Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mars 2020Nr. 34
Kunngerð um broyting í bekendtgørelse om behandling af faderskabssager m.v.
(Váttan av faðirskapi)
§ 1
Í bekendtgørelse nr. 7 af 14. januar 1961 om behandling af faderskabssager m.v., som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 368 af 30. november 1962 og sum broytt við kunngerð nr. 105 frá 23. juli 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Familjufyrisitingin tryggjar, at faðirskapurin verður staðfestur.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann staðfesta faðirskapin eftir at hava móttikið eina skrivliga váttan sambært § 11, stk. 1 í lov om børns retsstilling. Metir Familjufyrisitingin tað vera ivingarsamt, um pápin, ið er skotin upp sum pápin, og sum ynskir at vátta faðirskapin, í roynd og veru er pápi at barninum, kann Familjufyrisitingin kalla viðkomandi til ein fund, áðrenn støða verður tikin til váttanina.
Stk. 3. Faðirskaðurin verður váttaður við, at fráboðaði pápin undirskrivar eitt oyðublað, sum er góðkent av Almannamálaráðnum. Familjufyrisitingini áteknar oyðublaðið um váttan av faðirskapinum.
Stk. 4. Undirskriftin hjá fráboðaða pápanum verður váttað av einum advokati ella tveimum sannanarvitnum uttan so, at fráboðaði pápin møtir persónliga á Familjufyrisitingini at undirskriva oyðublaðið.”
2. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Áðrenn viðurkenning av faðirskapinum verður fráboðaði pápin kunnaður um rættarvirknaðin av at vátta faðirskapin, umframt at hann kann krevja, at málið verður avgjørt í rættinum. Er fráboðaði pápin ómyndugur, verður víst serligt ansni í sambandi við vegleiðingina av honum, áðrenn viðurkenningin verður móttikin.
Stk. 2. Er fráboðaði pápin undir 18 ár, krevst samtykki frá verjanum til at viðurkenna faðirskapin. Samtykki verður givið skrivliga á oyðublaðið, sum er nevnt í § 5, stk. 3. Verður verjumálið útint av foreldrunum í felag, og samtykki ikki fæst frá einum av foreldrunum hóast áheitan, er nóg mikið við samtykki frá hinum foreldrinum.”
3. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 10. Avgerð um gjald sambært kapittul 2 og 3 í lógini verður tikin av avvarðandi myndugleika á tí staðnum, har viðkomandi, sum verður søktur eftir gjaldi ella hevur skyldu til at rinda gjaldið, býr ella uppiheldur sær. Er viðkomandi deyður, ella hevur viðkomandi ikki kendan bústað ella kent tilhaldsstað í ríkinum, verður avgerð tikin av avvarðandi myndugleika á tí staðnum, har viðkomandi, sum hevur rætt til at krevja gjald ásett, býr ella uppiheldur sær.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 27. mars 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)