Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mars 1998Nr. 34
Kunngerð um gjøld fyri útflýgging av upplýsingum og skjølum frá Skráseting Føroya
Við heimild í § 154, stk. 3 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg, § 124, stk. 3 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg og § 60, stk. 2 í fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um vinnurekandi grunnar hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Almennar reglur
§ 1. Upplýsingar um virkir, skrásett hjá Skráseting Føroya, kunnu bíleggjast skrivliga. Ásetta gjaldið skal sendast við hesum skrivi.
Stk. 2. Sama er galdandi fyri serstakar váttanir v.m. viðvíkjandi virkjum og persónum.
Kapittul 2
Gjøld fyri veitingar
§ 2. Fyri váttað avrit av niðanfyri nevndu skjølum er gjaldið:
|
1) Útskrift fyri hvørt virkið sær............................................. |
450 kr. |
|
2) Samandráttur..................................................................... |
300 kr. |
|
3) Tekningarútskrift............................................................... |
100 kr. |
|
4) Stovningarsamtykt............................................................. |
200 kr. |
|
5) Viðtøkur............................................................................ |
200 kr. |
|
6) Samanleggingarætlanir...................................................... |
125 kr. |
|
7) Roknskapir........................................................................ |
200 kr. |
|
8) Fráboðanir......................................................................... |
125 kr. |
|
9) Onnur skjøl, 10 kr. fyri hvørja síðu, tó í minsta lagi......... |
125 kr. |
Stk. 2. Fyri óváttað avrit av einum roknskapi verða goldnar 125 kr.
Stk. 3. Við bílegging av øllum óváttaðum roknskapum í einum roknskaparári verður goldið 45 kr. fyri hvønn.
Stk. 4. Fyri serstakar váttanir v.m. og fyri allar ella ávísar edv-grundaðar upplýsingar fyri fleiri virkir ella persónar verður goldið eftir rokning.
§ 4. Almenningurin kann sjálvur í avgreiðslu skrásetingarmyndugleikans taka avrit av roknskapum í tann mun, teir eru mikrofotograferaðir. Fyri hesi avrit verða goldnar 6 kr. ella 90 kr. fyri roknskapin hjá hvørjum virki sær.
Kapittul 3
Ígildissetanarreglur
§ 5. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 202 frá 28. desember 1993 um gjøld fyri útflýgging av upplýsningum og skjølum frá Skráseting Føroya.