30. apríl 2026Nr. 34
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum til 15. mai 2026)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 5 frá 13. januar 2026, verður í § 1 sum nr. 8 sett:
“8) Svartkjaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 15. mai 2026.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 30. apríl 2026
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)