26. apríl 2018Nr. 35
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski
(Kravið um landing og uppboðssølu av svartkjafti er ikki galdandi í tíðarskeiðinum 27. apríl til og við 14. juni 2018)
§ 1
Í kunngerð nr. 28 frá 23. mars 2018 um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 3 verður “§ 1, stk. 2” broytt til: “§ 1, stk. 1”.
2. Í § 4 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. § 1, stk. 1, nr. 19 er ikki galdandi í tíðarskeiðinum 27. apríl til og við 14. juni 2018.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 26. apríl 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)