Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mars 1998Nr. 36
Kunngerð um leiguskráseting av skipum í FAS
Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroya Altjóða Skipaskrá við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Skip sum eftir § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá ikki er føroyskt, men sum verður útleigað til reiðara, sum eftir § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá er føroyskur, kann av leigaranum fráboðast til skrásetingar í skipaskrásetingini. Skipið kann skrásetast fyri eitt tíðarskeið upp til 5 ár. Skipaskrásetingin kann eftir skrivligari umsókn frá leigaranum leingja hetta tíðarskeið við upp til einum ári í senn.
Stk. 2. Veðrættindi ella onnur rættindi kunnu ikki skrásetast í skipi, ið er skrásett sambært stk. 1.
Stk. 3 Leiguskráseting í føroysku skipaskrásetingini er treytað av, at váttan frá útlendska skrásetingarmyndugleikanum, um at skipið hevur rætt til at føra eitt annað tjóðskaparflagg í leigutíðini, er hjáløgd.
§ 2. Leiguskip verður strikað úr skrásetingini, um so er, at:
1) leiguavtalan heldur uppat,
2) treytirnar fyri skráseting eftir § 1 ikki longur eru til staðar,
3) leigarin skrivliga biður um tað, ella
4) skipið, sambært lóg í heimlandi tess, ikki longur hevur rætt til at føra annað tjóðskaparflagg enn tað hjá heimlandinum.
Stk. 2. Eisini verður skip strikað úr skrásetingini, tá tað verður høgt upp, gongur burtur, hvørvur ella av útnevndum metingarmonnum, av góðkendum klassingarfelag ella á annan hátt, ið kann javnsetast við hetta, verður sagt ikki at kunna gerast aftur. Tá slík strikingarorsøk er, hevur leigarin skyldu til skrivliga, og í seinasta lagi 30 dagar eftir at hava fingið kunnleika til strikingarorsøkina, at fráboða hetta til skipaskrásetingina.
§ 3. Føroyskt skip, ið verður útleigað til reiðara, sum sambært § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá ikki verður mettur sum føroyskur, verður ikki strikað úr skipaskrásetingini, hóast skipið við grundarlag í eini leiguavtalu verður tikið upp í útlendska skipaskráseting. Skipið fær í leigutíðini rætt til fyribils at føra annað tjóðskaparflagg enn føroyskt, við teimum rættindum og skyldum, ið við tí fylgja. Veðrættindi og onnur rættindi í skipinum kunnu framhaldandi skrásetast í Føroysku Altjóða Skipaskránni.
Stk. 2. Skip kann fáa rætt til at føra annað tjóðskaparflagg í upp til 5 ár frá fráboðanini. Skipaskrásetingin kann eftir skrivligari áheitan frá eigaranum leingja hetta tíðarskeið við upp til einum ári í senn.
Stk. 3. Fyri at skip fyribils kann fáa rætt til at føra annað tjóðskaparflagg, jvb. stk 1, er tað ein treyt, at allir rættindishavarar hava givið skrivligt loyvi til, at skipið skiftir flagg, og at harumframt ein váttan frá útlendska skrásetingarmyndugleikanum um, at skipið kann takast upp í útlendsku skrásetingina, er hjáløgd, ella at fyribils tjóðskaparbræv er útskrivað.
§ 4. Tá leiguavtalan, jvb. § 3, heldur uppat, fellur rætturin til at føra annað tjóðskaparflagg burtur. Eigarin skal innan 30 dagar eftir at leiguavtalan er hildin uppat fráboða hetta til Føroysku Altjóða Skipaskránna.
Fráboðan um leiguskráseting av skipum
Til føroyskt flagg
§ 5. Fráboðan um skráseting av leiguskipi, sum eftir § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá ikki verður mett sum føroyskt, og sum verður útleigað til ein reiðara, sum eftir § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá verður mettur sum føroyskur, skal gerast á serligt fráboðanarskjal.
Stk. 2. Á fráboðanarskjalinum skulu standa upplýsingar um skipið, skrásetta eigaran, umboðsmann eigarans, leigaran, leigutíðarskeiðið, umframt upplýsingar um í hvørjari útlendskari skipaskráseting skipið er skrásett í og kenningarbókstavirnar hjá skipinum.
Stk. 3. Skipaskrásetingin kann, fyri at kunna taka avgerð um treytirnar eftir § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá eru loknar, krevja neyðug prógv.
§ 6. Við fráboðanini skal fylgja:
1) leiguavtalan í frumriti ella váttað úrskrift av henni,
2) váttan frá útlendsku skrásetingini um, at skipið hevur rætt at føra annað tjóðskaparflagg í leigutíðini,
3) úrskrift frá útlendsku skrásetingini sum vísir, hvør skrásetti eigarin av skipinum er, og tekningarreglur fyri skrásetta eigaran.
§ 7. Um leigarin ikki longu er skrásettur sum reiðari í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini, verða neyðugar upplýsingar sambært kunngerð nr. 83 frá 19. mai 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, latnar skrásetingini.
§ 8. Skipaskrásetingin letur gera serstakt blað fyri leiguskipið. Á blaðið verða skrivaðir kenningarbókstavirnir hjá skipinum, navn, heimstaður, mát, nýtsla, leiguavtalan umframt ein stutt endurtøka av upplýsingunum um leigaran.
§ 9. Skrásett leiguskip skulu føra føroyskt flagg.
Til fremmant flagg
§ 10. Fráboðan um føroyskt skip, sum er skrásett í skipaskrásetingini og sum verður útleigað til reiðara, sum sambært § 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá ikki verður mettur sum føroyskur, skal gerast á serligt fráboðanarskjal.
Stk. 2. Á fráboðanarskjalinum skulu standa upplýsingar um leigaran, umboðsmann leigarans, leigutíðarskeiðið, umframt upplýsingar um til hvørja útlendska skipaskráseting skipið skal skrásetast.
§ 11. Við fráboðanini skal fylgja:
1) leiguavtalan í frumriti ella váttað úrskrift av henni,
2) váttan frá útlendsku skrásetingini um, at skipið kann takast upp ella at fyribils tjóðskaparbræv er útskrivað, hóast skipið enn er skrásett í føroysku skipaskrásetingini, og
3) skrivlig váttan frá øllum rættindishavarum um, at skipið kann skifta flagg.
§ 12. Á skipsblaðið verður leiguavtalan ella úrskrift av hesari skrásett.
§ 13. Tjóðskaparbræv skipsins verður sent skipaskrásetingini at ógilda.
§ 14. Føroysk leiguskip, ið verða skrásett í útlendskari skipaskrá, kunnu í leigutíðini ikki føra føroyskt flagg.
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.