1. juni 2004Nr. 35
Kunngerð um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi
Við heimild í § 33, nr. 17 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum (Skattalógin), verður ásett:
§ 1. Sambært § 33, nr. 17 í skattalógini verður ein frádráttur uppá 15% veittur, tá inntøkan verður gjørd upp eftir § 25a, stk. 3-7.
§ 2. Fyri tær inntøkur, sum eru nevndar í § 1 í hesi kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í mesta lagi kr. 500.000 um árið, ella til í mesta lagi kr. 75.000 um árið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 117 frá 14. desember 2000 um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi úr gildi.
Fíggjarmálaráðið, 1. juni 2004
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)