan, ella av tí at løgrelan sambært § 13, 1. stk. í ferðslulógini hevur funnið brek á akfarinum, ið høvdu givið orsøk til skoðanarblað. Eisini krevst skoðan, um akfarið hevur verið skrásett uttanlands, eftir at tað er strikað.

C. Akfør, ið eru skrásett.

Eigaraskifti (nýtaraskifti).

§ 16. Tá ið skrásett akfar skiftir eigara (nýtara), hevur tann nýggi eigarin (nýtarin) skyldu at boða tað til skrásetingar so skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir eigaraskiftið (nýtaraskiftið), um ikki akfarið verður strikað av skránni frammanundan.

 

§ 16 a. 3) Tá ið skrásett akfar, sum hevur ynskinummarspjøldur, skiftur eigara, hevur tann higartil verandi eigarin skyldu til beinanvegin at strika akfarið úr akfaraskránni.

Stk. 2. Tá eitt skrásett akfar, sum hevur ynskinummarspjøldur, skiftur nýtara, hevur eigarin (nýtarin) skyldu til at fráboða hetta til skrásetingar, jvb. § 16.

Stk.3. Í hesum førum kann akfarið tó verða fráboðað til skráseting av eigaraskifti uttan at akfarið verður strikað úr akfaraskránni, jvb. § 16:

1)   tá eigaraskifti fer fram millum hjúnarfelagar,

2)   tá hjúnarfelagi aftaná at hin hjúnarfelagin er deyður ella í samband við hjúnarskilnað ella sundurlesing yvirtekur eitt akfar, sum er skrásett í navninum hjá hinum hjúnarfelaganum,

3)   tá ein persónur yvirtekur eitt akfar, sum er skrásett í navninum hjá einum sambúgva, um so er, at tey hava haft felags bústað í meira enn 5 ár,

4)   tá ein persónur í samband við deyðsfall yvirtekur eitt akfar, sum er skrásett í navninum hjá tí deyða, um so er, at tey hava haft felags bústað seinastu 2 árini undan andlátinum, ella

5)   tá ein persónar í samband við uppathald av felags bústaði yvirtekur eitt akfar, sum er skrásett í navninum hjá sambúgvanum, um so er, at tey hava haft felags bústað í 5 tey seinastu árini undan at samlívið helt uppat.

Broytingar á akfari.

§ 17. Í hesum førum, tá ið broytingar verða gjørdar í útbúnaði á einum akfari, hevur eigarin (nýtarin) skyldu at boða tað til skrásetingar, áðrenn broytta akfarið verður tikið í nýtslu:

1)   tá ið bygnaðarbroytingar verða gjørdar í stýrisgøgnum, bremsum ella berandi bygningi,

2)   tá ið íkoplingarútbúnaður verður ásettur ella broyttur, eitt nú til síðuvogn hjá tvíhjólaðari motorsúkklu,

3)   við skifti til gass sum drívmegi, og

4)   um eginvektin verður broytt meira enn 50 kg.

2. stk. Fyri fráboðan til skrásetingar skal akfarið skoðast og góðkennast. Sama er galdandi, um biðið verður um at fáa skrásettar broytingar í eginvektini upp á 50 kg ella minni.

3. stk. Skiftir akfar annars til aðra drívmegi enn ta, sum tað er góðkent til við skrásetingina, skal tað verða boðað til skrásetingar, eftir at akfarið fyrst er skoðað, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.

Broytt nýtsla.

§ 18. Skiftir akfar til aðra nýtslu enn ta, sum tað er skrásett til, skal tað boðast til skrásetingar. Farið má ikki verða yvir til aðra nýtslu, fyrr enn boðað er til broytta skráseting, sbr. tó 3. stk.

2. stk. Áðrenn boðað verður til skrásetingar, skal akfarið skoðast og góðkennast í hesum førum:

1)   tá ið ynskt verður, at akfar, ið higartil hevur verið skrásett til last- ella vøruvognskoyring, skal verða skrásett til persónkoyring, ella tá ið akfar, sum higartil hevur verið skrásett at nýta til persónkoyring, skal verða skrásett til last- ella vøruvognskoyring,

2)   tá ið ynskt verður, at akfar skal nýtast til

a)    vinnuligan persónflutning,

b)    at leiga út uttan førara,

c)    venjingarkoyring,

d)   sleip, ella

e)    neyðsendarkoyring.

3. stk. Áðrenn skráseting til aðra nýtslu verður avgreidd, skal akfaraskráin ansa eftir, at ábyrgdartrygging til ta broyttu nýtsluna er teknað og komin í gildi.

D. Samankopling av akførum.

§ 19. 1 Bilur, skrásetingarskyldugur traktorur, skrásetingarskyldugt motoramboð og skrásetingarskyldugt lendisakfar, kunnu bert vera samankoplað við skrásetingarskyldugt viðfest akfar, sum dragandi akfarið sambært skrásetingartreytum kann samankoplast við.

2. stk. 1 Motorsúkkla kann bert verða samankoplað við síðuvogn og viðfest akfar, sum motorsúkkla sambært skrásetingini kann samankoplast við.

Ávísar samansetingar.

§ 20. 1 Bilur, skrásetingarskyldugur traktorur, skrásetingarskyldugt mororamboð ella skrásetingarskyldugt lendisakfar, ið skal nýtast í sambandi við ávíst viðfest akfar (føst samanseting) ella fleiri ávís viðfest akfør (skiftandi samanseting), skal skoðast og góðkennast saman við viðfestu akførunum; tínæst verða akførini boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar, sbr. tó 3.-5. stk.

2. stk. 1 Motorsúkkla, ið skal nýtast í sambandi við ein ella fleiri síðuvognar og eitt viðfest akfar, skal saman við síðuvogninum (-vognunum) og viðfesta akfarinum skoðast og góðkennast; tínæst verður motorsúkklan boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.

3. stk. Bileftirlitið kann loyva, at bert tað akfarið, sum skal vera uppi í einum vognrað, verður skoðað, um so er, at koplingartilskilanin er latin fyri hitt akfarið, sbr. § 33, og Bileftirlitið metir tað ráðiligt, at spurningurin um góðkenning av samankopling av akførunum verður avgjørdur, uttan at bæði akførini verða skoðað.

4. stk. Bileftirlitið kann loyva, at spurningurin um góðkenning av samankopling verður avgjørdur, uttan at hvørki akfarið, ið dregur, ella tað viðfesta akfarið verður skoðað, treytað av, at koplingartilskilan er latin fyri bæði akfarið, ið dregur, og tað viðfesta akfarið.

5. stk. Skrásett, viðfest akfar skal bert verða boðað til skrásetingarbroytingar, um

1)   viðfesta akfarið higartil hevur verið skrásett fast samansett við eitt akfar, ið dregur, og tað nú verður góðkent samansett við

a)    eitt annað ávíst dragandi akfar, ella

b)    fleiri ávís dragandi akfør, ella um

2)   viðfesta akfarið higartil hevur verið skrásett samansett við fleiri ávís dragandi akfør, og tað nú einans verður góðkent í fastari samanseting við eitt dragandi akfar, ella

3)   tann, sum eigur (nýtir) viðfesta akfarið, vil hava tann broytta skoðanar- og góðkenningardagin skrásettan.

Óskoðað samankopling.

§ 21. Lastbilur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling við leguvognar, ella leguvognur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling, skal verða skoðaður og góðkendur til tað, og lastbilurin ella leguvognurin síðan boðaður til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.

2. stk. Persónbilur, vørubilur, viðfestur vognur, húsvognur ella annað skrásetingarskyldugt viðfest amboð, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling, skal góðkennast til tað og síðan boðast til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.

4. kapittul

Skoðan.

A. Akfar latið til skoðanar.

Skoðanarstaður.

§ 22. Akfør verða skoðað hjá Bileftirlitinum.

At biðja um tíð.

§ 23. Bileftirlitið kann nokta at skoða akfar, um ikki skoðanartíð er avtalað frammanundan.

Neyðug skrásetingarskjøl.

§ 24. Tá ið akfar, ið ikki fyrr hevur verið skrásett her á landi, verður latið til skoðanar, skal tann, sum biður um skoðan, lata inn:

1)   Útfylt fráboðanarblað.

2)   Prógv fyri, at akfarið er skrásett áður, um tað er innflutt brúkt úr útlondum. Tað er ikki nóg mikið við váttan frá tollvaldinum.

3)   Floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, um akfarið skal floksgóðkennast ella hava góðkenningarváttan sambært §§ 11 ella 12, smb. § 7.

4)   Vektseðil. Bileftirlitið kann tó sleppa kravinum um, at vektseðil skal latast inn, um so er at eginvektin kann ásetast nóg neyvt annaðhvørt við aðrari viging ella við tí kunnleika, Bileftirlitið hevur um flokk og útgerð akfarsins.

2. stk. Bileftirlitið kann harumframt krevja skjøl, ið lýsa viðurskifti, ið ikki fáast kannað við vanligu útgerðini á skoðanarstøðunum.

§ 25. Tá ið akfar, ið er ella áður hevur verið skrásett her á landi, skal skoðast, skal umsøkjarin lata inn:

1)   Útfylt fráboðanarblað.

2)   Seinastu skrásetingarváttan fyri akfarið og møguligar ískoytingar og koplingarváttanir. Ber ikki til at útvega skrásetingarváttan, krevst loyvi frá akfaraskránni til skráseting uttan at seinasta skrásetingarváttan verður latin inn.

3)   Møgulig góðkenningarváttan eftir §§ 11 ella 12.

2. stk. Eru bygningarbroytingar gjørdar á stýrisgøgn, bremsur ella berandi bygningi í mun til tað upprunaliga, verður tað tilskilað í fráboðanini. Meiri prógv kann verða kravt í sama mun sum nevnt í § 24, 2. stk.

B. Sjálv skoðanin.

Kanning av akfarinum.

§ 26. Akfar, ið skal skoðast, skal vera í tílíkum standi, eitt nú reingjørt, so at tað kann skoðast uttan tarn.

2. stk. Viðfest akfar skal altíð vera fest í hóskandi akfar, sum dregur, tá ið tað verður skoðað, eisini um bert tað viðfesta akfarið skal skoðast.

3. stk. Bileftirlitið kann krevja, at akfarið verður loyst frá ella laðið, um tað er neyðugt til tess at skoða tað ella meta um eginleikar tess.

4. stk. Uppi í skoðanini er royndarkoyring; tá skal starvsfólk hjá Bileftirlitinum føra akfarið.

5. stk. Er akfarið, ella hevur tað áður verið skrásett her á landi, skal Bileftirlitið ansa eftir, at akfarið er eitt og hitt sama sum tað, ið nevnt er í seinastu skrásetingarváttan. Er akfarið umsmíðað, skal ansast eftir, um akfarið er broytt so, at tollkrøv standast av. Um so er, ella í ivamálum, verður akfarið víst til Gjaldstovuna, áðrenn tað verður góðkent.

Listi yvir brek.

§ 27. Bileftirlitið skal ansa eftir, at akfarið er í slíkum standi, sum fyriskipað er. Í hesum sambandi verður skrivaður listi yvir tey brek, sum komið verður fram á við skoðanini.

2. stk. Øll funnin brek á akfarinum skulu skrivast á listan. Er akfarið í so ringum standi, at tað er óvanliga tíðarkrevjandi at upprokna øll brekini, ella krevur akfarið at verða reinskað meira til tess at verða kannað til fulnar, verða tó bert tey týdningarmestu og skjónskastu brekini sett á listan. Tá ið so er, verður viðmerkt á listanum, at hann er ófullfíggjaður.

3. stk. Listin við brekum verður fingin tí, sum letur akfarið til skoðanar, beint eftir at skoðanin er liðug. Hesin listi skal verða havdur við, um akfarið aftur verður skoðað.

Umafturskoðan.

§ 28. Bileftirlitið kann loyva, at akfarið verður umafturskoðað innan ásetta freist (2. skoðan) á sama stað við tí fingna fráboðanarblaðnum sum grundarlag, um so er at tað ikki alt fyri eitt kann verða góðkent, ella tað kann verða góðkent við teimum ávístu brekum, verða tey umvæld sum skjótast.

2. stk. Bileftirlitið kann loyva, at akfarið verður skoðað enn eina ferð (3. skoðan) við fráboðanarblaðnum frá 1. skoðan sum grundarlag, hevði tað bert smávegis brek, tá ið tað varð skoðað 2. ferð.

3. stk. Tó verður góðkenning noktað beinan vegin, um mett verður, at tað í royndum er ógjørligt at væla um brekini, ella tað krevur djúptøkna umvæling, ella um fráboðarin ella tann, ið letur akfarið inn til skoðanar, noktar at lata akfarið skoða umaftur.

§ 29. Akfar, sum hevur fingið freist setta til nýggja skoðan sambært § 28, kann verða loyvt at koyra so mikið, sum neyðugt er í sambandi við umvælingina, áðrenn tað er sett í fyriskipaðan stand. Bileftirlitið kann seta treytir fyri koyring til umvælingar og kann eisini seta bann fyri tílíkari koyring. Treytir ella forboð fyri koyring til umvælingar skulu standa á listanum yvir brek.

§ 30. Skiftir akfarið eigara (nýtara) eftir fyrstu skoðan, kann tað verða skoðað av nýggjum við fráboðanarblaðnum, ið inn varð latið til fyrru skoðan, sum grundarlag.

C. Skoðanin lokin.

1. Akfarið kann góðkennast.

Váttan um góðkenning.

§ 31. Kann akfar góðkennast, verður tað váttað á fráboðanarblaðnum. Bileftirlitið skal dagfesta hesa váttan. Fráboðanarblaðið og onnur skjøl, sum inn eru latin, og møguligar nýggjar váttanir, sbr. § 32-33, verða latin fráboðaranum aftur.

Koplingarváttanir.

§ 32. Koplingarváttan verður skrivað:

1)   tá ið motorsúkkla verður góðkend til samankoplingar við síðuvogn,

2)   tá ið dragandi akfar verður góðkent til samankoplingar við fleiri ávís viðfest akfør,

3)   tá ið dragandi akfar í serligum førum verður góðkent til samankoplingar við ikki ásett tal av eins viðfestum akførum,

4)   tá ið lastbilur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við føroyskar og útlendskar leguvognar,

5)   tá ið leguvognur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við lastbilar,

6)   tá ið persónbilur ella vørubilur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við viðfestan vogn, húsvogn ella annað skrásetingarskyldugt viðfest amboð.

2. stk. Akstjórin skal hava koplingarváttanina, ljósprent ella váttað avrit av henni uppi á sær, meðan hann koyrir akfarið.

Koplingartilskilan.

§ 33. Í sambandi við góðkenning av akfari til koyring við íkoplaðnum (dragandi) akfari skal Bileftirlitið eftir áheitan skriva koplingartilskilan við upplýsingum frá fráboðaranum sum grundarlag. Í hesi tilskilan skulu vera upplýsingar um slag av akfari og íkoplingarútbúnað. Í tilskilanini skulu vera upplýsingar, sum vísa, um akfarið uttan skoðan kann góðkennast til koyring við ávísum øðrum íkoplaðum (dragandi) akførum, sbr. § 20, 3. og 4. stk.

2. Akfarið verður ikki góðkent.

§ 34. Tá ið akfarið ikki verður góðkent, verður hetta skrivað á fráboðanarblaðið. Bileftirlitið dagfestir og undirskrivar áritið. Fráboðanarblaðið og onnur skjøl, sum inn eru latin, verða fingin fráboðaranum aftur.

2. stk. Heldur Bileftirlitið tað vera óráð at lata akfarið koyra frá skoðanarstaðnum við nummarspjøldrum, skal tað alt fyri eitt taka tey av akfarinum, tá ið tað verður skoðað, og fáa akfaraskránni tey.

5. kapittul.

Skráseting.

A. Fráboðan til skrásetingar.

§ 35. Boðað verður frá skráseting á akfaraskránni.

2. stk. Útfylt fráboðanarblað verður latið inn, sbr. § 5. Fráboðarin skal útvega skrásetingartilfar, so sum nevnt er í §§ 36-40.

B. Skrásetingartreytir.

Skjalprógv um, at akfarið er í fyriskipaðum standi.

§ 36. Fyri akfør, ið skulu skoðast, verður latið inn fráboðanarblað við góðkenningarváttan frá Bileftirlitinum. Góðkenningin kann í mesta lagi 1/2 ár vera støði undir fráboðan til skrásetingar til ta nýtslu, sum akfarið er góðkent til. Hevur akfarið skift eigara (nýtara) eftir, at tað er fráboðað til skrásetingar, skal eisini verða latið inn fráboðanarblað viðvíkjandi nýggja eigaranum (nýtaranum).

2. stk. Viðfest akfar kann bert verða skrásett, um tað ber til at skjalprógva, at dragandi akfar er góðkent til at kunna samankoplast við viðfesta akfarið, og tað dragandi akfarið annaðhvørt er ella skal skrásetast til samankoplingar við tað. Viðfest akfar, ið er góðkent til óskoðaða samankopling, og húsvognur kunnu tó skrásetast, uttan at dragandi akfar er góðkent ella skrásett til samankoplingar við viðfesta akfarið.

 Skjalprógv um tollgjalding ella tollfrítøku (tollskjal) og um, at ábyrgdartrygging er teknað (tryggingarskjal).

§ 37. Tað skal latast inn skjal sum prógv um tollgjalding ella tollfrítøku.

§ 38. Prógv verður latið fyri, at ábyrgdartrygging geldur fyri avvarðandi akfar sum fyriskipað í ferðslulógini, sbr. tó 2. stk. Akfarið skal vera tryggjað fyri ta nýtslu, tað verður ynskt skrásett til. Hevur akfarið íkoplingarútbúnað, skal tryggingin galda fyri koyring við viðfestum akfari.

2. stk. Tryggingarprógv krevst ikki í sambandi við skrásetingarbroytingar orsakað av, at útbúnaður á akfarinum verður broyttur, uttan tá ið íkoplingarútbúnaður verður ásettur – sbr. § 17.

 Skjalprógv um møguliga skráseting fyrr.

§ 39. Er akfarið innflutt brúkt úr útlondum, skal útlendskt skrásetingarskjal ella annað skjalprógv um tað útlendsku skrásetingina latast inn. Tollváttan einsamøll er ikki nóg gott skjalprógv. Hevur akfarið nummarspjøldur, verða tey innlatin, uttan so at tey eru send av landinum.

C. Sjálv skrásetingin.

1. Skrásetingartreytirnar loknar.

Skráseting.

§ 40. Akfar kann bert skrásetast, um eigarin (nýtarin), sum nevndur er í fráboðanarblaðnum, sbr. § 5, hevur fastan bústað her á landi.

2. stk. Metir akfaraskráin, at skrásetingargrundarlagið er í lagi, útfyllir hon skrásetingarprógv. Harumframt útflýggjar hon nummarspjøldur, um akfarið hevur ikki verið skrásett, ella um skrásett akfar skal hava onnur nummarspjøldur enn frammanundan.

3. stk. Eru ískoytingarváttanir ella íkoplingarváttanir givnar í samband við skoðanina, skrivar akfaraskráin møgulig vantandi skrásetingarnummur á hesar váttanir.

4. stk. Skrásetingarváttan verður handað ella send eigaranum (nýtaranum).

§ 41. Er akfarið innflutt brúkt úr útlondum, verður á skrásetingarváttanina og á skránna í teiginum ‘’Skrásett fyrstu ferð“ skrivaður dagurin, tá ið akfarið varð skrásett fyrstu ferð. Er dagurin ókendur, verður skrivað framleiðsluár, møguliga eftir upplýsingum frá Bileftirlitinum. Akfør, ið ikki eru nýsmíðað, og sum ikki áður hava verið skrásett í Føroyum ella aðrastaðni – her uppií akfør smíðað burtur úr eldri akfari ella burtur úr lutum av fleiri eldri akførum soleiðis, at nýggjur tollur skal gjaldast, tá ið tað verður skrásett – verður tilskilað fyrsta framleiðsluár; Bileftirlitið váttar framleiðsluárið, um neyðugt eftir ætli. Tá ið farið verður eftir framleiðsluári, verður akfarið mett skrásett fyrstu ferð í endanum á tí árinum.

2. stk. Verður dragandi akfar góðkent fast samansett við viðfest akfar, verður skrásetingarnummarið á tí dragandi akfarinum sett á skrásetingarváttanina fyri viðfesta akfarið. Eisini verður skrásetingarnummarið á viðfesta akfarinum sett á skrásetingarváttanina fyri tað dragandi akfarið.

Boð um skráseting.

§ 42. Tá ið akfar, ið seinast hevur verið skrásett uttanlands, verður skrásett her á landi, fáa avvarðandi myndugleikar í tí landinum, har akfarið var skrásett, boð um, at akfarið er skrásett her.

2. Skrásetingartreytirnar ikki loknar.

§ 43. Kemur akfaraskráin til tað, at treytirnar fyri skráseting ikki eru loknar, sýtir hon fyri at skráseta akfarið.

§ 44. Um komið verður fram til, eftir at akfarið er skrásett, at skrásetingargrundarlagið ikki hevur verið í lagi, ger akfaraskráin av, um skrásetingarváttan og nummarspjaldur    (-spjøldur) skulu verða afturtikin.

6. Kapittul.

Flyting og striking av skrá.

Flyting.

§ 45. Tá ið tann, sum eigur (nýtir skrásett akfar, skiftir bústað (ella uppihald ella vinnustað), (sbr. § 5, 2. stk. 3. og 4. pkt.) skal akfaraskráin hava skrivlig boð um tað so skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir flytanina.

2. stk. Er eigari (nýtari) burtur bráfengis og ikki meira enn 5 mánaðir, er óneyðugt at boða frá flyting.

§ 46. Fer eigari (nýtari) av skrásettum akfari av landinum og flytur frá bústaði sínum her, verður akfarið strikað av skránni, smb. § 47, uttan so at eigarin (nýtarin) verður burturstaddur styttri enn 5 mánaðir, ella um akfaraskráin í serligum førum loyvir, at akfarið verður standandi skrásett her á landi.

Striking av skránni.

§ 47. 3) Skrásett akfar verður strikað av skránni á akfaraskránni.

2. stk. Tá ið akfar verður strikað, verða nummarspjøldrini innlatin til akfaraskránna. Verða nummarspjøldrini søgd at vera horvin, skal akfaraskráin lýsa eftir teimum. Koma tey seinni aftur í aftur, skulu tey beinan vegin latast bileftirlitinum.

§ 48. Tá ið sýtt verður fyri at góðkenna skrásett akfar við skoðan, smb. § 34, 1. stk., orsakað av breki, ið ikki kann umvælast innan fyri stutta tíðarfreist, skal løgreglan so skjótt sum til ber taka nummarspjøldini av akfarinum.

2. stk. Nummarspjøldrini verða ikki avtikin, um eigarin (nýtarin) vísir fram fráboðanarblað við góðkenningaráriti frá Bileftirlitinum, ið er dagfest eftir sýtingina.

3. stk. Tá ið akfaraskráin hevur fingið nummarspjøldrini, strikar hon akfarið av skránni.

7. kapittul.

Nummarspjøldur o.a.

Útsjónd. 3)

§ 49. 3) Nummarspjøldur skulu vera rætthyrnt (rektanguler) ella puntskapað, og á teimum skulu vera ein ella tveir bókstavir framman fyri tal, ið kann hava upp í 5 taltekn. Vinstrumegin á nummarspjaldrinum er blátt øki við føroyskum flaggi og kenningarbókstavunum "FO". Nummarspjøldrini kunnu eftir nærri av akfaraskránni gjørdum reglum bólkast eftir slagi av akfari og nýtslu.

Stk. 2. Akfaraskráin kann loyva akfør at verða útgjørd við nummarspjøldrum við eini samanseting av bókstavum og/ella tølum eftir ynski hjá eigaranum (ynskinummarspjøldur).

 Ynskinummarspjøldur 3)

§ 49 a. 3) 6) Umsókn um ynskinummarspjøldur skal latast akfaraskránni á einum serligum oyðiblaði. Oyðublaðið skal vera undirskrivað persónliga av tí sum ynskir samansetingina ella undir­skrivað sambært skrivliga fulltrú frá hesum. Fulltrúin skal viðleggjast. Saman við umsóknini skal umsøkjarin inngjalda upphæddina fyri rættin til ynskinummarspjøldrini umframt upphæddina fyri nummarspjøldrini.

Stk. 2. Eru fleir umsóknir um somu samanseting, verður samansetingin latin tí, hvørs umsókn er latin inn fyrst.

Stk. 3. Ynskinummarspjøldur skulu vera samansett av í minsta lagi 2 og í mesta lagi 6 føroyskum og/ella donskum bókstavum og/ella tølum. Samansetingar sum longur eru skrásettar kunnu ikki latast. Samansetingar mugu ikki vera ósømiligar ella kunna vera øðrum til ampa.

Stk. 4. Lýkur umsøkjarin treytirnar at fáa rættin til at nýta ynskinummarspjøldur, ger og útflýggjar akfaraskráin nummarspjøldrini til viðkomandi. Útflýggjan av ynskinummarspjøldrum er treytað av, at tað akfarið, sum ætlanin er at seta ynskinummarspjøldrini á, verður fráboðað til skrásetingar.

§ 49 b. 3) 6) Rætturin at nýta ynskinummarspjøldur kann ikki verða latin øðrum, jvb. tó § 16 a, stk. 3, og er galdandi í 8 ár frá útflýggjanini av nummarspjøldrunum. Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld. Umsókn um hetta skal vera innlatin innan tíðarskeiðið, rætturin er galdandi fyri, er farið, tó í fyrsta lagi 3 mánaðir innan.

Stk. 2. Tann, sum hevur rættin til eina samanseting, kann, tá ynskinummarspjøldrini eru avmeldaðið, innan 1 ár aftaná avmeldingina av nummarspjøldrunum, bíleggja samansetingina til skráseting til sama eigara. Um bíleggingin verður gjørd seinni, er rætturin til samansetingina burturdottin.

Stk. 3. Ynskinummarspjøldur, sum eru bíløgd eftir stk. 2, skulu verða avheintaði í seinasta lagi 6 mánaðir eftir bíleggingina og innan tíðarskeiðið, sum tær er galdandi fyri, er farið. Við bíleggingina verður upphæddin fyri nummarspjøldur inngoldið. Útflýggjan av bíløgdum ynskinummarspjøldrum er treytað av, at tað akfarið, sum ætlanin er at seta ynskinummarspjøldrini á, verður fráboðað til skrásetingar.

§ 49 c. 3) 6) Søkt kann eisini verða um avmarkaði ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at ynskja sær eina samanseting av tveimum bókstavum og trimum tilvildarliga valdum tølum. Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja samanseting av bókstavum, ið søkt verður um, og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl.

Stk. 2. Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. § 49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummarspjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur.

Stk. 3. Gjaldið fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur verður goldið við útflýggjan.

§ 49 d. 6) Avgerðir, tiknar eftir §§ 49 a-c kunnu hóast § 4 ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Triðja nummarspjaldur 6)

§ 49 e. 6) Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummarspjaldur við skrásetingarnummari akfarsins. Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farmur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum undir flutningi, og umstøðurnar eru slíkar, at aftara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella lutvíst fjalt.

Stk. 2. Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bókstavir og/ella tøl.

Stk. 3. Bílegging av einum triðja nummarspjaldri fer fram á Bileftirlitinum, og skrásetingarskjalið skal verða víst fram.

Stk. 4. Umbiðið triðja nummarspjaldur skal verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tað er umbiðið.

Útflýggjan o.a.

§ 50. 3) 6) Nummarspjøldur til skrásett akfør verða útflýggjað frá akfaraskránni móti gjaldi.

2. stk. Nummarspjøldrini skulu fylgja akfarinum, so leingi tað verður verandi skrásett uttan mun til eigaraskifti (nýtaraskifti), ella um eigarin (nýtarin) skiftir bústað. Skal akfarið sambært reglum gjørdar við heimild í § 49, stk. 1, flytast í annan bólk enn frammanundan vegna skrásetingarbroyting, verða nýggj nummarspjøldur útflýggjaði móti gjaldi.

Stk. 3. Ynskinummarspjøldur, tó ikki avmarkaði ynskinummarspjøldur, kunnu í tíðarskeiðnum, sum tey eru galdandi fyri, móti gjaldi flytast til annað akfar, sum verður skrásett til tann, sum hevur rættin til at nýta ynskinummarspjøldrini, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.

Stk. 4. Verður akfar strikað av skránni ella skal tað sambært reglum gjørdar við heimild í § 49, stk. 1, hava onnur nummarspjøldur vegna skrásetingarbroyting, verða nummarspjøldrini, ið akfarið frammanundan hevur havt, latin inn til akfaraskránna.

Hvar nummarspjøldrini skulu setast.

§ 51. Skrásetingarskyldugt akfar skal hava 2 nummarspjøldur, ið verða sett framman og aftan á akfarinum. Puntskapað nummarspjøldur verða sett aftan á akfarinum. Motorsúkklur og viðfest akfør skulu tó bert hava eitt nummarspjaldur, ið verður sett aftan.

§ 52. Nummarspjaldrið skal vera á ásýniligum stað, loddrætt ella næstan loddrætt og vinkulrætt á longdarásin hjá akfarinum.

2. stk. Skrúvur at festa nummarspjøldrini við skulu ikki fjala bókstavir og tøl á nummarspjaldrinum. Á skrúvuhøvdinum skal vera ein hetta við sama liti sum spjaldrið.

3. stk. Á nummarspjaldrinum má ikki vera ramma ella umgerð, sum fjalir part av spjaldrinum. Tó kunnu endurskins-nummarspjøldur hava rammu ella umgerð, sum bert fjalir tann kantin, ið er uttan fyri upptrýstu rondina. Rammur og umgerðir á nummarspjaldri megu ikki forða fyri, at gott ljós er á nummarspjøldrunum, og at tey eru løtt at lesa.

Reingerð o.a.

§ 53. Nummarspjøldur skulu vera sjónlig og lættlisin. Ongar skrúvur, merki ella annað prýði skulu vera á teimum.

Burturmist nummarspjøldur.

§ 54. 3) Er nummarspjaldur burturmist ella skatt og tí ólesandi ella ónýtiligt av øðrum orsøkum, skal akfaraskráin hava boð um tað alt fyri eitt.

2. stk. Hevur akfarið bert eitt nýtiligt nummarspjaldur, kann løgreglan geva skrivligt loyvi til framhaldandi nýtslu av akfarinum við teirri treyt, at tað nýtiliga nummarspjaldrið verður sett aftan á akfarinum. Loyvið, ið skal vera tíðaravmarkað, skal vera havt við, tá ið koyrt verður, og víst løgregluni, um hon biður um tað.

3. stk. Samtíðis sum nýggj nummarspjøldur verða útflýggjað í staðin fyri tey, ið eru burturmist ella ónýtilig, skulu tey latast inn til akfaraskránna. Kemur burturmist nummarspjaldur aftur í aftur, skal tað alt fyri eitt verða latið bileftirlitinum.

Eftirgerð o.a.

§ 55. Ikki er loyvt á akfarið at seta plátur og áskriftir, sum í sniði, innihaldi og útgerð ella ásetingarhátti kunnu mistakast fyri fyriskipaðar ella loyvdar plátur og áskriftir

8. kapittul.

Royndarspjøldur.

§ 56. Bráfeingis ella hissini koyring við skrásetingarskyldugum akførum, sum ikki eru skrásett, er loyvd, tá ið givið verður gætur eftir niðanfyri nevndu reglum, soleiðis at akfarið í staðin fyri vanlig nummarspjøldur fær royndarspjøldur.

2. stk. Royndarspjøldur kunnu verða lænt fyri longri tíð (føst spjøldur) ella fyri styttri tíð (leys spjøldur).

§ 57. 3) Føst spjøldur verða útflýggjað til verksmiðjueigarar, sølumenn, innflytarar, flutningsavgreiðslur og umvælarar. Royndarspjøldrini mugu ikki verða nýtt av øðrum enn tí persóni, tí virki ella tí undirdeild, sum tey eru útflýggjað til, ella sum avvarðandi akfar sambært niðanfyri nevndu áseting kann verða latið í hendur.

2. stk. Leys royndarspjøldur kunnu verða lænt teimum, sum nevnd eru í 1. petti, og øðrum til nýtslu, sambært reglunum í hesi kunngerð.

Stk. 3. Útflýggjanin av leysum royndarspjøldrum er hjá akfaraskránni á Bileftirlitinum. Tey sum ikki hava møguleika at heinta royndarspjøldrini á akfaraskránni, kunnu bíleggja royndarspjøldrini, sum síðani verða send við postinum. Royndarspjøldrini eru  eru galdandi teir dagar, sum tilskilað í bíleggingini og goldið verður fyri. Fyrsti og síðsti dagur skulu stemplast á royndarspjøldrini. Tað er ikki loyvt at nýta spjøldrini uttan fyri hesar dagar.

4. stk. Fyri føst royndarspjøldur teknar lánarin ábyrgdartrygging, meðan bileftirlitið tekur ábyrgdartrygging fyri leys royndarspjøldur.

5. stk. Fyri føst royndarspjøldur verður ásett fast gjald, sum skal rindast í ársfjórðinginum frammanundan og gjald fyri sjálv spjøldrini. Fyri leys royndarspjøldur verður ásett fast gjald fyri dagin. Gjaldið fyri føst royndarspjøldur verður kravt inn á sama hátt sum galdandi er fyri vegskatt fyri motorakfør. Gjaldið fyri leys royndarspjøldur skal gjaldast til útflýggjaran, og verður kravt goldið frammanundan fyri tað tíðarskeiðið, sum stemplað er á royndarspjøldrini.

§ 58. Koyring við royndarspjøldrum er bert loyvd í niðanfyri nevndu førum:

a)    Roynd og stilling av nýggjum akførum ella koyriroynd vegna umvæling av akførum, harafturímóti ikki tilkoyring av nýggjum ella umvældum akførum.

b)   Tá ið akfar verður sýnt fram ella roynt vegna sølu. Akfarið má ikki samstundis havast til aðra nýtslu so sum aðra koyring fyri virkið. Heldur ikki má akfarið samstundis verða nýtt til vanliga stuttleikakoyring ella til farmaflutning út um tað, ið neyðugt er til at sýna tað fram, og tað má ikki lænast møguligum keyparum til sjálvstøðugt at royna akfarið. Keyparin, næstingar hansara og fólk, ið eru keyparanum til hjálpar við at meta um akfarið, kunnu stýra tí, tá ið seljarin ella umboð hansara eru í akfarinum. Sýningar- og royndarkoyring má bert fara fram eftir áheitan í hvørjum einstøkum føri frá møguligum keypara av akfari av sama slagi; hetta geldur tó ikki framsýning fyri sølumenn.

c)    Tá ið farið verður eftir akfari, ella tað verður latið aftur vegna umvæling ella latið út vegna sølu.

d)   Koyring, ið neyðug er í sambandi við skráseting ella góðkenning av akfarinum.

e)    Flutningur av akfarinum til annan sølumann, annan sølu- ella framsýningarstað ella aðra goymslu.

f)    Koyring í sambandi við upp- ella innskipan av akfari, sum kemur ella fer sum farmur.

Stk. 2. 5) Koyring við royndarspjøldrum er ikki loyvd í tíðini millum kl. 18.00 og kl. 06.00 og heldur ikki sunnudagar ella halgidagar fólkakirkjunnar. Henda regla er tó ikki galdandi fyri ta koyring, sum kemur undir stk. 1, litra e) ella f).

§ 59. Royndarspjøldur mugu ikki verða nýtt á akførum, har nummarspjøldrini eru tikin burtur eftir fyriskipan løgreglunnar; undantikin hesum er tó koyring, ið neyðug er í sambandi við skráseting, tá ið akfarið er sett í tann stand, sum fyriskipað er.

§ 60. Hóast ásetanina í § 56, stk. 1, kunnu royndarspjøldur verða nýtt í skrásettum akfari til koyring, ið neyðug er í samband við skráseting ella umskráseting, tá ið tað skal hava nýggj nummarspjøldur. Tey burturtiknu, gomlu nummarspjøldrini ella tey útflýggjaðu nýggju skulu tá verða havd við á akfarinum.

§ 61. Misnýtsla av royndarspjøldrum soleiðis, at tey verða nýtt til annað, enn nevnt er í § 58, ella soleiðis, at tað er brot á frammanfyri nevndu ásetingar, ella tað er koyring við akførum, ið vandamikil eru fyri ferðslutryggleikan, kann, umframt revsiábyrgd hava við sær, at royndarspjøldrini eftir avgerð løgreglunnar verða tikin, og at royndarspjøldur verða ikki flýggjað aftur til avvarðandi persón, virki ella undirdeild í ávíst tíðarskeið, sum tó ikki er meir enn eitt ár.

9. kapittul.

Eftirlit við akførum.

A. Tíðarviss skoðan.

Skoðanarskyldug akfør.

§ 62. Øll skrásett akfør skulu skoðast við ávísum millumbilum.

Stk. 2. 7) Akstovan gevur eigara (nýtara) av akfari skoðanarboð.

Stk. 3. Hesi akfør skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð eitt ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð, og hereftir eina ferð um árið:

1)   lastbilar við loyvdari heildarvekt upp á meira enn 3.500 kg,

2)   viðfestivognar og leguvognar til bil við loyvdari heildarvekt upp á meira enn 3.500 kg,

3)   neyðsendarakfør,

4)   motorakfør, sum verða nýtt til:

a)    hýrukoyring, haruppií limosinar,

b)    sjúkraflutning, ella

c)    busskoyring, haruppií rutukoyring, og

5)   persónbilar til fleiri enn níggju persónar, førarin íroknaður.

Stk. 4. Hesi akfør skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 4 ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð og hereftir við 2 ára millumbili:

1)   persónbilar til í mesta lagi níggju ferðandi, førarin íroknaður.

2)   vørubilar, við heildarvekt upp á í mesta lagi 3.500 kg.

3)   onnur viðfestiakfør, enn tey í stk. 3, nr. 2 nevndu við loyvdari heildarvekt upp á meira enn 750 kg.

4)   1 lendisakfar.

Stk. 5. Tó kunnu akfør, nevnd í stk. 4 og sum eru 10 ár og eldri frá fyrsta skrásetingardegi, verða boðað til tíðarvissa skoðan eina ferð um árið.

Stk. 6. Motorsúkklur skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 6 ár eftir, at tær eru skrásettar fyrstu ferð og hereftir við 4 ára millumbili.

Stk. 7. Akfør skrásett sum ellisakfør skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 40 ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð og hereftir við 8 ára millumbili.

Stk. 8. Onnur akfør enn tey í stk. 3-7 nevndu kunnu verða boðað til tíðarvissa skoðan eftir ítøkiligari meting, sum Akstovan ger.

Sjálv skoðanin o.a.

§ 63. Tá ið akfar skal skoðast, skulu vísast fram skoðanarboð frá Bileftirlitinum, seinasta skrásetingarváttan fyri akfarið og møguligar ískoytis- og íkoplingarváttanir. Annars galda reglurnar, sum nevndar eru í §§ 22-23 og 26-30 um at lata akfar til skoðanar og sjálva skoðanina fyri tíðarvissa skoðan.

§ 64. Sýtir Bileftirlitið fyri at góðkenna akfarið, og má tað haldast at vera óráð at lata tað koyra frá skoðanarstaðnum við nummarspjøldrum, verða tey tikin av við skoðanina. Tann, ið kemur við akfarinum fær skrásetingarváttan og møgulig skjøl aftur.

2. stk. Nummarspjøldur, ið eru avtikin við skoðanina, verða send ella latin akfaraskránni sama dag. Hevur ikki borið til at taka nummarspjøldrini av við skoðanina, skal Bileftirlitið beinan vegin biðja løgregluna gera tað. Fyri tøku av nummarspjøldrum galda reglurnar í § 48.

Eftirlit.

§ 65. Bileftirlitið hevur umsjón við, at akfør, ið fáa boð um tíðarvissa skoðan, verða skoðað. Verður ikki komið við akfari til skoðanar, møguliga eftir at áminning hevur verið givin, skal Bileftirlitið biðja løgregluna taka nummarspjøldrini av akfarinum. Fyri tøkuna galda reglurnar í § 48, 2. og 3. stk.

B. Skoðan eftir § 13, 3. stk. í ferðslulógini.

Boð.

§ 66. Hevur kanning eftir § 13, 1. stk. í ferðslulógini víst at skrásett akfar hevur brek, ið ikki hava við sær, at nummarspjøldrini skulu takast av, men sum krevja, at akfarið fær skoðanarboð fyri at vita, um brekini eru umvæld, fær Bileftirlitið boð og skal tá við stuttari freist geva eigaranum (nýtaranum) skoðanarboð.

2. stk. Eru nummarspjøldrini tikin av við kanning eftir § 13, 1. stk. í ferðslulógini, verða tey innlatin til akfaraskránna, sum strikar akfarið av skránni.

3. stk. Reglurnar í §§ 63 og 64 galda fyri hesar skoðanir.

4. stk. Skrásett akfør kunnu verða latin til sjálvbodna skoðan hjá Bileftirlitinum at vita, um akfarið er í standi sum fyriskipað.

Tøka av nummarspjøldrum.

§ 67. Hevur eigari (nýtari) av akfari, ið hevur nummarspjaldur (-spjøldur), skyldu at boða skrásetingarmyndugleikunum frá viðvíkjandi akfarinum og ikki ger hesa skyldu sína, sambært hesi kunngerð, kann løgreglan taka nummarspjøldrini av akfarinum.

10. kapittul.

Útlendsk akfør.

§ 68. 3) Býr eigari (nýtari) av akfari, ið er innflutt úr útlondum og skrásetingarskyldugt samb. § 1, her á landi, skal akfarið skrásetast ella øll nummarspjøldur avhendast bileftirlitinum innan 14 dagar eftir, at tað er innflutt.

2. stk. Fær eigari (nýtari), ið ikki býr her á landi, bústað her, eftir at akfarið er innflutt, ella letur hann akfarið til eigara (nýtara), sum býr her, skal akfarið skrásetast ella nummarspjøldrini takast av tí innan 14 dagar eftir tað.

11. kapittul.

Makaskjal av skrásetingarváttan o.ø.

§ 69. Makaskjal av skrásetingarváttan kann bert verða skrivað í hesum førum:

1)   til almenna nýtslu,

2)   til tann, sum er skrásettur eigari (nýtari) av avvarðandi akfari, tá ið upplýst verður, at makaskjalið skal nýtast sum skjalprógv fyri almennum myndugleikum.

3)   til tann, ið er skrásettur eigari (nýtari) av avvarðandi akfari, tá ið tað er skrásett til at leiga út uttan akstjóra,

4)   til tann, sum í skránni er settur sum eigari (nýtari) av avvarðandi akfari, tá ið hann skrivliga váttar, at upprunaváttanin er burturmist, ella tá ið hann samstundis letur frá sær upprunaváttanina skadda,

5)   til tann, sum sambært úrskrift úr fútabók, dómabók ella tílíkari eigur akfarið, hóast tað ikki stendur í skránni, tá ið øll líkindi eru til, at ikki ber til at útvega upprunaváttanina, og

6)   til tann, sum sambært skrivligari váttan frá skrásetta eigaranum (nýtaranum) nú eigur akfarið, tá ið øll líkindi eru til, at ikki ber til at útvega upprunaváttanina.

2. stk. Makaskjøl verða skrivað sum upprunaváttanin, men orðið ”Makaskjal“ verður skrivað á tað. Í førum, sum nevnd eru undir 1. stk., 1-3 omanfyri, verður eisini skrivað, at makaskjalið ikki kann nýtast í sambandi við skráseting.

3. stk. Makaskjøl av ískoytisváttanum og koplingarváttanum kunnu latast eigara (nýtara) av akfari.

4. stk. Umbøn um makaskjal verður send akfaraskránni.

12. kapittul.

Ásetingar um, nær kunngerðin fær gildi o.t.

§ 70. Henda kunngerð fær gildi beinan vegin, og samtíðis fara úr gildi Bekendtgørelse nr. 321 af 29. november 1930 for Færøerne om motorkøretøjer m.m., sum broytt við kunngerð nr. 51 frá 15. juni 1961, og Bekendtgørelse nr. 51 af 13. september 1949 ang. kendingsmærker for motorkøretøjer indregistreret på Færøerne, og Kunngerð nr. 25 frá 2. apríl 1974 við seinni broytingum um royndarspjøldur.

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 57 frá 11. mai 2012, har § 2 er soljóðandi: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012.”

2) Broytt við kunngerð nr. 120 frá 28. september 2009, har § 2 er soljóðandi: ”Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009.”

3) Broytt við kungnerð nr. 9 frá 15. februar 1996.

4) Broytt við kunngerð nr. 95 frá 1. desember 1999.

5) Broytt við kunngerð nr. 83 frá 22. oktober 2002, har § 2 er soljóðandi: ”Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2002, sbr. tó stk. 2-3. Stk. 2. Prutl, sum er tikið í nýtslu, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, skal verða skrásett og hava fingið nummarspjaldur innan 1. juli 2003. Stk. 3. Prutl, ið er umfatað av stk. 2, kann verða góðkent og skrásett grundað á galdandi floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, saman við tíðarbærari váttan frá innflytara ella verkstaði um, at prutlið lýkur galdandi krøv um tilgerð av prutli og útgerð tess.”

6) Broytt við kunngerð nr. 135 frá 22. desember 2000, har § 2 er soljóðandi: ”Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.”

7) Broytt við kunngerð nr. 81 frá 2. september 2008, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2008. Stk. 2. Akfør, sum innan 1. oktober 2008 eru boðað til skoðan eftir teimum reglum, sum hava verið galdandi áðrenn henda kunngerð kom í gildi, skulu verða skoðað eftir higartil galdandi reglum, eisini um skoðanardagurin er eftir 1. oktober 2008. Stk. 3. Tá skoðanardagurin skal ásetast fyri akfør, sum innan 1. oktober 2008 eru skrásett í føroysku akfaraskránni, og sum eru skoðað í minsta lagi eina ferð áður, kann Akstovan taka atlit til, nær seinasta skoðan varð framd.”