Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. apríl 2021Nr. 36
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
(Inngangur broyttur, tonsamark fyri veiðu við línu innan fyri 6 fjórðingar stillað, friða leið fyri línu vestanfyri o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 193 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 22. mars 2018, kunngerð nr. 132 frá 28. september 2018 og kunngerð nr. 12 frá 28. februar 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 34, stk. 1, nr. 1-4 og stk. 2, nr. 8 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 og løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:”
2. § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Reiðskapur skal, tá fiskifør eru stødd ella sigla á teimum í §§ 15 og 17 nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, og á leiðum, har veiða við hesum reiðskapi ikki er loyvd, vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði.”
3. Í § 9, stk. 1 verður “90 tons” broytt til: “110 tons”.
4. Í § 9, stk. 2 verður “15 og 90 tons” broytt til: “15 og 110 tons”.
5. Í § 9 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Tonsatalið, sambært stk. 1 og 2, er tað tonsatalið, sum fiskifar hevur sambært tí uppmáting, ið er skrásett í føroysku skipaskrásetingini 1. apríl 2021.”
6. Aftan á § 9 verður í kapittul 3 sett:
“§ 9 a. Í tíðarskeiðinum 1. apríl til 1. november er fiskiskapur við línu ikki loyvdur innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°00´000 N 07°40´000 V
2) 62°05´000 N 07°40´000 V
3) 62°05´000 N 07°44´000 V
4) 62°11´000 N 07°35´000 V
5) 62°11´000 N 07°44´000 V
6) 62°05´000 N 07°50´000 V
7) 62°00´000 N 07°48´000 V
8) 62°00´000 N 07°40´000 V”.
7. Í § 20, stk. 3 verður “Sambært § 87, stk. 1 og 2” broytt til: “Sambært § 70”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 13. apríl 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)