Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mars 2023Nr. 36
Kunngerð um útbúgving til kokkahjálpara og kokk
Við heimild í § 5, stk. 2, § 9, stk. 1 og §§ 12 og 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012 og § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:
Um útbúgvingarnar
§ 1. Útbúgvingarnar eru lutaðar sundur í skúlagongd og verkliga læru á góðkendum læruplássi.
Stk. 2. Útbúgvingin til kokkahjálpara tekur 1½ ár.
Stk. 3. Útbúgvingin til kokk tekur 3 ár og 9 mánaðir.
§ 2. Í útbúgvingunum til kokkahjálpara og kokk fær lærlingurin vitan og førleikar innan hesi kjarnuøki:
1) Matframleiðslu í køkum, sjálvtøkumatstovum, kantinum, kaffistovum, hotel og restauratiónum og fyritøkum, ið bera mat út.
2) At nýta rávørur, tilgerðarhættir, arbeiðshættir, amboð og útgerð í mun til ávísa uppgávu.
3) At taka atlit at umhvørvi og trygd, tilfeingisnýtslu, tilrættalegging av arbeiði, samskipan og samstarvi.
Kokkahjálparaútbúgvingin
§ 3. Útbúgvingartíðin til kokkahjálparaútbúgvingina er 78 vikur, ið er fyrsti partur av endaligu útbúgvingini til kokk. Útbúgvingarnar eru skipaðar soleiðis:
1) 1. skúlaskeið er eitt grundskeið uppá 20 vikur. Skeiðið endar við eftirmeting.
2) 2. skúlaskeið á 20 vikur er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við eftirmeting.
3) Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd. Írestandi 10 vikurnar av samlaðu útbúgvingartíðini hjá lærlingi við lærusáttmála er lærutíð.
4) Verkliga læran til kokkahjálparaútbúgvingina er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, av hesum eru 2 vikur eftirmeting í skúlanum.
§ 4. Fyri at byrja undirvísingina í 2. skúlaskeiði skal næmingurin hava rokkið hesum felags førleikamálum:
1) Undir leiðbeining at meta um og tilvirka vanligar rávørur til matvørur, og
2) undir leiðbeining arbeiða í toymum at loysa fakligar og verkligar arbeiðsuppgávur í sambandi við handfaring av matvørum.
Stk. 2. Staðið eftirmetingina í 1. skúlaskeiði við í minsta lagi 02 í verkliga partinum og í minsta lagi 02 í ástøðiliga partinum. Og staðið almennu lærugreinirnar Føroyskt E-stig og Náttúrlæru E-stig.
Stk. 3. Fyri at byrja undirvísingina í 2. skúlaskeiði, skal næmingurin harumframt hava rokkið førleikamálunum fyri hesar lærugreinir:
1) Fyrstuhjálp og eldsløkking.
2) Reinføri.
3) Umhvørvið.
Stk. 4. Fyri tær í pkt. 1,2, og 3 nevndu lærugreinir verður ístaðin fyri eitt próvtal sett staðin.
§ 5. Lærlingur, ið hevur lokið kokkahjálparaútbúgvingina, skal hava rokkið hesum førleikamálum:
1) Við leiðbeining siga frá um matvørur og tæna viðskiftafólki ella gestum í ymsum tænastuhøpi og søluhøpi.
2) Hava vitan, í sambandi við einfalda matvøruframleiðslu og matgerð, um heilsuligar og náttúrufakligar eginleikar hjá matvørum, og hvønn týdning teir hava fyri tann einstaka, framleiðaran og samfelagið.
3) Duga at nýta rættar rávørur, tilfar, amboð, útgerð og arbeiðshættir til at greiða úr hondum einfaldar og væl lýstar arbeiðsuppgávur við røttum arbeiðslagi og handalagi.
4) Duga at málbera seg munnliga og skrivliga á føroyskum í arbeiðshøpi og útbúgvingarhøpi.
5) Við leiðbeining nýta grundleggjandi matgerðarhættir og framleiðsluhættir og harafturat fremja innaneftirlit við støði í tilskilaðum fortreytum.
6) Við leiðbeining og við støði í føroyskari og altjóða siðvenju og menning framleiða máltíðir og veita kundatænastu og gestatænastu.
7) Við leiðbeining taka ímóti, keypa inn og bíleggja vørur. Harumframt gera fíggjarætlan og prísútrokna við støði í grundleggjandi meginreglum fyri vanligari marknaðarføring.
8) Við leiðbeining fyrireika og veita gestum tænastu í sambandi við einfalda borðreiðing á matstovuøkinum.
9) Við leiðbeining gera vanligar portiónir og borðreiða til sjálvtøku umframt gestatænastu á cafeteriaøkinum og kantinuøkinum.
10) Við leiðbeining at keypa inn og gera til reiðar rávørur, seta saman og matgera einfaldar rættir, máltíðir og matskráir við atliti at sensorikki og góðsku.
Stk. 2. Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsskipanini.
Kokkaútbúgvingin
§ 6. Skúlagongdin til kokkaútbúgvingina er til samans 57 vikur og verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið er 20 vikur.
2) Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd. Írestandi 10 vikurnar av samlaðu útbúgvingartíðini hjá lærlingi við lærusáttmála er lærutíð.
3) Fyri næming, uttan lærusáttmála, er 2. skúlaskeið 20 vikur, harav 10 tær fyrstu vikurnar eru starvsvenjing.
4) 3. skúlaskeið er 10 vikur.
5) 4. skúlaskeið og sveinaroynd er 7 vikur.
Stk. 2. Skúlagongdin í kokkaútbúgvingini fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinar. Starvsvenjing er harumframt partur av skúlagongdini fyri næmingar uttan lærusáttmála.
Stk. 3. Skemalagda undirvísingartíðin er til samans 1269 klokkutímar til kokk. Fyri næmingar uttan sáttmálar eru harumframt 270 klokkutímar í starvsvenjing.
Stk. 4. Fyri at byrja á 2. skúlaskeiði skal næmingurin hava staðið eftirmetingina í 1. skúlaskeiði við í minsta lagi 02 í verkliga partinum og í minsta lagi 02 í ástøðiliga partinum. Og staðið almennu lærugreinirnar Føroyskt E-stig og Náttúrlæru E-stig.
Stk. 5. Fyri at verða upptikin á 3. skúlaskeið, skal lærlingurin hava staðið 2. skúlaskeið við í minsta lagi 02 í verkliga partinum og í minsta lagi 02 í ástøðiliga partinum av eftirmetingini og hava góðkendan lærusáttmála.
Stk. 6. Fyri at verða upptikin á 4. skúlaskeið, skal lærlingurin hava staðið 3. skúlaskeið við í minsta lagi 02 í verkliga partinum og í minsta lagi 02 í ástøðiliga partinum av eftirmetingini og hava góðkendan lærusáttmála.
Innihaldið í 1. skúlaskeiði
§ 7. Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:
1) Føroyskt E, 54 klokkutímar.
2) Náttúrufak E, 54 klokkutímar.
§ 8. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir í 1. skúlaskeiði er til samans 414 klokkutímar við hesum lærugreinum:
1) Fyrstahjálp og eldsbruni.
2) Reinføri.
3) Kunningartøkni.
4) Umhvørvi.
5) Kostur, orka og føðsla.
6) Vørukunnleiki.
7) Grundtilgerð.
8) Kundatænasta.
9) Føroysk og altjóða matmentan.
10) Sensorik og góðska.
11) Framleiðsluætlan.
12) Borðreiðing.
13) Máltíðin.
§ 9. Í fyrsta skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 18 klokkutímar.
Innihaldið í 2. skúlaskeiði til kokk
§ 10. Skemalagda tímatalið til kokk í 2. skúlaskeiði er til samans 261 klokkutímar við hesum lærugreinum:
1) Læring, samskifti og samstarv.
2) Søla og tænasta.
3) Føðslulæra 1.
4) Køksstarvsvenjing.
5) Framleiðslureinføri.
6) Rokning og kostnaðarmeting.
7) Vørukunnleiki 1.
8) Føroysk og altjóða matmentan, framhald.
9) Valfak sambært námskipan.
§ 11. Í øðrum skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 9 klokkutímar.
§ 12. Hevur næmingur ikki lærusáttmála, eru 10 vikur starvsvenjing í 2. skúlaskeiði. Skúlin skipar fyri hesi starvsvenjing. Starvsvenjingin verður nærri lýst í námsskipan.
Innihaldið í 3. og 4. skúlaskeiði til kokk
§ 13. Skemalagda tímatalið til kokk í 3. og 4. skúlaskeiði er til samans 459 klokkutímar við hesum lærugreinum umframt eftirmeting og sveinaroynd:
1) Íverksetan og nýskapan.
2) Arbeiðsumhvørvi.
3) Náttúrufak í sambandi við framleiðslu.
4) Vørukunnleiki, framhald.
5) Vertsskapur og heildarfatan.
6) Matgerðarlistarlig nýskapan.
7) Vørumenning, framleiðsla og tænasta.
8) Føroysk-ensk-fronsk menulæra.
9) Fyrireiking og framleiðsla.
10) Verkligt arbeiði í køkinum.
11) Føroysk og altjóða matmentan, framhald.
12) Valfak sambært námskipan.
§ 14. Í triðja skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 9 klokkutímar.
§ 15. Í verkliga partinum er lærlingur í læru við góðkendum lærusáttmála á góðkendum læruplássi.
Førleikamál við útbúgvingarlok til kokk
§ 16. Lærlingur skal við útbúgvingarlok hava ognað sær hesar førleikar:
1) At meta um rávørur.
2) At brúka rættar rávørur, tilfar, arbeiðshættir, amboð og útgerð í sambandi við ávísa givna uppgávu.
3) At útinna arbeiðið við atliti at reinføri, umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, trygd á arbeiðsplássinum, tíð, búskapi og góðsku.
4) At matgera skundverðar, heitar, flógvar og kaldar rættir við røttum grundleggjandi tilgerðarhættum og í samsvari við reglur um reinføri og innaneftirlitsskipanina hjá virkinum, í sambandi við borðreiðing á sjálvtøkumatstovum, kantinum, kafeterium, hotellum, matstovum og fyritøkum, ið bera mat út.
5) At leggja til rættis, matgera og borðreiða matskráir við atliti at føðsluvirði í matinum og gera føðsluútrokningar sambært galdandi lóggávu.
6) At laga seg til arbeiðið og samstarvið í køkinum innan tey vanligastu sløgini av handilsvirkjum og fylgja menningini av teimum.
7) At arbeiða í toymum og virka við í menningini av arbeiðinum.
8) At vísa skapandi evni, hug og evni at læra nýtt og taka ábyrgd.
9) At vera smidligur og luttaka í samstarvi við starvsfelagar, viðskiftafólk og aðrar áhugabólkar.
10) At málbera seg munnliga, meta um og skilja hugskot og sjónarmið.
11) At greina og loysa fakligar avbjóðingar sjálvstøðugt, ella sum partur av einum toymi.
12) At ásanna egnu styrkir og veikleikar í sambandi við læring og tileggjan sum grundarlag fyri lívslangari læru.
13) At tæna viðskiftafólki hjá fyritøkuni við atliti at tjóðskapi.
14) At taka samábyrgd fyri, at gestirnir kenna seg vælkomnar og fáa eina góða uppliving.
15) At tæna og greiða gestum frá matskráum og matmentanum og nýta vanligar yrkistekstir á enskum, sum yrkisliga eru viðkomandi.
16) At gera sær greitt, hvønn týdning arbeiðið og fyriskipanarliga staðið hjá hvørjum einstøkum starvsfólki hevur fyri dagliga raksturin hjá fyritøkuni, nýskapan og lønsemi, umframt at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi.
17) At avgera, lýsa, keypa inn, góðskumeta umframt at seta rávørur og hálvvirkaðar vørur á rætta staðið.
18) At fyrireika, matgera og borðreiða tað, sum køkurin grundleggjandi hevur á matskránni.
19) At seta saman og matgera veitsluskráir, sjálvstøðugt við byrjandi royndum.
20) At rokna vørunýtslu og gera útrokningar.
21) At seta saman, gera uppskrift og matgera ymsar rættir av matvørum, sum knýttar eru at árstíðunum, við byrjandi skapandi evnum.
22) At arbeiða við bæði à la cartebíleggingum og veitslubíleggingum.
23) At greiða frá føroyskum tilfeingi og matmentan.
Stk. 2. Verkliga læran og krøvini til læruplássini verða lýst í námsskipanini.
Eftirmeting
§ 17. Fyri 1., 2. og 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 36 klokkutímar.
Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Sveinaroynd til kokk
§ 18. Við endan á 4. skúlaskeiði skipar skúlin fyri sveinaroynd.
Stk. 2. Fyri at fara til sveinaroynd skal lærlingur hava staðið øll skúlaskeiðini og hava góðkendan lærusáttmála.
Stk. 3. Sveinaroyndin fevnir um eina skrivliga roynd, eina verkliga roynd og eina munnliga roynd.
Stk. 4. Sveinaroyndin sjálv, innihald og vavið, verður nærri lýst í námsskipanini.
Stk. 5. Ein lærari og tveir próvdómarar próvdøma sveinaroyndina.
Stk. 6. Krøvini fyri at standa sveinaroyndina eru, at lærlingur fær í minsta lagi 02 í ástøðiliga partinum og í minsta lagi 02 í verkliga partinum.
§ 19. Tá ið sveinaroyndin er staðin, og lærutíðin er lokin, fær lærlingurin frá Yrkisdeplinum útflýggjað sveinabræv.
Gildiskoma
§ 20. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, lærlingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2023/2024 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 21 frá 23. mars 2015 um útbúgving til gastronomatstøðara og gastronom úr gildi.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 20. mars 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)