8. apríl 2019Nr. 35
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju
(Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum)
§ 1
Í kunngerð nr. 31 frá 27. apríl 2010 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 17 verður “Ríkisumboðsmaðurin” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
2. Í § 20, stk. 1, § 28, stk. 2, § 29, stk. 2, § 34, stk. 1, § 35, stk. 2, og § 36 verður “Ríkisumboðsmanninum” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
3. Í § 34, stk. 2 verður “Ríkisumboðsmannin” broytt til: “Familjufyrisitingina”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 8. apríl 2019
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)